Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-07, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2007síða 52

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Rákið Sosialurin desember 2007 Politiskar stjørnur Nú er lag á kvinnu at søkja sær íblástur til eina møguliga karrieru í føroyskum politikki. Tí meðan tær og vit bíða eftir løgtingsvalinum er bert at tríva í onkra av mongu ævi­ søgunum um kvinnuligar politikarar, ið eru komar út í ár Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Maktkvinnan Ritt Mette Højbjerg og Sandy French, Ritt, Lindhardt & Ringhof, 2007 Tá Ritt Bjerregaard fór uppí danskan politikk, var tað fyrst og fremst við tí fyri eyga at fáa beinleiðis ávirkan á mátan, ið samfelagið er skrúvað saman. Í sínum 40 árini á toppinum í politikki hevur hon havt makt – og mist hana aftur orsakað av prinsippum, treiskni og innanhýsis politiskum maktstríði. Hon er kend fyri at vera hørð, høgt mett fyri síni evni at gjøgnumskoða politiska spælið og áhugaverd sum ein ofta sera provokerandi politikari. Nýggja ævisøgan byggir á samrøður við Ritt Bjerregaard sjálva, við hennara familju, politiskar starvsfelagaðar, vinir og fíggindar. Soleiðis fáa vit eitt forkunnugt innlit í politiska spælið kring maktina og í teir tankar, Ritt Bjerregaard hevur gjørt sær í truplum og avgerandi løtum. Stjørnuskotið Helle Jacob Nielsen, Helle for magten, Politikens Forlag, 2007 Hvussu bar tað til, at eitt ókent andlit sum eitt stjørnuskot brádliga á várið í 2005 skuggaði fyri øllum øðrum á danska, politiska himlinum? Og hvaðani fekk Helle Thorning- Schmidt trúnna uppá og dirvið til at lova veljararnum at hon kundi vinna á Fogh? Í Helle for magten, fyrsta ævisøgan um Helle Thorning-Schmidt, gevur journalisturin Jacob Nielsen eitt boð uppá, hvat bylgist innan í mest umrøddu kvinnuni í donskum politikki seinnu árini. Helle for magten byggir á skjøl, ið ikki hava verið frammi fyrr umframt á samrøður við meira enn 100 heimildarfólk. Politiskir við- og mótspælarar, hennara altjóða netverk, vinir og familja geva hvør sær eitt íkast til puslispælið, ið er politikarin og floksformaðurin Helle Thorning-Schmidt. Slóðbrótarin Marita Dagny Joensen, Marita – eitt konubrot í landsins søgu, MS, 2007 Maritu Petersen skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum. Tað ger rithøvundurin Dagny Joensen eisini við hesi fyrstu ævisøguni um ein kvinnuligan, føroyskan politikara. Hetta er søgan um kvinnuna, ið at kalla legði lunnar undir eina nýggja kvinnumentan, sum slóðaði fyri, at kvinnur á øllum økjum í samfelagnum kunnu taka ábyrgd á jøvnum føti við menn. Høvundurin vísir á, at tá ið søgubøkurnar seinni fara at umrøða leiklutin hjá Maritu Petersen í føroyska samfelagnum, fær tann politiski parturin uttan iva ein týðandi leiklut. Í hesi bókini hevur høvundurin tí valt líta aftur um bak at vita, hvat tað var, sum gjørdi Maritu Petersen til tað áhaldandi og ósjálvsøkna fólk, hon var. Politiskur búkdansari Louise Frevert, Grib Chanchen, People’s Press, 2007 Louise Frevert er ein av mest umrøddu kvinnunum í donskum politikki. Sum limur í Danska Fólkaflokkinum gjørdist hon eitt kent andlit í fjølmiðlunum – bæði tí hon var so bersøgin men eisini tí, hennara fortíð er so øðrvísi, enn tann hjá flestu øðrum politikarum. Bókin Grib Chancen sigur spennandi og fjøltáttaðu søguna um privatpersónin Louise Frevert. Um barndómin á Frederiksberg, um hvussu hon royndi seg sum dansari í Danmark, Iran og New York. Um hvussu hugtikin hon er av búkdansi, um lívið sum kvinna og mamma og um, hvussu hon kom uppí politikk og Danska Fólkaflokkinum. Bókin er eisini uppgerðin hjá Fervert við leiðsluna í Danska Fólkaflokkinum, har hon sigur sína søgu um, hvussu flokkurin sær út innanífrá. Noktar at svíkja Benazir Bhutto, Datter af Østen, TV2 News, 2007 ”Eg eri fullgreið yvir, at eg kann verða myrd í somu løtu, mítt flogfar lendir í Pakistan”, skrivar Benazir Bhutto í nýggju sjálvævisøgu síni Datter af Østen. Stutt eftir var hennara óhugnaligi spádómur líka við at gerast veruleiki, tá ein atsókn tók lívið av 140 fólkum, sum ynsktu Bhutto vælafturkomna til Pakistan. Men hví vendir pakistanski mótstøðu- leiðarin, Benazir Bhutto aftur til hendan ruðuleika, tá hon kundi verið verandi trygg í sini útlegd? Svarið fáa vit í nýggju sjálvævisøguni, ið avdúkar, hvør drívmegin er hjá hesi kvinnu, ið júst nú setur sítt lív í váða í Pakistan: Tað er hennara land, hennara fólk, sum verður vanrøkt av religiøsum ekstremistum – Bhutto kann stutt sagt ikki svíkja síni egnu. Hillary tann fyrsta Carl Bernstein, Hillary Rodham Clinton, TV2 News, 2007 Hennara persónliga styrki og útstráling hugtaka. Øll hava eina meining um Hillary Rodham Clinton, hvørt tað er fyri ella ímóti tí, hon stendur fyri. Men hvør er drívmegin hjá hesi politisku heimsstjørnu, og hvørji eru hennara mál? Kann tað hugsast, at strangi pápi hennara hevur ein leiklut í hesum? Carl Bernstein, sum slóð navn sítt fast, tá hann var við til at avdúka Watergate-gøluna, hevur skrivað mest fullfíggjaðu ævisøguna higartil um kvinnuna, politikaran, konuna, taktikarin og fenomenið Hillary Rodham Clinton. Fyrrverandi forsetafrúan, ið noktaði at standa í skugganum av manni sínum, smæðist heldur ikki burtur í stríðnum nú um ikki bara at gerast forseti í USA, men eisini fyrsti kvinnuligi, amerikanski forsetin nakrantíð. Ikki til at vika Birthe Rønn Hornbech, Fra Krigsbarn til folkevalgt, Vartov DR, 2007 Nýggi danski ráð- harrin í innflytara- málum, Birthe Rønn Hornbech, er ein tann mest markanti politikarin um okkara leiðir. Kvinnan, ið aldrin letur seg mutra, hevur eitt nú fleiri ferðir sett seg upp móti sínum egna flokki, um okkurt eftir hennara tykki hevur verið í stríð við grundlógina ella hennara persónligu frælsishugsjón. Í 10 útvarpsfyrilestrum fyrr í ár greiddi Hornbech frá sínum privata og almenna lívi, sæð í mun til søguligar hendingar, ið hava sett dám á hennara lívsskeið. Nú eru so fyrilestrarnir savnaðir í bókini, Fra krigsbarn til folkevalgt, ið er ein litrík blanding av minnum, hugleið- ingum og frásagnum, ið vísa, hvussu nakað so sjáldsamt sum ein gjøgnum- hugsað og samanhangandi lívsfatan er vorðin til. »Mær dámar at hava makt. Makt kann brúkast til at skapa broytingar og ítøkiligar ábøtur« Ritt Bjerregaard