týsdagur 11. desember 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 240 - 11. desember 2007
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Deildarleiðarar til Heimatænastuna
í Suðurstreymoy - øki 1
Heimatænastan í Suðurstreymoy søkir
eftir deildarleiðarum.
Heimatænastan í Tórshavn er býtt í 3 økir,
Vestur-, Eystur- og Miðøkið. Í hvørjum øki
er ein tvørfakligur bólkur av starvsfólki
við heilsuhjálparum, heilsurøktarum
og sjúkrarøktarfrøðingum. Til hesar
tvørfakligu bólkarnar sóknast vit eftir 3
deildarleiðarum.
Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna
av einum tvørfakligum bólki og sam-
starvar í toymi saman við hinum deildar-
leiðarunum og deildarleiðaranum fyri
sambýlini.
Deildarleiðararnir eru undir leiðslu av
økisleiðaranum. Uppgávan verður, saman
við starvsfólkunum og leiðslutoyminum
at skipa eina samansjóðaða tænastu, har
vit við umsorgan stuðla undir
virkisførleika og vælveru hjá tí einstaka
borgaranum.
Vit vænta av tær, at tú
• Hevur útbúgving innan heilsurøkt
• Hevur hug og hegni at leiða og fyrisita
• Evnar at samstarva við bæði brúkara,
avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Royndir og útbúgving í fyrisiting og
leiðslu er ein fyrimunur
Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av
• Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdini av
veittum tænastum.
• At leiða, stuðla og menna starvsfólki
• At virka verður innan givnar
fíggjarkarmar
Vit kunnu bjóða
• Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Fakliga og persónliga menning
Setanartreytir
Lønar og setanartreytir eru sambært
sáttmála við Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Um tú ynskir at vita meira um starvið
kann tú venda tær til Ceciliu Vestureið,
økisleiðara, ceciliav@naerverk.fo , tlf. 31
72 49 ella 21 72 49
Umsókn
Umsóknin skal sendast og stílast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Argjavegur 26
100-Tórshavn
Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari
Viðmerkt: umsókn
Umsóknarfreist 14. desember
2007 kl. 12.00
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Lisbeth og Henrik siga stopp
Fleiri profilar í føroyskum politikki stilla ikki upp aftur á løgtingsvali
num í januar, og harvið takka teir fyri seg í landspolitikki. Tveir av
hesum politikarum vitja í morgunsendini mikumorgunin. Henrik
Old hevur sitið í løgtinginum seinastu 23 árini, men nú tekur hann
seg aftur, og tað sama ger Lisbeth L. Petersen, sum varð vald í
løgtingið fyrstu ferð í 1990. Tey bæði fara at hugleiða um tíðina í
politikki, hvørjar stóru løturnar hava verið, og hvat tey vildu havt
gjørt øðrvísi.
eydna & eyðun
Jólamatur og íløgur
Í morgunsendingini mikudagin verður eisini tosað
um jólamat og um íløgur, og vit spyrja, hvussu tað
kann bera til, at fólk vilja gjalda upp í 60.000 krónur
fyri eina konsert við rockbólki, sum ikki hevur spælt
saman í 19 ár.
Nyrup á Rás 2
Mikudagin verður samrøða við fyrrverandi
danska forsætismálaráðharran Poul Nyrup
Rasmussen í morgunsendingini á Rás 2.
Nyrup hevur júst givið nýggja bók út um
hugtakið kasinoøkonomi, sum hann heldur
er ein hóttan móti samfelagnum og
vælferðini. Tosað verður við hann um bókina
og hugtakið, og eisini verður tosað um, hvat
hann hevur fingið tíðina at ganga við, síðani
hann fór úr sessinum sum forsætisráðharri í
Danmark.
MORguNseNDiNgiN
Mikudagin 9.0012.00