fríggjadagur 7. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
)
Rákið
Sosialurin desember 2007
Ein amerikansk kanning hevur víst, at kvinnur
brúka í miðal 55,2 minuttir um dagin til at leita eftir
tingum. Tí valdu tær báðar donsku Suzanne Potts og
Charlotte Mensen at seta á stovn konseptfyritøkuna
Nomess, sum hevur til endamáls at sniðgeva og
selja lekrar vørur, sum skulu fáa skil á óruddinum
í heiminum. Nomess hevur millum annað lekkur
stórbýarkend gardarobustativ og smartar klárar eskjur
at goyma skógvar, greiðir, klæðir og alt møguligt
annað í. Eskjurnar fáast í øllum støddum, og kunnu
setast saman við einum klikki. Vørurnar frá Nomess
eru at fáa í Magasin í Danmark og í Inventartænastuni
í Havn, sum eisini selur til privatkundar.
List og
luksus
Á innrættingarøkinum spáa
rákfrøðingar, at fólk verða
alsamt djarvari. Tey fara í
nógv størri mun at tora at
gera dreymarnar til
veruleika, eitt nú við meira
luksus og list í heiminum.
Smílandi skálin
Eva Solo Smiley vann virðislønina Formland Design
Award – Autumn 2007. Claus Jensen og Henrik Holbæk frá
sniðgevaravirkinum Tools hava sniðgivið skálina.
MUHHH...
Hesi fitti og litføgru gips-neytini, sum eisini eru
pengabússur, eru at fáa hjá Li-Wi í Streymnesi.
69 kr. fyri kúnna og 34 kr. fyri kálvin.
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Leita og tú finnur
Vísdómsorð Dalai Lama
Om selvindsigt 184 kr.
Om tro og viden 92 kr.
Om kærlighed 92 kr.
Fantastiskar krimiir eftir Stieg Larsson
Luftkastellet ber blev sprængt 275 kr.
Pigen der legede med ilden 276 kr.
Mænd der hader kvinder 119 kr.
Krimi og
klókskapur
Gávur ið muna
Rivini eru røst, karamellu
dósirnar settar undir
væðingina og gávulistin er
drúgvari enn nakrantíð.
Meðan skuffur og hillar verða
ruddaðar at geva pláss fyri
fleiri tingum, rennur mær til
hugs tey mongu her í heimi,
sum høvdu fegnast um ein
mola av okkara borði. Reyði
Krossur lýsir í hesum døgum
við jólagávuhugskotum, sum
gera mun. Hetta eru gávu
brøv, sum eru prógv um, at tú
hevur rindað ávísa upphædd
til vatnveiting, mikrolán, neyð
hjálp ella skúlagongd til
menningarlondini. Gávubræv
ið verður sent tær pent inn
pakkað, og klárt at geva
onkrum í jólagávu. Og knapp
liga gevur jólagávuresið
meining, ikki bara fyri teg,
men eisini fyri eitt annað
menniskja hinumegin jørðina.
Jólini eru altíð tey somu, og
so skal vera. Men í ár kunnu
tey kortini gerast eitt lítið
sindur øðrvísi.
JÓLARÁKIÐ 2007
Sosialurin
Postboks 76
Fo110 Tórshavn
post@sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
REDAKTØRUR
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
BLAÐFÓLK
Eydna Skaale
Dorit Hansen
Inna Törnroos
Anna Ellingsgaard
Rigmor Dam
LÝSINGAR
Gudny Langaard
Joan Abrahamsen
Henrietta Hammer
MYNDIR
Álvur Haraldsen
Jens Kristian Vang
Sunva Eysturoy Lassen
ÚTGEVARI
Sp/f Sosialurin