Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 11. desember 2007 43 Kristnir jólasiðir: Jólatræið Øll kenna jólatræið og jólahosuna, men hvar er kristna innihaldið í hesum og øðrum, ið vit knýta til jólini? Fyri sløkum 200 árum síðani kom jólatræið til Danmarkar, men tað varð ikki beinanvegin tikið ímóti tí við opnum ørmum. Um ein ikki roknar tann hægra borgaraskapin uppí og nøkur úr aðalstættini, var stór mótstøða móti tí. Millum hesi taldist kenda sálmaskaldið og gudfrøðingurin Grundtvig, sum metti hetta træið sum ein falskan og útvatnaðan kristindóm. So líðandi gjørdust jólatrøini kortini vanlig í Danmark, og Grundtvig fekk eyguni upp fyri, at grøna træið var sent av himli. Tað hevur eisini eina kristna bakgrund: Ein gomul søga er um, at enski munkurin, Skt. Boniface og sum seinni gjørdist halgimenni, fór til Bayern í árinum 732. Um hetta mundið vórðu menniskju ofrað í Bayern, og ein dagin sá Boniface nakrar heidningar vera í holt við at ofra ein drong til eitt eikitræ. Hetta ætlaði Boniface at forða fyri, og feldi tí træið. Men so hendi undrið: Eitt lítið granntræ vaks upp úr rótunum á eikini, og tí gjørdi hann træið til eitt kristiligt symbol. Tríhyrnta træið verður eisini sagt at vera eitt tekin um tríeindina, og tann altíð grøni liturin sum eitt symbol uppá vónina um æviga lívið. (Kelda: kristendom.dk) J.C. SvaboS gøta 8 · Fo-100 tórShavn tel. 30 91 30 · www.Stikkan.Fo Fyrr 2.995,- Nú 1.995,- Nálatøvimaskina Hiti • Ventilatión • Sanitet Stórt úrval av goðsbað Tel 309 310 demich@demich.fo www.demich.fo Biga ...smartari og betri! Staravegur 5 • FO-100 Tórshavn • tlf. 31 48 40 fax 31 48 60 • biga@kallnet.fo • www.biga.dk Wc útstillingsmøbil fyrr 53.300 NÚ ENaNS 26.600 Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri   Tú og — vinna hvørjaferð! Les meira á www.ekort.fo Brá Klædnahandil 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna