Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 7. desember 2007 39 lýsingar Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Sjúkrarøktarfrøðingur til G3 Á onkologiska ambulatorium er eitt avloysarastarv vegna barnsburð á starvsbrøki 0,8 leyst at søkja til setan 1. mars 2008 ella eftir avtalu til og við 31. oktober 2008. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • kunna og vegleiða sjúklingar og avvarðandi um krabbamein • tryggja eina kvalifiseraða viðgerð og eftirkanning av sjúklingum • samskipa samstarv við aðrar deildir, primer øki og Ríkissjúkrahúsið • vegleiða, undirvísa og kunna aðrar deildir um røkt og viðgerð av krabbameinssjúklingum • samskipa viðgerð og eftirkanning hjá krabbameinssjúklingum • sjálvstøðugar viðtalur • ráðgeva um linnandi sjúkrarøkt • geva kemoviðgerðir Førleikakrøv: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • kemoskeið • faklig vitan innan økið • kliniskar royndir innan røkt og viðgerð á økinum • góð tvørfaklig samstarvsevni • arbeiða sjálvstøðugt Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompotentar og virknar starsvfelagar • tvørfakligt samstarv • fakliga menning Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava: • onkologiska eftirútbúgving • drúgvar kliniskar royndir innan viðgerð og røkt av onkologiskum sjúklingum Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Evu Mortensen, deildarleiðara á G3, lokal 6250 ella til Mariu Debess, onk. amb., lokal 6210. Umsóknarfreistin er 7. januar 2008 kl.12.00 Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Sjúkrarøktarfrøðingar til Bráðfeingisdeildina G1 Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her. Okkum tørvar sjúkrarøktarfrøðingar bæði til føst størv og avloysarastørv til setan 1. februar 2008 ella skjótast gjørligt. Starvsbrøkur eftir avtalu. Bráðfeingisdeildin er ein heild við fleiri ymiskum funktiónum, sum umfata intensiva deild, viðrakning, skaðastovu, bráðmóttøku og læknavaktina. Tú kemur alt eftir tørvi og førleika at hava ymiskar arbeiðsuppgávur, og tað fyrstu tíðina er talan í høvuðsheitum um tað intensiva økið. Vit kunnu bjóða tær: • góða innleiðslu og skipaða upplæring • fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar • starvsfelagar við góðum fakligum førleika • starvsfelagar, ið ynskja at arbeiða í einum mennandi umhvørvi • ein spennandi arbeiðsdag við góðum møguleika fyri egnari menning Tú hevur: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi • medferðarkenslu og kann skjótt skapa tær yvirlit • evni at arbeiða sjálvstøðugt og kreativt • hug til fakliga menning og avbjóðingar • góð samstarvsevni og ert fleksibul • eitt opið og jaligt sinni • møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum • teldukunnleika • hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnaða Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Margit Stórá, deildarleiðara á G1, lokal 5811, lsmarst@ls.fo ella til Nainu Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 5102, lsnaitu@ls.fo Umsóknarfreistin er 2. januar 2008 kl.12.00 Heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar til E2 Á E2 eru 4 størv í skiftandi vaktum leys at søkja til setan 1. februar 2008 ella eftir avtalu til og við 31. desember 2008. Vit søkja heilsurøktarar og sjúkrarøktar- frøðingar á starvsbrøki 0,8 við møgu- leika fyri hægri ella lægri brøki. Vit kunnu eisini tosa um, hvat slag av vaktum tú trívist best við. Umleggingar og umvælingar eru á medisinska deplinum. E3 og E2 eru saman nú, men E3 verður flutt saman við B7 frá 1. februar 2008. Búfólk á E2 verða flutt á aðrar stovnar seinast 31. desember 2008. E2 er ein røktardeild við pláss fyri 10 eldri búfólkum.Vit ynskja starvsfelagar við áhuga og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, positiva menniskja- áskoðan og góð samstarvsevni. Krøv til umsøkjaran • prógv sum heilsurøktari ella sjúkrarøktarfrøðingur við góðkendari autorisatión • góð samstarvsevni • fakligan áhuga innn eldrarøkt Vit kunnu bjóða • eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • innleiðslu • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • fakliga menning Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Monicu Brickman, deildarleiðara á E3/E2, lokal 6012, ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102. Umsóknarfreistin er 7. januar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til B8 Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingum til B8 á starvsbrøki 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. februar 2008 ella eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki: • eitt avloysarastarv til og við 30. september 2008 • eitt avloysarastarv vegna barnsburð til og við 30. september 2008 Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum • røkt og viðgerð til kardiologiskar sjúklingar Krøv til umsøkjarar • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga í røkt og viðgerð av kardiologiskum sjúklingum • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • innleiðslu og upplæring Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava • kardiologiskar royndir • kardiologiska eftirútbúgving Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Poulu Jacobsen, varaleiðara, lokal 6068 ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, lsasapo@ls.fo Umsóknarfreistin er 7. januar 2008 kl. 12.00