Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Sosialurin desember 2007 Rákið Hvør keypir jólagávurnar, ið verða latnar frá tykkum? Anja: – Tað er altíð eg, sum keypi gávurnar. Hvussu nógvar gávur keypa tit tilsamans? Anja: – Vit keypa umleið 40 gávur tilsamans. Bogi: - Keypa vit 40 jólagávur? Anja: -Ja, eg havi longu keypt meiri enn 20, haha. Plaga tit at keypa stórar gávur til hvønn annan? – Nei, eg haldi ikki, at vit keypa so øgiliga stórar gávur til hvønn annan. Men gávurnar til hvønn annan eru allíkavæl størri enn gávurnar til øll hini. Eru tað egin hugskot ella fáa tit ein nágreiniligan ynskilista við frá makanum? – Nei, vit finna altíð gávurnar sjálvi. Nær verða jólagávurnar keyptar? – Vit eru altíð í góðari tíð. Tað er einki við at renna runt 23. og leita. Her er skil í, haha. Hervør og Bárður Hvør keypir jólagávurnar, ið verða latnar frá tykkum? – Vit keypa bæði jólagáv- urnar. Og vit gera eisini nógvar sjálvi. Her er einki organiserað, tá tað kemur til jólagavurnar. Tað er rættiliga tilfeldigt, hvussu tað er ár um ár. Hvussu nógvar gávur keypa tit tilsamans? – Vit geva einar 15 jólagávur hvørt ár. Plaga tit at keypa stórar gávur til hvønn annan? – Ja, gávurnar til hvønn annan eru nokk so stórar. Eru tað egin hugskot ella fáa tit ein nágreiniligan ynskilista við frá makanum? Bárður: – Nei, eg havi ongantíð fingið nakran ynskiseðil frá henni. Hervør: - Eg fái heldur ikki ynskiseðil. Eg veit hvat hann ynskir sær, honum nýtist ikki at skriva mær ein lista. Nær verða jólagávurnar keyptar? Bárður: – Tað er eisini ymiskt. Tað er ofta beint upp undir jól, kanska tollaksmessudag. Hervør: - Men tá man ger gávurnar sjálvur, má man sjálvandi í gongd um heystið. Hanna og Lars Hvør keypir jólagávurnar, ið verða latnar frá tykkum? Lars: – Tað er nokk umleið helvt um helvt. Eg plagi at keypa til tey vaksnu, og Hanna plagar at keypa til børnini. Hvussu nógvar gávur keypa tit tilsamans? – Tað liggur nokk um 50 gávur. Plaga tit at keypa stórar gávur til hvønn annan? – Ja, vit geva altíð hvørjum øðrum stórar gávur. Eru tað egin hugskot ella fáa tit ein nágreiniligan ynskilista við frá makanum? Hanna: - Vit finna altíð uppá sjálvi. Eg havi ongantíð givið Lars nakran lista, og tað plagar at rigga allíkavæl. Lars: - Ja, Hanna dugir væl at keypa til mín, og tað riggar altíð hjá henni. Men hon hevur onkuntíð skift gávuna frá mær um. Nær verða jólagávurnar keyptar? Lars: – Vit plaga altíð at vera í góðari tíð at keypa jólagávurnar til øll hini. Men eg bíði sum oftast til seinast við gávuni til Hannu. Eg keypi hennara gávu 23. desember Hanna: - Eg eri í betri tíð enn hann, og eg plagi at keypa hansara gávu einaferð í desember mánaði. Hanna Maria og Jóhan Hans Hvør keypir jólagávurnar, ið verða latnar frá tykkum? – Tað er altíð Hanna Maria Hvussu nógvar gávur keypa tit tilsamans? Hanna Maria – Uha, tað er ringt at vita... Jóhan Hans: -30? Hanna Maria: - Nei, ikki so nógvar. Tað vera nokk einar 20 tilsamans, vildi eg mett. Plaga tit at keypa stórar gávur til hvønn annan? – Ja, tær eru eitt sindur dýrar, tað haldi eg. Eru tað egin hugskot ella fáa tit ein nágreiniligan ynskilista við frá makanum? Hanna Maria: - Eg finni altíð gávurnar til Jóhan Hans sjálv. Jóhan Hans: - Hon plagar at geva mær ein ynskilista, so havi eg nøkur ting at velja ímillum. Nær verða jólagávurnar keyptar? Hanna Maria: - Eg keypi altíð jólagávurnar í desembermánaði. Jóhan Hans: - Eg havi bara eina gávu at keypa, tað er til konuna, og hon verður keypt í síðsta eygablikki. Anja og Bogi