mánadagur 10. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 239 - 10. desember 2007
SkipaSmíð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vestmanna: – Skaðin er
ikki so stórur, og tí fer hetta
bert at taka nakrar fáar dag
ar, sigur Olav Olsen, leiðari
á skipasmiðjuni.
Í Skipalistanum er Ólavur
skrásettur sum útróðrarbát
ur, men hann hevur somu
leiðis verið títtur gestur við
ferðandi á Slættanesi.
Tað var undir einum av
hesum mongu túrunum í
hesi avtoftaðu bygdini, at
hann fekk skaða í síðuna, tá
hann legði at landi við at
løgubryggjuna á Slætta
nesi.
Neyðugt verður at skifta
ein hálvantriðja metrar lang
an planka út. Hetta eru teir
á skipasmiðjuni so vanir
við.
Sum skilst hava teir eina
tummilfingrareglu sum sig
ur, at tað vanliga tekur
tveimum monnum ein dag
at taka ein planka út og ein
dag at seta tann nýggja í
aftur.
– Eftir ætlanini byrja vit
arbeiðið í dag, sigur Olav.
Ólavur er bygdur í 1939 í
Vestmanna úr eik og furu.
Tann minsta
Vestmanna Skipasmiðja er
tann minsta skipasmiðjan í
tí stóra Skipasmiðjusamtaki
num, sum fevnir um Tórs
havnar Skipasmiðju, Skála
Skipasmiðju,
Vestmanna
Skipasmiðju og FJM Runa
vík.
Her í Vestmanna hevur
ein lagt serligan dent á at
gera umvælingar á skip og
bátar, umframt alt vanligt
smiðju og sveisiarbeiði.
Ein eykalutagoymsla er
eisini í Vestmanna, og sam
band er við høvuðsgoymsl
una í Havn nærum hvønn
dag, soleiðis at goymslulutir
kunnu útvegast haðani eftir
lítlari løtu.
Afturat vanliga virksemi
num selur skipasmiðjan eis
ini máling til bæði hús og
bátar. Deildin hjá Litaval í
Vestmanna er somuleiðis á
skipasmiðjuni.
– Vit átaka okkum mest
smærri arbeiðir, sigur Olav
Olsen.
Umframt Ólavur standa
tveir aðrir bátar eisini á
skipasmiðjuni í Vestmanna.
Her er mest talan um trygg
ingarskaðar.
Hesi arbeiðini eru komin
so mikið langt, at allir trígg
ir bátarnir kunnu fara á
sjógv aftur rættiliga skjótt.
Ein planki má skiftast
Alfred Olsen, eigari av
“Ólavur” skoðar skaðan í
bakborð
Mynd: Jens Kristian Vang
Skipasmiðjan í Vestmanna er
ikki stór, men at taka bátar
upp í eini stødd sum teirri hjá
Ólavuri er eingin trupulleiki
Mynd: Jens Kristian Vang
Í ókyrru ein
heystardag á
Slættanesi fekk
“Ólavur” úr
Vestmanna ein
lítlan skaða í
bakborðssíðu.
Nú verður skaðin
umvældur á
Vestmanna
Skipasmiðju
Sangløtur í Suðuroya
Nú jólini nærkast eru fleiri áhugaverd tiltøk í oynni.
Millum tey, sum hugna um nú tað stundar til jóla, er
Suðuroyarkórið. Hesa vikuna fer Suðuroyarkórið at hava
sangløtur ymsastaðni í oynni. Byrjað verður týskvøldið
kl. 20 í Salem á Tvøroyri og síðani verður hildið fram
í Vitninum í Hvalba mikukvøldið 20. Á skránni verða
jólasangir og vanligir andaligir sangir. Suðuroyarkórið
hevur verið virkið í 5 ár og telur umleið 30 fólk úr allari
oynni. Kórleiðari er John í Skemmuni.
Grønlendsk sending á Lindini
Sunnukvøldið var á fyrsta sinni send sendingin ”Lindin – eisini fyri
grønlendingar”. Hetta er ein sending á grønlendskum, fyri grønlendingar
og um Grønland, við grønlendskum sálmum og sangum. Vertir í
sendingini eru Cecilia Poulsen og Mari í Løðuni. Tær hava í eina tíð
hugsað um henda møguleikan, og tá tær so settu seg í samband við
leiðsluna í Lindini, var leyst og liðugt beinanvegin. Umframt hesar
sendingarnar hevur Lindin eisini havt sendingar á enskum máli. Nú kom
so grønlendskt eisini uppí. Sendingin fór av bakkastokki kl. 19:30
sunnukvøldið og verður endursend fríggjadagin aftaná kl. 17. Ætlanin er
at hava sendingina 14. hvønn dag, men fram móti jólum verður hon send
hvørja viku.