Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 241 - 12. desember 2007 Ein íslendskur studenta­næmingur va­r um reppið a­t sleppa­ a­lla­n vegin ígjøgnum til a­mer­ ika­nska­ forseta­n, George W. Bush, tá ha­nn ringdi eitt numma­r í Hvítu Húsunum, ið ikki er ætla­ð a­lmenninginum SKÁLKABRAGD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 16-ára gamli Vífill Atlason helt sjálvur, at hann fekk eitt fínt hugskot, tá hann kom fram á eitt telefon- nummar, hann einaferð hevði fingið, og sum eftir hvat sigst skuldi verða beinleiðis til skrivstovuna hjá Bush í Hvítu Húsunum. Til stuttleika ringdi hann upp, og tá hornið varð tikið í hinum endanum, var tað eitt starvsfólk í vestvongin- um í Hvítu Húsunum. Atla- son greiddi við síni djúpastu rødd frá, at hann var íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, og at hann ætlaði at tosa við George W. Bush, fyri at bjóða honum til ein privatan fund í Íslandi. - Eg ætlaði bara at práta eitt sindur við hann og bjóða honum til Íslands fyri at vita, hvat hann segði til tað, segði nasadjarvi ungl- ingin við ABC News. Hann bleiv undir telefon- samrøðuni stillaður um gjøgnum øll tey Hvítu Hús- ini og spurdur um smálutir um forsetan, til hann endaði á sjálvari skrivstovuni hjá Bush. - Tey royndu at eftirkanna meg við at seta spurningar um føðingardag forsetans, heimstað hansara og hvussu foreldrini eita. Men eg hevði Wikipedia opið og aðrar heimasíður við, so tað var als eingin trupulleiki hjá mær at svara spurning- unum, greiddi Atlason frá. Tá skúlanæmingurin kom til forskrivstovuna hjá Bush, endaði leikurin tó, tí tá fekk hann at vita, at for- setin sat á fundi. Men tað varð kortini lovað honum, at Bush skuldi ringja aftur fáar dagar seinni. Tikin og avhoyrdur Men tá nakar setti seg í sam- band við Vífill Atlason aftur hesum viðvíkjandi, var tað ikki George W. Bush, men íslendska løg- reglan, sum kom eftir hon- um heima við hús og tóku hann við á løgreglustovuna. Har varð hann avhoyrdur gjølla og leingi um, hvar hann hevði fingið telefon- nummarið frá. - Eg minnist satt at siga ikki, hvussu eg fekk fatur á nummarinum, men tað eru fleiri ár síðani, segði hann. Nummarið vísti seg at vera beinleiðis linjan til Secret Service Uniform Division, sum tekur sær av trygdini hjá forsetanum. - Eg gjørdist skelkað, tá løgreglan kom eftir honum, men eg kundi ikki rættiliga gerast ill við hann. Hann er jú ein uppfinnsamur drong- ur, og hann er nú vorðin ein fólkahetja í Íslandi, fortelur mamman, sum illa fær fjalt stoltleikan um sonin. Vífill Atlason bleiv eftir avhoyringina koyrdur heim til foreldrini aftur. Hann varð fyrst hóttur við inn- ferðarbanni í USA, men hetta bann varð seinni tikið aftur. Secrety Service vil ikki gera viðmerkingar til hendingina, skriva íslendsk og donsk bløð. Vildi tosa við Bush Var tað ikki tí, at George W. Bush sat á fundi, hevði 16-ára gamli íslendski studentaskúlanæming- urin, Vífill Atlason, fingið orðið á hann í telefonini