fríggjadagur 7. desember 2007síða 49
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
49
Sosialurin desember 2007
Rákið
Pannukøkur + Svøríki = døgverðamatur
- 8. november 2007
Eitt sum mær
dámar væl við
Svøríki er, at
her eru
pannukøkur
ordiligur
matur. Í
Føroyum
eru
pannukøkur
ein desert ella
millumáli. Her etur
ein tað til døgverða ella náttverða. So í kvøld
havi eg gjørt pannukøkur til náttverða. David át
2½, eg át 3½ og so var bara ein eftir til stakkals
Kristian ... Sein kúgv fær skitið græs...
• • •
Dýrt at skola niður – 7. november 2007
Tað verður ongantíð tað sama at fara á wc
aftur...
Nú vit seta
wc í stand,
hevur hetta
opnað eyguni á
mær fyri,
hvussu nógv
smáting eru at
fáa til eitt wc.
Tak til dømis
knøttin, sum man skolar niður við - kunnu tit
fata, at ein kann velja millum eina rúgvu av
sovorðnum knøppum??? Hesin á myndini kostar
495 krónur - eg haldi at eg svíími!!!
Føroysk barnabók mitt í Stockholm
- 28. oktober 2007
Í dag fann eg eina
føroyska
barnabók á
einum sera
óvæntaðum
staði.
Vit vóru til
barnadóp í
Elimkirkjuni, sum
liggur í fína partinum
av Stockholm -
Østermalm. Á einari gøtu
nærhendis, har vit parkeraðu
bilin, var ein handil, sum hevði eitt stórt
"ÚTSØLU" skelti. Eg kundi sjálvandi ikki lata
vera við at fara inn, og fann eina føroyska
barnabók um Álv! Tey høvdu eisini bókina á
íslendskum og øðrum málum.
Maðurin, sum eg keypti bókina frá segði, at
tey prentaðu føroyskar bøkur, og bað meg koma
aftur ein annan dag, so skuldi hann finna fleiri
bøkur til mín. Skeg, ha???
• • •
Ertrar og sex – 25. oktober 2007
Hoyrdi nakað stuttligt í dag, sum ein
amerikanskur prestur hevði sagt við ein
vinmann, tá hann vígdi hann og konuna.
"Um tit leggja eina ert í eitt ílat, hvørju ferð tit
hava samlegu fyrsta árið, og síðani
taka eina ert úr blikkinum,
hvørju ferð tit hava samlegu
restina av lívinum, so skal
blikkið vera tómt til
endans..."
Um hann segði hetta
frammi við altarinum
ella ikki, spurdi eg ikki
um :-)
Fantastisk tíðindi – 12. september 2007
Atlantsflog fer at flúgva til Stockholm næsta
summar!
Eg eri jublandi glað!
• • •
Elevatorsnakk – 11. september
Hetta varð sagt, tá vit vóru í einum elevatori
ídag:
Gamal maður: Hvussu gamal er hesin?
Eg: Hann er 6,5
mánaðir
Gamal maður:
Okkara yngsti er 61
og tann eldri er 64 ár
Eg: ha ha ha ha ha
Gamal maður: Ja,
men so eri eg eisini
93 ár
Og so gekk hann
yvir til bilin!!!
Og eg stóð bilsin
eftir.
Bloggskúlin - 10 stig
• Á heimasíðunum hjá tíðindabløðum eru bloggar ofta at finna
• Bloggar eru sum oftast ókeypis - men so eru lýsingar á síðuni
• Tú gert sjálv av, hvat ið tú skrivar um og hvussu ofta
• Tað er sera lætt at skriva og leggja myndir inn á bloggin
• Best er at skriva stutt og greitt
• Um tú skrivar um okkurt, sum fer at henda, til dømis at tú skalt í ball, fortél so gjarna hvussu tað gekst
• Royn at hava týðiligar og fangandi yvirskriftir
• Hygg ikki ov nógv eftir vitjunartølunum í fyrstani - er bloggurin áhugaverdur koma lesararnir eisini
• Skriva ikki alt ov persónligt, eftirsum tú ikki veitst, hvør ið lesur
• Ver varin við at leggja alt ov persónligar myndir út
Góðir bloggar:
www.martin.fo
www.garfield.fo
blogg.expressen.se/innas
Úrdráttur frá mínum bloggi - blogg.expressen.se/innas, sum
eg vanliga skrivi á svenskum, men her havi týtt til føroyskt: