Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Rákið Sosialurin desember 2007 Mentan, list, hugflog og skapandi evnir. Alt hetta rennur saman til eina heild í hondunum hjá Marjuni Jóanesardóttir. Fyrrverandi ergotera­ peuturin málar, seymar, bindur, tøvir og finnur uppá. Hon hevur gjørt alt frá prýði og pløggum til fantasiríkar skapn­ ingar sum Trøllapætur og drekan hjá Rógva Hon visti slett ikki av, at hon dugdi sovorðið. Marjun Jóanesardóttir arbeiddi sum ergoterapeutur og seymaði eitt sindur í frítíðini, men hon var ikki greið yvir, at hon hevði gávur, sum rukku nógv longur enn hetta. – Tað var næstan av tilvild. Systir mín bað meg hjálpa sær at seyma búnar til sjónleikarafelagið, Fívil, og tá kom eg at kenna Edvard Fuglø, sum stutt eftir skuldi gera pallsmíð og búnar til sjónleikin, Pinochio. Tey manglaðu fólk, og eg var biðin um at hjálpa til. – Eg uppdagaði, at hetta var akkurat eg. Eg elski at seta meg inn í nýtt og læra meg nýggjar teknikk­ ir. Og nú kundi eg kombinera alla hesa vitan til at skapa nakað heilt nýtt. Í dag hevur hon skapt fleiri figur­ ar og sniðgivið bæði búnar og pallar til sjónleikir og sjónvarps­ sendingar, men hon gevur sær eisini tíð til at læra nýggjar list­ miðlar og putlar við at binda, seyma og framleiða prýði og klæði. – Eg klári ikki at lata vera við at skapa, eg elski at læra nýtt og klári ikki at halda mær, tá eg síggi okkurt lekkurt tógv ella onkrar flottar perlur, sigur Marjun og flennir at sær sjálvari. – Men vanligu pløggini og prýðis­ lutirnir vera bara seldir einaferð um árið, restina av tíðini brúki eg til størri projektini og mín nýggja kærleika: málningalistina. Saman við fýra øðrum skipar Marjun fyri einari serligari, listar­ ligari jólasølu av hondgjørdum lut­ um í Smiðuni í Lítluvík frá 13. til 18. desember. Óvissan altíð nærverandi Tey flestu minnast uttan iva snakk­ andi jólapakkarnar í jólasendingini, Jól á posthúsinum, í sjónvarpinum næst seinasta ár. Hesar hevði Marj­ un funnið uppá og gjørt. Men tá hon var biðin um at gera onkur liv­ andi ting til sendingina, ivaðist hon. – Eg visti ikki, um eg dugdi. Eg dugi at seyma og gera ymiskt burtur úr bleytum materiali, men eg veit ikki so nógv um mekanik. Tíbetur havi eg tó altíð fólk rundan um meg, sum trúgva á meg. Eg royndi meg fram og fekk bæði munn og eygu at rigga, greiðir Marjun frá. Og livandi jólapakkarnir førdu hana víðari til drekan hjá Rógva. Páll Danielsen, sum hevði skrivað jólasendingina, vildi gera eina barnasending og vildi hava Marjuna at gera eitt dýr. – Eg var aftur ósikkur, um eg fór at duga, men Jóanes, sjeikurin segði, at eg fekk tað altíð at rigga, sigur Marjun og flennir. Og tað gjørdi hon. Leysa hugskotið um eitt sjónvarpsdýr bleiv ein fittur grønur dreki við breiðum snýði og stórum bláum eygum, sum seinastu mán­ aðarnar hevur sjarmerað seg inn í mangt barnnahjarta. Invalidupensionistur og listafólk Marjun Jóanesardóttir og sjeikurin, Jóannes Andreassen, virka bæði sum skapandi freelancarar. Nýggj­ asta felagsuppgávan var sjónleik­ urin, Fangaður í netinum, har tey stóðu fyri pallsmíði og búnum. Lítla hugnaliga íbúðin, har tey húsast, er eisini full av kreativum og fantasiríkum innsløgum. Men ber tað til at liva av at vera skapandi listafólk í Føroyum? Marjun flennir. – Nei, tað ber slett ikki til, sigur hon avgjørd. Inntil fyri tveimum árum síðani arbeiddi hon sum ergoterapeutur og brúkti frítíðina til alt tað kreativa. Men av tí at hon er so ring av slitgigt, varð hon sjúkra­ meldað fyri tveimum árum síðani, og í dag hevur hon verið invalidu­ pensionistur í eitt ár. – Men eg hugsi ikki um meg sjálva sum invalidupensionist. Eg eri listafólk, og í dag havi eg møguleika at vera listafólk fulla tíð, sigur Marjun avgjørd og leggur nøkur lekkur turrikløð fram, sum hon hevur gjørt til jólasøluna í Listaskálanum í Lítluvík. Í stovuni eru eisini nakrir av hennara máln­ ingum. Hon hevur júst lært seg at mála, sigur hon og hevur hug at niðurgera sítt egna talent. Men eins og við hinum avrikunum, tala málningarnar fyri seg og avdúka eitt ótrúliga gott eyga og eitt minst líka gott handalag. Einstaklingar bera sjónleikin Leiklistin er tó uttan iva tann lista­ greinin, sum liggur Marjuni mest á hjarta. Og har hevur hon verið ser­ liga glað fyri samstarvið við Edvard Fuglø. – Hann dugir so nógvar teknikkir, og hjá honum eru eingi mørk. Og hann hevur verið gávumildur við at geva nógva vitan víðari til mín, sigur Marjun og lýsir Edvard Fuglø sum sniðgeva og listamann á høgum altjóða støði. – Hann kundi tað sama skipað fyri einari verðinsturné hjá Madonnu, men tíbetur er hann her, sigur Marjun og flennir. Og Føroyar hava brúk fyri teim­ um góðu fólkunum innan sjónleik, tí fólk tíma ikki at koma til eina triðjarangs skúlakomediu longur. Tað skal vera gott, professionelt og flott. Trupulleikin er bara, at professionella støðið kostar, men eingir pengar eru, staðfestir Marjun Jóannesardóttir, sum umframt at fyrireika seg til jólasøluna í Lítluvík, eisini er í holt við ein nýggjan livandi skapning. Skapar stuttligar livandi verur - Eg hugsi ikki um meg sjálva sum invalidupensionist. Eg eri listafólk, og í dag havi eg møguleika at vera listafólk fulla tíð, sigur Marjun. Komandi vikuskifti hevur hon saman við øðrum jólasølu í Lítluvík Mynd: Sunva Eysturoy Lassen Hondarbeiði í heimsklassa