fríggjadagur 14. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 14. desember 2007
13
Løgtingsvalið 19. januar 2008
viðmerkingar
37
Tey, sum hava hug at eftir
kanna ósanna pástandin hjá
fólkafloksmanninum
Bjarna Djurholm um, at
rakstrarútreiðslurnar eru
øktar 355 mió.kr. eftir
einum ári, kunnu hyggja í
ein faldara, sum embætis
fólk í Fíggjarmálaráðnum
hava skrivað. Har kann
staðfestast, at rakstrarút
reiðslurnar í veruleikanum
eru øktar 206 mió.kr.
Byrjandi valstríðið í
Føroyum fevnir tíverri um
eitt kríggj um tøl. Seinasti
leikurin hjá Fólkaflokk
inum er at reingja tøl um
rakstrarútreiðslurnar hjá
føroyska samfelagnum.
Tíbetur kunnu veruligu
tølini skjalprógvast av
óheftum keldum.
Djurholm manipulerar
Í grein í bløðunum leggur
Djurholm undirritaða
undir at hava økt rakstrarút
reiðslurnar við 355 mió.
kr. ella 9,5 prosentum eftir
einum ári.
Staðfestast kann, at
landsstýrismaðurin hjá
Fólkaflokkinum velur ikki
at halda seg til sannleikan.
Í staðin manipulerar hann
við tølunum.
Objektiv tøl finnast
Tað kann vera torført hjá
fólki at finna fram til røttu
tølini, og tað er helst hetta,
Djurholm roynir at gera
sær dælt av við sínari
talmanipulatión.
Tíbetur framleiða em
bætisfólk í Fíggjarmála
ráðnum á hvørjum ári ein
faldara, har tey týdningar
mestu tølini eru savnað, og
embætisfólkini gera við
merkingar til tølini.
Framleiðslan av faldara
num fer fram púra leyst av
politiska myndugleikanum.
Faldarin er at finna á
www.fmr.fo, og tú skal
hyggja undir teigin
‘Fíggjarlóg’.
Veruligu tølini
Niðanfyri eru árini 2007
og 2008 endurgivin úr
talvuni á síðu 34 í faldara
num. Býtið millum rakstur
og løgur er soleiðis, at
meðan raksturin veksur við
206 mió. kr. minka løgur
nar og rentuútreiðslurnar
við 105 mió. kr. Vøksturin
í útreiðslunum tilsamans er
tískil 101 mió. kr.
Sostatt er langt millum
sannleikan og tær 355
milliónirnar hjá Djurholm.
Best og rættast hevði verið,
um Djurholm helt seg til
sannleikan.
Fyri rættleikans skyld
skal tó viðmerkjast, at
ætlanin er at brúka aðrar
65 mió. kr. í løgum, uttan
um fíggjarlógina hjá lands
kassanum, at útbyggja
flogvøllin við. Sí talvu
Vøksturin í lagi
Ein kann tó framvegis
halda, at ein vøkstur í
rakstrinum á 206 mió. er
ov nógv, men her skulu vit
minnast til, at nøkur serlig
viðurskifti, sum eisini eru
nevnd á síðu 35 í faldara
num, hava stóra ávirkan á
raksturin í 2008.
Hetta er MVGstuðul til
sethúsabygging, rentu
stuðulin og FASskipanin.
Tilsamans ávirka hesi trý
viðurskifti rakstrarút
reiðslurnar við væl oman
fyri 50 mió. kr.
Eftir eru sostatt umleið
150 mió. kr., sum fyri stór
an part eru lønir. Um vøkst
urin skuldi verið minni,
hevði verið neyðugt at sagt
fólk úr starvi. Hvørji
skuldi tey verið? Lærarar
úr fólkaskúlanum?
Starvsfólk í ellisheimum
og sjúkrahúsum? Ella
skuldu vit í staðin minka
pensiónirnar? Tað kundi
verið áhugavert at hoyrt
sjónarmiðini hjá
Fólkaflokkinum um hetta!
Hetta hevði ikki samsvar
að væl við, at vit eru noydd
til at gera meiri við PISA
trupulleikan og eldraøkið.
Tí er eingin ivi í míni verð,
at vøksturin, sum er rætti
liga væl minni, enn Djur
holm postulerar, er í lagi.
Fólkaflokkurin rennur
undan ábyrgd
Formaðurin í Fólkaflokki
num, Jørgen Niclasen, og
harvið allur flokkurin, hev
ur nú annars verið alment
frammi í Degi og Viku og
staðfest tað, sum onnur
hava vitað leingi. Nevni
liga, at Fólkaflokkurin ikki
tekur undir við einum
ábyrgdarfullum búskapar
politikki, har vit fylla
goymslurnar í góðum tíðum
fyri at hava nakað til at
taka, um tíðirnar gerast
verri.
Hetta undrar neyvan
nakran, ið hevur samstarv
að við Fólkaflokkinum.
Hinvegin er gott at fáa tað
staðfest alment.
Fólkaflokkurin manipulerar við tølum
Landsstýrismaður
Magni
Laksáfoss
Val
Nú eru knapt 10 ár liðin,
síðan lógirnar um sjúklinga
trygd, endurgjaldsábyrgd
og vanlukkutrygging vóru
til viðgerðar á Føroya Løg
tingi, og tær hava verið til
viðgerðar fleiri ferðir síð
an, men enn eru tær báðar
fyrstnevndu ikki settar í
gildi í Føroyum. Tó varð
lógin um sjúklingatrygging
viðtikin á Føroya Løgtingi
í januar 1999 eftir at
Sjálvstýrisflokkurin legði
hana fram, men hon kann
ikki setast í gildi fyrr enn
Endurgjaldsábyrgdarlógin
(Lov om
erstatningsansvar) verður
sett í gildi í Føroyum, og
Endurgjaldsábyrgdarlógin
kann ikki setast í gildi fyrr
enn nýggj van
lukkutryggingarlóg er sett í
gildi, (sambært fyrispurn
ingi 10024 frá 2005).
Verandi vanlukkutrygging
arlóg er frá 1966. Í Dan
mark kom nýggjari lóg í
1978 í staðin fyri tað
gomlu “Ulykkesforsikrings
loven”, tann nýggja verður
nevnd Arbejdsskadesikring
sloven. Í 2007 kom aftur
ein nýggj lóg ístaðin fyri ta
fyrru, henda nevnist
Arbejdsskadeloven, kunn
gerðin eitur “Bekendtgør
else af lov om arbejds
skadesikring”. Tað sær út
til, at vit yvirhøvur ikki
fylgja við á lógarøkinum
sum gevur borgarum
okkara rættartrygd, við tað
at ein persónur kann fáa
endurgjald, um hann/hon
hevur verið úti fyri arbeiðs
vanlukku. Lógin frá 1966
er yvir 40 ára gomul og má
vera avolda, tað hendir jú
so nógv nýtt á arbeiðs
marknaðinum, at lógirnar
mugu endurnýggjast, so
hvørt sum tørvur er á tí.
Ein avleiðing av, at
sjúklingatryggingarlógin
ikki er sett í gildi enn, er
tann at sjúklingar, ið fáa
skeiva viðgerð í føroyska
heilsuverkinum, skulu
sjálvir kunna prógva, at ein
feilur er hendur. Ikki allir
sjúklingar hava orku til tað,
meðan tey eru sjúk. Um
feilurin var farin fram á t.
d. einum donskum
sjúkrahúsi, so var tað als
ikki er neyðugt hjá
sjúklinginum at prógva
nakran feil. Har er tað
grund nokk til endurgjald,
um skaðin við rímiligari
vissu kann sigast at verða
komin orsaka av (...) og so
verða 4 ymiskar grundir
nevndar í lógini (sí nærri
www.patientforsikringen.
dk/loveogpraksis/
patientforsikringsloven.
html). Lógin vísir í fleiri
førum til endurgjaldsábyrg
darlógina, men henda er
ikki sett í gildi í Føroyum
enn, hóast hon hevur verið
løgd fyri Løgtingi 3 ferðir í
1999, 2002 og 2003 (samb.
www.logting.fo). Eg dugi
ikki at síggja, um hon
hevur verið fyri nýliga.
Í komandi valskeiði eiga
allar tríggjar lógirnar at
setast i gildi skjótast møgu
ligt. Tað er ikki rímiligt, at
føroyskir sjúklingar eru
verri fyri enn sjúklingar úr
okkara grannalondum, tá
tað ræður um at fáa endur
gjald fyri skeiva viðgerð
o.l. Danska sjúklingatrygg
ingarlógin “Patientforsikri
ngsloven” frá 1997 er
longu sett úr gildi í Dan
mark og ístaðin er sett í
gildi at virka frá 1. Januar
2007 www.patientforsik
ringen.dk/loveogpraksis/lo
vomklageogerstatningsadg
ang..html" "Lov om klage
og erstatningsadgang inden
for sundhedsvæsenet". Vit
eiga tí ikki bert at hyggja
eftir tí gomlu lógini frá
1997 men eisini tí nýggj
astu lógini frá 2007. Tað
týdningarmiklasta av øllum
er tó, at allar lógirnar á
hesum øki verða settar í
gildi skjótast gjørligt til
tess at rættartrygdin hjá
føroyingum kemur í hásæti
– bæði innan og uttanfyri
heilsuverkið.
Sjúklingatryggingarlógin og Endurgjaldsábyrgdarlógin enn ikki settar í gildi
Sjálvstýrisflokkurin
EiLEEn
sandá
Val
Bygging av altjóða
flogvølli helst stórsta
avbjóðingin næstu árini
Innlendis ferðslumøgu
leikarnir, sjóvegis
sambandið burtur í heim
og ikki minst samskiftis
møguleikarnir eru í dag á
høgum støði. Kortini er
tað nakað sum haltar
alvorliga. Tað er loftvegis
sambandið við umheimin.
Hesin parturin er vorðin
ein alsamt vaksandi
fløskuhálsur.
Í einum modernaðum
samfelagi gerst flúgving
og flogvinna meira og
meira týdningarmikil fyri
búskapin. Flytiføri vísir
seg at vera avgerandi fyri
menningina og ikki minst
fyri og hugin hjá fólki at
støðast í Føroyum.
Flúgving til og úr Før
oyum kann tí vísa seg at
vera týdningarmiklasta
fortreytin hjá virkjum og
einstaklingum at realisera
sín gerandisdag.
Tí er bygging av nýggj
um flogvølli helst stórsta
avbjóðingin næstu árini.
Væntandi byrjar dagføring
in á Vágum í 2008, meðan
kanningarúrslitini av
nýggjum flogvølli vera tøk
um eini 3 ár. Tá kann
politiski myndugleikin taka
endaliga avgerð í málinum.
Kunnu vit ikki bjóða
vinnu og einstaklingum
javnbjóðis, og helst betur
umstøður at virka og liva í
Føroyum, hvussu kunnu vit
so vænta, at virkisfús,
vælútbúgving og visioner
fólk vilja støðast her?
Tí eru optimalir sam
skiftismøguleikar treytin
fyri, at vit røkka setning
inum í vinnupolitikkinum,
at vit vinnuliga gerast ein
møguleiki og avbjóðing,
sum okkara útisetar og
onnur velja til heldur enn
frá.
Kanningar í gongd
Farnu árini hevur løgtingið
eisini játtað Vinnumála
ráðnum 500tús. árliga, sum
eru nýttar at kanna flog
vallaviðurskiftini í Før
oyum. Landsverk hevur
staðið fyri arbeiðinum.
LV bað norsku altjóða
fyritøkuna AsplanViak um
at gera heildarmeting fyri
alt landið. Allar niðurstøð
urnar eru eftirmettar av
norskari, svenskari og
íslendskari serfrøði. Har
umframt eru tær kvalitets
sikraðar av Rambøll.
Økini, sum eru kannað,
eru Skorhæddin, Glyvurs
nes og Søltuvík. Síðani eru
Nólsoyggin og Svínoyggin
eisini lýstar. Fyribilsniður
støðan er, at vind og veður
mátingar verða gjørdar á
Glyvursnesi og Søltuvík.
Fyri stuttum samtykti
løgtingið ”Uppskot til
samtyktar” um fyrireiking
av verklagslóg um at
byggja altjóða flogvøll í
Føroyum skjótast gjørlig.
Løgtingssamtyktin er í
samsvari við og stuðlar
undir arbeiðið sum nú í
nøkur ár er gjørt av Vinnu
málaráðnum. Uppskotið til
samtyktar eru tíverri ikki
bindandi. Tí var tað spell,
at uppskotið ikki varð
orðað sum lóg. Hevði tað
verið, so var slóðað fyri
einaferð med alla fyri, at
altjóða flogvøllur verður
gjørdur í Føroyum.
Undirritaði vil tó fram
haldandi gera alt fyri, at
hetta áleikandi mál verður
loyst.
Altjóða flogvøllur
Bjarni
djurhoLM
Val