hósdagur 13. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Løgtingsvalið 19. januar 2008
viðmerkingar
Nr. 242 - 13. desember 2007
Karikaturtekningin av Kitty
May Ellefsen spreingir øll
etisk og moralsk mørk fyri,
hvussu langt ein fjølmiðil
kann loyva sær at fara í síni
"skemtiligu" niðurgerðing
av einum persóni.
Ljóti boðskapurin í tekn
ingi kann fyri kvinnurnar í
hesum landi samanberast
við karikaturtekningarnar
av profetinum Muhammed
í Jyllandsposten, sum leyp
øði á muslimska heimin.
Hvat billa Sosialurin og
Óli P. sær inn at niðurgera
eitt kvinnuligt valevni, eina
konu og mammu á slíkan
hátt? Við hesi karikatur
tekning eru Sosialurin og
Óli P. dumpaðir. Tekningin
er hvørki stuttlig ella
skemtilig. Heldur myndar
tekningin ta fáfongd, sum
valdar millum mannfólk, tá
sterkar, vælútbúnar kvinn
ur tora at trína inn á ein í
aðramáta so mannsdomi
neraðan leikvøll uttan at
smæðast burtur. Hví skal
Kitty May ikki hava loyvi
at skifta meining? Dømi
eru um onnur, mannfólk
sum konufólk, sum snikka
leys eru lopin úr einum
flokki til tann næsta –
eisini á Løgtingi uttan at
hesi eru úthongd á slíkan
niðurgerandi og ærumeið
andi hátt við kynsligum
undirtónum.
Eg gevi Sosialinum og
Óla P. reytt kort fyri hesa
tekning. Um rætt skal vera
rætt, so eigur tekningin at
verða dømd deyð at vera
og strikað í allar ævir. Vón
andi tekur fjølmiðlanevnd
in av sínum eintingum
tekningina til viðgerðar, tí
mark er fyri, hvussu langt
ein fjølmiðil kann loyva
sær at fara við sínum út
spillingum. Eisini tá talan
er um karikaturtekningar.
Anni á Hædd
Tað var ógviliga hugstoytt,
tá Sambandið fyri eini viku
síðani stakk samgonguna í
ryggin og fór í part við
Tjóðveldinum. Tí sam
stundis blakaðu teir eina
røð av stórum góðum sam
gongumálum fyri borð, so
tey ikki kundu verða enda
liga samtykt og koma í
gildi.
Hetta var ein ábyrgdar
leys avgerð hjá Sambandi
num, tá man hugsar um
teir stóru negativu avleið
ingarnar fyri vælferðina í
Føroyum. Tí avgerðin
beindi fyri nógvum góðum
málum, sum lógu bæði í
Vinnunevndini, Mentanar
nevndini, Trivnaðarnevnd
ini og Fíggjarnevndini –
harí øll fíggjarlógin – eitt
tað besta fíggjarlógar
uppskotið nakrantíð fyri
alt vælferðarøkið.
Tað tók edmundsvong
inum ein heilan dag at
kroysta flokkin til hesa
avgerðina, og grundgeving
arnar eru eisini ússaligar.
Onnur var uppskotið hjá
John um nýggjan studenta
skúla – men tað hevði hann
tikið aftur 5 tímar áðrenn
avgerðina hjá Sambandi
num. Hin var uppskotið hjá
Anfinn um tunnil Norður
um fjall, har ein av fremstu
sambandsmonnunum eisini
var uppskotsstillari. Men
tað hevði Sambandið livað
við í 14 dagar haruppií
ein samgongufund – uttan
at øna eitt orð! Helst tí teir
høvdu fingið at vita frá
samgonguumboðunum í
Vinnunevndini, at hetta var
eitt paraduuppskot, sum
ikki varð tikið undir við.
So tá Sambandið vísir til
politiska ábyrgd, so pynta
teir seg við læntum fjað
rum. Hetta við “ábyrgd”
var uppfunnið til dagin
berur taktikkur fyri at
stinga hinum samgongu
flokkunum politisk skør.
Sambandið forroknaði
seg...
Sambandið gremur seg nú
aftaná um at løgmaður ikki
nýttist at útskriva val
beinanvegin, fyri tað um
teir høvdu slitið samgongu
samstarvið. Eg veit at
Sambandið fullkomiliga
varð tikið á bóli tórskvøld
ið – teir høvdu als ikki
roknað við at løgmaður tók
avleiðingarnar av teirra
undanstøkking og útskriv
aðí valið beinanvegin tí
teir høvdu roknað við at
sloppið at fingið 12 dagar
aftrat at pilka nøkur av
málunum, sum lógu í
nevndunum, burturúr og
fáa tey samtykt, áðrenn
endaligu freistina
leygardagin t. 8. des.
Ein ábyrgdarleysur
taktikkur
Henda dulda ætlanin hjá
Sambandinum avdúkar
manglandi ábyrgd og virð
ing fyri tingviðgerðini av
málunum. Nevndirnar vóru
als ikki lidnar við viðgerð
ina av málunum. Men eftir
ætlanini hjá Sambandinum
skuldi samgongumeirilutin
so bara steðga allari við
gerð í nevndunum, skriva
álit í óðum verkum og
skrumbla málini ígjøgnum
2. og 3. viðgerð í løgting
inum við at bróta allar
tíðarfreistir – alt uppá
hálvanannan dag!
Ógjørligt! Og tað hevði
verið brot á allar fólka
ræðisligar mannagongdir.
Tí var rætt, at løgmaður
tók avleiðingarnar av, at
Sambandið leyp frá, og
útskrivaði valið.
Øll hesi góðu málini?
Tey koma øll aftur fyri
tingið í februar, tá nýggja
løgtingið kemur saman
aftur. Tað syrgir Javnað
arflokkurin fyri.
Sambandið valdi taktikkin fram um
ábyrgdina, leyp í føvningin á Tjóðveldinum
- og blakaði tey góðu málini fyri borð
Javnaðarflokkurin
HAns PAuli
strøm
Val
Flestu smádreingir vilja
heldur hava harðar jóla
pakkar enn bleytar.
Í hørðu pakkunum er
oftani leikutoy ella
óneyðugt tingeltangl.
Oftast eru tað kvinn
urnar: ommurnar og
mammurnar sum syrgja
fyri at tær nyttugu
gávurnar – tær bleytu ,
liggja undir trænum.
Tá fyrsti gleðisrúsurin er
av, og køldu vetrardagarnir
í januar koma, er gott við
pløggunum sum vóru í
“bleytu pakkunum”.
Soleiðis er eisini í sam
felagnum Føroyar: vit
ynskja okkum alt møguligt
“leikutoy”, men fyri at
framhaldandi menning, og
luttøka í Europeiska sam
starvinum skal tryggjast
komandi ættarliðum, er
neyðugt at vit nú raðfesta
teir “neyðugu” bleytu
pakkarnar, so sum vitan,
útbúgving, gransking og
vælferðar/ heilsuskipan.
Eisini mugu vit stað
festa, at kvinnurnar oftani
eru tær ið best duga skyna
ímillum , hvat er “leikut
oy”, og hvat er alneyðugt (
og so eru vit nakrir menn
sum eisini hava skilt tað,
tíbetur)
Eg sat á áhoyrarapláss
unum í tinghúsinum
hóskvøldið, og kendi tað á
ein hátt sum ein lætta tá
løgmaður at enda “hálaði
stikkarin úr” og sløkti
samgonguna– annars hevði
alt tað politiska“jólatræði”
futtað av. Ábyrgdarloysi er
kortini stórt, soleiðis at
blakað samfelagið út í
valstríðið, uttan at hava
loyst tað grundleggjandi
politisku uppgávuna: at
syrgja fyri at ein samtykt
fíggjarlóg fyriliggur
Mítt ynski er at vit eftir
valið komandi fáa eina
tingmanning sum skilir og
megnar politisku uppgáv
una, nevniliga neyv og røtt
raðfesting, og ikki brúkar
alt til “harðar pakkar”.
Um harðar og bleytar jólapakkar
– og um politiska ábyrgd
Valevni hjá fólkaflokkinum
tummAs
í GArði
Val
Lag: Nissumamma og nissupápi........
Nissukonur og nissumenn, sita inni á Tingi,
nissugávur, nissuløn hava tær nú fingið.
Klóka nissa pena nissa,
smarta nissa eydnu nissa,
eyguni tey glampa,
allar nissur trampa.
Reyða mappu, pengapung, allar nissur hava,
goyma sína eftirløn, og meira til sín skava.
Reyvalummin tjúkkur er,
hetta er jú besta verð,
sum tær allar nýta,
eingin vil tær slíta.
Allar nissur eru nú, mettar og so glaðar,
ræstan fisk og garnatálg ei til nissumagar.
Sushi, búff og dunnusteik,
rísingreyt og sleikisneis,
og ein stóran pakka,
fólkinum nú takka.
Pakkar eru ymiskir, harðir og so bleytir,
harðir eru allarbest, men allir gera skreytir.
Bleytir krevja vit og skil,
oftast vil tað illa til,
tí nissur ikki skilja,
hvat ið tær tá vilja.
Valdømir og bilahol stóð á ynskilista,
nissur vildi hava sítt, á Tingi sum tað fyrsta.
Grát og grenj um hvat og nær,
pengarnir hjá tær og mær,
eingin spurdi eftir,
fíggjarlóg í pettir.
Nú tað aftur verða skal, nissuval í Føroyum,
allar nissur gleða seg, og hjálpa øðrum hvørjum
allar nissur lova nógv,
summar lova stemmutjógv,
aðrar bilatunnlar,
onkur oljubrunnar.
Nissukonur og nissumenn, elska Nissutingi,
nissugávur, nissuløn, sum tær hava fingið .
Klóka nissa pena nissa,
smarta nissa eydnu nissa,
eyguni tey glampa,
fólkið niður trampa.
Gleðilig jól & gott nýggjár.
Mourits
NissuTing
38
Reytt kort til Sosialin og Óla P