týsdagur 11. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 240 - 11. desember 2007
- Eg taki mær ikki
av tí, tá ið kritikarar
finnast at mínum
tónleiki. Fólkini, sum
keypa og lurta eftir
mínum tónleiki, eru
røttu dómararnir,
sigur Johnny Logan,
sum hevur konsert í
Havn í kvøld
Johnny Logan
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
- Eg eri íri, men eg eri fødd-
ur on the road.
Tað sigur 53 ára gamli
Johnny Logan, sum í dag
vitjar í Føroyum, her hann
skal hava konsert í Norður-
landahúsinum í Havn.
- Pápi mín var tónleikari,
og eg havi ferðast nógv. Eg
eri íri, men eg eri faktiskt
føddur í Australia, og beiggi
mín er føddur í Skotlandi,
sigur hann.
At Logan er íri hoyrdist
aftur, tá ið hann vitjaði á
Rás 2 í morgun.
- Tá ið eg var í Føroyum
seinast, mátti tú vera limur
í einum ølklubba fyri at fáa
eina øl. Tað skilti eg einki
av. Nú er tað broytt, og eg
eri eisini broyttur, tí eg
drekki ikki longur, segði
hann á rásini.
Harra Grand Prix
Johnny Logan er serliga
kendur sum vinnari av
europeiska Tónleika Grand
Prixnum. Hann vann kapp-
ingina fyrstu ferð í 1980
við What’s Another Year,
síðani í 1897 við Hold Me
Now, sum er hansara størsta
hitt, og síðani skrivaði hann
vinnarasangin hjá Lindu
Martin í 1992.
Johnny Logan er fram-
vegis
virkin
tónleikari.
Hann gevur tónleik út og er
støðugt á ferð.
Seinasta
útgávan
hjá
honum The Irish Connection
hevur selt sera væl í Norð-
urlondum. Logan hevur
fingið platin fyri søluna í
Danmark og dupult platin í
Noregi. Logan hevur seinnu
árini eisini havt hitt í mið-
europa.
Fólkið skal døma
Johnny Logan hevur ikki
verið nakar favorittur mill-
um ummælarar, men tað
leggur hann lítið í.
- Eg taki mær ikki av tí,
tá ið kritikarar finnast at
mínum tónleiki. Fólkini,
sum keypa og lurta eftir
mínum tónleiki, eru røttu
dómararnir. Tey kunnu veru-
liga meta um tónleikin og
ikki tey, sum fáa pengar
fyri at finnast at, sigur
Johnny Logan.
Og fólkið sleppur at meta
um og døma tónleikin hjá
Logan, tá ið hann í kvøld
spælir á jólakonsert í Norð-
urlandahúsinum.
Og mann hann ikki eisini
fara at tríva í gomlu Grand
Prix-slagararnar...
PARTABRØVINI HILDU ÁFRAM AT HÆKKA
Partabrøvini í Evropa hækkaði triðju viku á rað og
liggja 1,4% hægri enn fyri viku síðan. Hetta er bert
6% frá tí hægsta tey vóru undan lækkingini í juli.
Hækkingin stavaði frá góðum lyklatølum m.a frá
fleiri bíleggingum í USA. George Bush forseti
legði eisini fram eina ætlan um, hvussu teir nógvu
húsaeigarirnir, sum eru komnir í rasshaft av
teimum sokallaðu sub-prime lánunum, kunnu
umfíggja síni lán og harvið sleppa undan
tvingsilssølu av húsum teirra.
Sum mett lækkaði Ongland rentuna. Hóast ECB
ikki broytti rentuna var stjórin Trichet greiður.
Sjálvt um búskaparligu árinini av lánikreppuni
skulu takast í álvara, leggja teir størri áherðslu á
vaksandi prísvøkstur í Evropa sum komandi ár fer
at liggja yvir málið hjá ECB. At fleiri limir í ECB
høvdu mælt til at hækka rentuna, ger sítt til, at
marknaðurin væntar eina rentuhækking í Evropa.
ATLANTIC AIRWAYS SKRÁSETT
Mánadagin var Atlantic Airways skrásett. Kursurin
liggur í dag á 263. Tekningarkursurin var 261.
Kaupthing
Bank
hevur
keypstilmæli
á
Kaupthing.fo.
RENTAN HÆKKAÐI
10 ára danska lánsbrævarentan hækkaði brádliga
fríggjadagin og hon liggur á 4,38% sum er 0,20%
hægri enn fyri viku síðan. At rentan hækkaði,
kann stava frá arbeiðsmarknaðartølunum úr USA
sum hóast tey gjørdust eins og mett, benda á at
amerikanski búskapurin hevur tað frægari enn
óttast var fyri. Hetta fekk íleggjarar at venda
eyguni frá láni– og bústaðarkreppuni eina løtu og
leggja størri dent á prísvøksturin, í staðin fyri
vandan fyri steðgi í altjóða búskaparvøkstrinum.
Rentan er tó framvegis lág . Hetta er tí eitt gott
høvi hjá lántakarum at læsa rentuna fasta.
HESA VIKUNA
Tað ið kann ávirka fíggjarmarknaðirnar hesa
vikuna er rentufundurin í FED ídag. Marknaðurin
er ósamdur um rentan verður lækkað 0,25% ella
0,50%. 2/3 meta at rentan niður í 4,25%. Týska
ídnaðarálitistalið ZEW kemur ídag. Hósdagin
verða tøl fyri smásøluna í USA avdúkaði, meðan
brúkaraprísirnir verða kunngjørdir fríggjadagin.
Broytingarnar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðarnar.
Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella
líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari.
Postsmoga 3090, Bókbindaragøta 8, 110 Tórshavn, Tel 351500, Faks 351501, kf@kaupthing.fo, www.kaupthing.fo
M A R K N A Ð A R R Á K
V I K A 5 0 2 0 0 7
Vísital fyri norrøn partabrøv
Donsk 10-ára renta
Marknaðir
Kursur
+/- %
Norðurlond
1397,84
+ 3,24%
Alheims partabrøv
8327,06
+ 3,43%
Atlantic Petroleum
1838,00
+ 2,4%
Føroya Banki
190,00
-3,55%
Eik Banki
535,00
+ 2,88%
KB Trygg Eurostoxx
111,57
+ 2,38%
USD
507,16
+ 0,37%
JPY
4,54
-1,26%
4,1%
4,3%
4,5%
11/09
12/10
12/11
1310
1410
1510
11/09
12/10
12/11
Fólkið skal døma mín tónleik
Johnny Logan vitjar í Føroyum fyri fyrstu ferð í 18 ár
Mynd: Álvur Haraldsen