Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 243 - 14. desember 2007 Handverkari til Brennistøðina hjá IRF IRF søkir við hesum eftir einum handverkara til Brennistøðini á Hagaleiti, at byrja mikudagin 2. januar 2008 ella skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um: • Alt vanligt viðlíkahaldsarbeiði á Brennistøðini- og endurnýtsluhøllini á Hagaleiti • Annað fyrifallandi arbeiði innan IRF Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur útbúgving sum maskinsmiðjur. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála- num millum avvarðandi fakfelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Skrivlig umsókn, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til IRF, Postboks 39, FO-520 Leirvík, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. desember 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Jacob Petur Johannesen. IRF Postboks 39 Fo-520 Leirvík Stiftsfulltrúi Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. mars 2008 ella skjótast gjørligt. Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga út­ búgving við almennum rætti og fyrisitingarrætti. Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stifts­ fulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prest­ anna, kirkjuráðsvali, próstadømisráðsvali, biskups­ vali, kirkjubókaføring, nýtslu av kirkjum v.m. Fólkakirkjan varð yvirtikin á Ólavsøku, og tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir og kunngerðir á kirkjuliga økinum. Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur førleiki er ein fyrimunur. Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur enn forðingar. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við av­ varðandi fakfelag. Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8, 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Fríðriksson, biskup, tlf. 31 19 95. Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 11. januar 2008 kl. 12.00. Føroya Stiftsstjórn J. Paturssonargøta 20 Postrúm 8 110 Tórshavn Pedagogar Vit søkja eftir 3 pedagogum Søkt verður eftir 3 pedagogum 35 tímar um vikuna, at byrja 1. feb. 2008 ella eftir nærri avtalu. Á stovuni eru 17 børn í aldrinum 3-6 ár. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini eru í aldrinum 3-7 ár. Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Opinleika • Samarbeiði Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni • Er røkin, nærlagdur og álítandi • Nýhugsandi og ígongdsetandi • At tú heldur tað verða spennandi og mennandi Løn sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara- felagið Føroya. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Elsebet Bolstad ella varaleiðaran Eyðvør Jensen. TLF. 317878 Umsókn við avriti av prógvið og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 4. januar 2008 Barnagarðurin á Konmansmýru Barnagarðurin á Kommansmýru Hoyvíksvegur 41 b · Tlf. 31-787 · Fax: 31-6076 lýsingar