Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 238 - 7. desember 2007 ] Laudrup vann á AaB Getafe skoraði tíðliga í dystinum, og so høvdu teir fyri tað mesta tamarhald móti einum væl stríðandi AaB-liði Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jón Rói Jacobsen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá AaB í gjárkvøldið tók ímóti spansk Getafe, har Michael Laudrup er venjari. AaB byrjaði dystin væl, men eftr bara 10 minuttum fekk Getafe mál eftir sera vakurt kontra-álop. Málið, sum Pablo Hernandez setti inn við bringuni, gav gestunum betri tamarhald á støðuni, og síðani spældu teir fyri tað nógva kontra. Eitt korter fyri leiklok punkteraði Estaban Granero dystin, tá hann hegnisliga sendi bóltin í netið, og so munaði tað lítið, at Rade Prica í yvirtíðini minkaði um munin. Blokhin gevst sum landsliðsvenjari Oleg Blokhin, sum var venjari hjá Ukraina, tá teir spældu móti Føroyum í seinastu EM-undankappingini, hevur nú sagt seg úr starvinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eftir at hava staðið á odda fyri landsliðnum í fýra ár, haldi eg meg ikki hava meira at geva. Og eg gevi bert mær sjálvum skuldina fyri, at vit ikki megnaðu at spæla okkum til EM-endaspælið sigur Blokhin við tíðinda- stovuna ESPN. 55 ára gamli Blokhin varð í 1975 kosin sum besti spælarin í Europa. Hann gjørdist landsliðsvenjari í 2003, og í 2006 leiddi hann landið til fjórðingsfinaluna í HM. Tað er besta úrslitið hjá landinum nakrantíð. Sámal heldur fram í GÍ/LÍF Á heimasíðu sínari boðar GÍ/LÍF frá, at teir hava longt sáttmálan við fýra av spælarunum, sum í ár hava verið í Formula-hópinum. Millum hesar fýra er liðformaðurin, Sámal Joensen, í mong ár hevur verið roknaður millum stóru profilarnar í føroyskum fótbólti. Hinir tríggir eru Áslakkur R. Petersen, Niclas Niclassen og Jan Poulsen. Áslakkur og Niclas hava støðugt verið millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, meðan Jan Poulsen er ein av ungu spælarunum, sum roynir at bíta seg fastan á liðnum. Stjørnan er víðari StÍF og Stjørnan spældu í gjár fjórðingsfinalu í Coca-Cola kappingini í hondbólti. Og sum væntað gjørdist tað Stjørnan, sum vann seg í hálvfinaluna. Hetta við tryggum 30-18 sigri. Dysturin varð mest sum avgjørdur fyri steðgin, tá Stjørnan vann seg upp á 14-6, og so gjørdist seinni hálvleikur at kalla avgreiðsluspurningur. Besti málskjúttin hjá Stjørnuni var Simona Petersen við 10 málum. Rebekka Justinussen skeyt 6 av málunum hjá StÍF. Á Giljanesi verður eitt ordans brak av einum dysti, tá unga oddaliði SÍ skulu á vitjan hjá Drátti í bestu kvinnudeildini. Hjá monnunum verður eisini ein sera spennandi dystur í Klaksvík, tá bæði oddaliðini bresta saman FlOGbóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Um vikuskiftið verður sera spennandi uppgerð í meist- aradeildini hjá kvinnum, tá Dráttur tekur móti SÍ, ið kappast við ÍF um plássið í oddinum. Spurningurin hesaferð er tí, um SÍ kann halda góðu gongdini, ella um Dráttur hinvegin kann arga grannar- nar og klára at økja um spenningin aftur. Hjá SÍ verður óivað vón- að at unga liðið vísir men- tala, eins væl og kroppsliga styrki, tá tær fara á vitjan hjá grannunum úr Drátti. Hinvegin ætla Drátturs- kvinnur sær óivað at smasja seg inn í oddin aftur, har tað er so spennandi at spæla. SÍ í tveimum oddabrakum Er tað talan um oddabrak í meistaradeildini hjá kvinn- um, er tað ikki minni so, hjá monnunum. Klaksvík verður karmur um satt oddabrak, tá SÍ lið- ið kemur á vitjan. SÍ eru ser- stakliga vælspælandi í løt- uni, og tað eru Mjølnir eis- ini, so fólk kunnu vænta sær einn sannan góðbita av flogbólti á hægsta støði. Nýggju hallarviðurskiftini í Klaksvík fara óivað eisini at koma til sín rætt, hetta vikuskiftið, tá tey eru karm- ur um eitt ordans odda- brak. Spurningurin er so, um ÍF kunnu gera sær dælt av hesum oddabrakinum í Klaksvík. ÍF skulu í vikuskiftinum tveir túrar til Havnar. Leyg- ardagin skulu teir møta Fleyr og sunnudagin spæla teir ein dyst, ið hevur ligið á láni, í longri tíð. Tað er dysturin móti Fram. Vinnur ÍF báðar sínar dystir, og SÍ lútar móti Mjølni, so eru Fuglfirðingar tvey stig aftanvert SÍ, men við einum dysti til góðar, í mun til SÍ. Skuldi tað hin- vegin hent seg, at SÍ vinnur í Klaksvík, kunnu ÍF leggja seg ájavnt Mjølnir á øðrum plássi. Men høvuðsenda- málið hjá ÍF má í fyrsta lag- ið vera, at teir konsentrera seg til fulnar í sínum dyst- um, og ikki, hvat fyriferst aðrastaðni. Hvussu er og ikki, so fáa vit enn eitt spennandi vikuskifti við einari rúgvu av flogbólti á høgsta støði. Vágabrak og oddastríð Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 8 7 - 0 - 1 235 175 60 14 2 Neistin 7 5 - 0 - 2 181 150 31 10 3 VB 7 4 - 1 - 2 156 143 13 9 4 Kyndil 9 3 - 1 - 5 200 229 -29 7 5 VÍF 9 2 - 1 - 6 180 223 -43 5 6 StÍF 8 1 - 1 - 6 173 205 -32 3 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 9 6 - 1 - 2 255 218 37 13 2 Neistin 9 6 - 1 - 2 255 235 20 13 3 H71 9 5 - 0 - 4 230 227 3 10 4 VÍF 9 4 - 1 - 4 253 256 -3 9 5 Kyndil 9 3 - 0 - 6 220 249 -29 6 6 KÍF 9 1 - 1 - 7 222 250 -28 3 Flogbóltur Meistaradeild kvinnur vunnin tapt sett dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 8 7 - 1 23 6 17 14 2 ÍF 7 6 - 1 18 8 10 12 3 Dráttur 8 6 - 2 19 11 8 12 4 KÍF 8 4 - 4 17 14 3 8 5 Mjølnir 8 2 - 6 11 19 -8 4 6 TB 8 2 - 6 8 18 -10 4 7 Fleyr 7 0 - 7 1 21 -20 0 Meistaradeild menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 7 6 - 1 20 8 12 12 2 Mjølnir 6 5 - 1 16 4 12 10 3 ÍF 5 3 - 2 11 10 1 6 4 Fram 6 1 - 5 6 15 -9 2 5 Fleyr 6 0 - 6 2 18 -16 0 Oddadystur er í Klaksvík, har Mjølnir tekur móti SÍ 36