fríggjadagur 14. desember 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 243 - 14. desember 2007
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
5 stuðulsfólk til brúkara í Suðuroy
Málbólkurin hjá Stuðulstænastuni er
heimabúgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið
hava ein skerdan virkisførleika.
Arbeiðið hjá stuðlunum fevnir um
• Røkt og aktivering av einum
respiratorsjúklingi.
• At skipa so fyri, at brúkarin fær
møguleika at leggja gerandislív sítt
soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar
við egnan tørv og normar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og einsa
mallur í heimi brúkarans og samstundis
kann átaka tær at arbeiða í einum øki,
har tað ræður um intuitión.
• Vísir áhuga og virðing fyri brúkaranum
og samstundis arbeiðir professionelt.
• Er stuðlandi og hjálpir brúkaranum
uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá
honum.
• Hevur eina positiva menniskjafatan.
• Kann handfara og trívast við einum
arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um
frammanundan.
• Er sterkur bæði til likams og sálar.
Stuðulstænastan kann bjóða
• Eitt spennandi arbeiðspláss við
møguleikum fyri persónligari og
fakligari menning
• Kunning og upplæring í arbeiðinum og
supervision.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um 5 føst størv innan Nærverkið
og roknast má við, at arbeiðstíðirnar eru
skiftandi, dag, kvøld, nátt og
vikuskiftisarbeiði.
Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Fleiri upplýsingar um størvini eru at fáa
hjá Jeannu í Lágabø, økisleiðara á tlf.
373907 og hjá deildarleiðaranum Regin
Johansen á tlf. 360000.
Størvini verða sett 1. januar 2008 ella
skjótast aftaná, treytað av, at játtan er fyri
2008.
Umsókn
Umsóknir skulu sendast til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Stílað.: Regin Johansen
Argjavegur 26
Postboks 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin: 22.12.2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Asfaltverkið í Hundsarabotni
og skervverkini kring landið eru stongd
frá 22. desember til og við 2. januar.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
JÓLAFRÍ
Asfaltverkið
og skervverkini
halda jólafrí
Betongarbeiði
Sethúsagrundir
Garðar
Lendisgólv
og annað
Sp/f. FORM
Skákið 13
FO 480 Skáli
Tlf. 442600
212602
form@form.fo
lýsingar