Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-10, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 10. desember 2007 44 Jól í Brasilia Brasilia er millum tey londini, sum eru alvís í, at tey ikki fáa nøkur hvít jól. Kortini spæla Jólini ein stóran leiklut í hesum heita og stóra landinum. Í Brasilia eru Jólini serliga ein familjuhátíð. Jólasiðirnir hava sítt støðið í teimum evropeisku jólasiðunum. Serliga jólasiðunum hjá gamla móðirlandinum Portugal. Brasilia var ein portugisisk koloni fram til 7. september 1822, tá teir loystu frá Portugal. Jesuitarnir vóru teir fyrstu, ið førdu jólasiðirnar til landið. Millum 24. desember og 6. januar er eitt hátíðarhald í teimum mest siðvandu landslutunum. Brasiliubúgvar nevna hátíðarhaldið Folia de Reis. Fólk ganga í skrúðgongum, og syngja jólasálmar fyri “Menino-Deus” (Jesus-barnið) og Teimum Trimum Vísmonnunum. Í Landssynningshorninum í Brasilia, í býunum Sao Paulo, Rio de Janeiro og Belo Horizonte minna jólasiðirnir meir um jólasiðirnar í Norður-Amerika og Norður- Evropa. Har er meiri vanligt við at geva hvørjum øðrum gávur, og at senda jólakort, og at prýða húsini, og handilsbygningarnar. Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Rein føroysk ull! Fartelduna fært tú hjá okkum Stórt úrval av súkklum! 7-armaður staki Nú 50,- Spar 39,95