fríggjadagur 7. desember 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 238 - 7. desember 2007
Sálarfrøðingur
Ert tú okkara nýggi starvsfelagi
á Føroya Barnaheimi?
Sálarfrøðingur cand. psych ella cand. pæd.
psych søkist til Føroya Barnaheim at starvast
20 tímar um vikuna. Starvið er leyst til setan
frá 01.03.2008 ella skjótast til ber.
Barnaheimið er býtt sundur í tvær deildir, ið
fevna um eina Ungdómsdeild og eina Fam
iljudeild. Tú verður knýtt/ur afturat virk
seminum á báðum deildunum.
• Endamálið við arbeiðinum á Ungdómsdeild
ini er at geva umsorgan og vegleiðing við
støði í tí einstaka barninum, samstundis sum
reglusemið verður fingið til vega í gerandis
degnum.
• Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini
er m.a. við eygleiðing, stuðli og vegleiðing,
at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og trupulleikar
familjan hevur, og meta um, hvat slag av
stuðli er mest viðkomandi at veita familjuni
framyvir.
Søkt verður eftir einum starvsfelaga, sum:
• er góðkendur sálarfrøðingur ella er í ferð
við at gerast liðugur.
• kann gera sálarfrøðiligar kanningar av børn
um, ungum og foreldrum.
• helst hevur royndir við ungdóms og familju
arbeiði.
• vil vera við til áhaldandi at menna arbeiðs
hættirnar á deildunum.
• kann vera við til at leggja virkisætlanir til
rættis fyri familjurnar og tey ungu.
• kann arbeiða sjálvstøðugt við støði í sínum
egna yrkiskunnleika og í tøttum samstarvi
við onnur.
Vit kunnu bjóða:
• eitt avbjóðandi starv saman við einum virkis
fúsum og tvørfakligum starvsfólkabólki í
einum viðurkennandi og óhátíðarligum um
hvørvi.
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur í einum
umhvørvi í støðugari menning.
• uttanhýsis ráðgeving.
• løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag
Føroya.
Umsóknarfreist:
Umsókn við prógvum og øðrum viðkomandi
skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
tann 07.01.2008
Føroya Barnaheim,
Pedda við Steingøta 10
FO100 Tórshavn
Meira kann fáast at vita um starvið við at
venda tær til Beintu Johannesen Mørkøre,
leiðara, á tlf. 312320.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steingøta 10
FO100 Tórshavn
Lýsing eftir
pedagogi til Vípuna
Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 2 peda
gogum 30 tímar, 1 pedagogi 32 tímar og 1
hjálparfólkið 25 tímar, at byrja 1. febuar 2008, ella
eftir nærri avtalu.
Vípan er ein integreraður stovnur við børnum í
aldrinum frá 28 ár. Ein stova í aldrinum 25 ár og
ein stova í aldrinum 68 ár.
Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.3017.00.
Vit bjóða eitt áhugavert starv:
• hvar náttúran hevur stóran leiklut í
gerandisdegnum og hvar spæl fyllir nógv
• hvar virðing og trivnaður hjá barninum er í
hásætið
• við opinleika og ein jaligum hugburðið
• við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan
• hvar vit eru byrjaði at arbeiða við ”Den
integrerende baggrund”
Vit vænta av tær:
• At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og
fagliga vitan
• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka
avgerðir
• At tú ert opin fyri broytingum
• At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri
børnum, foreldrum og starvsfelagum
• At tú sært fyrimunir fram um vansar
Um pedagogur ikki søkjur, verður hjálparfólk sett
í starvið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535
Umsókn saman við avriti av prógvum og við
mælum, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi
27.07. 2007
Vípan
Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn
Tlf. 317535 / 287535
bgvipan@post.olivant.fo
Pedagogar søkjast til
Dagstovnin í Gøtu
Til barnagarðsstovuna Á Rókini:
1 pedagog at byrja 1. februar 2008 ella eftir avtalu,
arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
1 pedagog at byrja 1. februar 2008 ella eftir avtalu,
arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Til barnagarðsstovuna Á Helluni:
1 pedagog at byrja 1. januar 2008 ella skjótast til
ber, arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna.
Til Stuðulstoymið hjá Gøtu Kommunu verður
søkt eftir:
1 pedagogið við kunnleika til børn við autismu,
arbeiðið er í Dagstovninum, 40 tímar um vikuna.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a. dent á:
• at børn og starvsfólk trívast og eru í menning
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og
børn
• at virða tað einstaka barni í bólkinum
Vit ynskja:
• at tú hevur góð samstarvsevni
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag
• at tú ert við at mynda og menna tað pedagogiska
umhvørvið
Dagstovnurin lat upp 1. februar 2000 og liggur
í hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi við
Gøtugjógv.
Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevara
felag. Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk
sett tíðaravmarkað í størvini.
Nærri upplýsing um størvini fáast við at venda sær
til Torgerð Hansen, leiðara, á fartelefon 771008.
Skrivlig umsókn við avrit av prógv og ummælum
skal sendast okkum í seinasta lagi 18. desember
2007 kl. 10.00. Bygdaráðið tekur sær rætt til frítt at
velja millum umsøknirnar ella ongan at seta.
Dagstovnurin í Gøtu
Postboks 32
Vaktarhúsvegur 1
511 Gøtugjógv
lýsingar
Lesið
-so eru tit við!
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in