Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Rákið Sosialurin desember 2007 Portalurin, Kvinna og aðrar heimasíður mugu orsaka meg! Tit eru ikki longur tær fyrstu síðurnar eg lesi, tá teldan verður tendrað á morgni. Tað er hvat tey trý Linda, Fred og Sofia skriva á bloggum sínum. Og í sjálvandi eri eg eisini smittað av røttum blogg-fepri og skrivi mín egna blogg, sum eitur "Innas" Hvørt sekund verða tveir nýggir bloggar upprættaðir, og samanlagt eru yvir 50 milliónir bloggar til kring allan heimin. Og hetta hóast bloggfyribrigdið bara hevur góð tvey ár á baki. Ein bloggur er ein almenn dagbók, sum verður skrivað á alnetinum. Ein og hvør kann fara inn og lesa og gera viðmerkingar til tað, sum er skrivað. Fýra av fimm bloggum verða skrivaðar av kvinnum, og 85 prosent av lesarunum eru eisini kvinnur. Ein bloggur er sum oftast ókeypis at hava. Sjálv fór eg undir at blogga í apríl í ár, og higartil havi eg skrivað 210 inlegg á mínum bloggi. Eg royni at skriva minst eina ferð um dagin, men tey kønu (og mest lisnu) vilja verða við, at ein skal skriva minst seks ferðir dagliga, fyri at fáa nógvar lesarar. Tá stingur spurningurin seg tó upp, um ein veruliga hevur tíð til at liva og uppliva nakað at skriva á bloggin. Men eitt er vist, innlegg sum hetta eru ikki serliga stuttligt at lesa: ”Hey, havi sitið við telduna í allan dag! Drakk ein kopp av kaffi klokkan 15 og skjótt fari eg heim at gera døgverða. Hoyrast! Lena, 37.” Nei, heldur skal tað verða um okkurt aktuelt evni - um tað so er sonurin sum er forkølaður ella hvat Bush ger í Irak er líka mikið, bara tað er væl skrivað, og helst eisini eina mynd til. Ein tann kendasti bloggarin í Svøríki, Alex Schulman, hevði eitt tíðarskeið einar 250.000 lesarar um dagin. Hann skrivaði væl og altíð um okkurt aktuelt, og tíverri eisini sera óreint ofta! Millum annað skrivaði hann um, hvussu vánaligir stjórar hansara vóru, og hann var ikki bangin fyri at nevna nøvn og leggja myndir út av starvsfeløgum. Telduna hevði hann við sær alla staðni, so hann kundi skrivað minst seks til sjey ferðir hvønn dag. Men trýstið á hann gjørdist ov stórt, og í september í ár valdi hann at gevast. Hann kallaði sínar lesarir "blóðtystar", og at bloggurin var vorðin eitt ódjór, ið hann ikki hevði tamarhald á longur. Síðsta innleggið frá honum hevur í løtuni 1383 viðmerkingar frá lesarum. Tey kendu skriva blogg Ein tann fyrsti kendi persónur, sum skilti týdningin av, at hetta við blogg- um var nakað stórt, var svenski politikarin Carl Bildt. Bloggur hansara, sum eitur "Alla dessa dagar", er bæði skrivaður á svenskum og enskum, og skrivar hann einamest um uttanríkismál og arbeiðið sum uttanríkisráðharri í Svøríki. Nógvir kendir persónar, sum eru vanir við at lesa um seg sjálvar í bløðunum, dáma sera væl at blogga, sum tað eitur, tá ið man skrivar ein blogg. Tey kunnu tá skriva tað tey sjálvi vilja, uttan at eitt blaðfólk hevur tulkað tað, áðrenn tað kemur út til fólk. Tí er bloggurin eisini ein frálíkur máti at koma í samband vð fjepparar ella veljarar. Ikki minst tí tað oftast er sera lætt at gera viðmerkingar til eina bloggu. Tá ið ein skrásetur ein nýggjan blogg, velur viðkomandi oftast, hvat ið hann skal snúgva seg um. Mín bloggur liggur undir evninum "Familja", eftirsum eg skrivi nógv um synirnar, og lív okkara, nú eg eri heima í barnsburðarfarloyvi. Til ber at finna bloggar um stórt sæð øll evni, og nógvir sokallaðir portalar eru, sum kunnu vísa okkum á bloggarnar. Eitt nú eru evnini móti og shopping sera vælumtókt at skriva um. Ofta er tað lætt at finna myndir og nógv taka myndir av sær sjálvum hvønn dag tey fara út og leggja hana so á bloggin, undir teiginum "Dagsins outfit". Summir av hesum bloggunum eru nú so stórir og týdningarmiklir, at tær, sum settu teir á stovn nú kunnu liva av at blogga, tí tær fáa so nógvar lýsarar. Sjálv havi eg langt frá so stóran lesaraskara. Um eg havi yvir 120 lesarar um vikuna, eri eg nøgd. Hvørji tey eru, sum lesa mín blogg, veit eg ikki rættiliga. Men eg ímyndi mær, at tað eru vinir, familja og aðrir bloggarar, sum hava funnið inn á mína síðu. Viðmerkingarnir koma ikki bara inn blogg síðuna, men eisini í e-post, sum sms, og tá ein møtir fólki, ið hava fylgt við, hvat ið eg fáist við um dagarnar. Tað er stuttligt at blogga - logga á og royn tú eisini! Komið og bloggi Inna Tornroos