Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 14. desember 2007 45 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Sjúkrarøktarfrøðingar til Barnadeildina B5 Á Barnadeildini eru tvey avloysarastørv á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum leys at søkja til setan: • 1. mars 2008 ella eftir avtalu til og við 1. februar 2009 • 1. mai 2008 ella eftir avtalu til og við 31. desember 2008 Barnadeildin hevur pláss fyri 7 børnum í aldrinum 0 – 14 ár. Deildin er júst umvæld og pláss er til barnaambulatorium. Deildin er byrjað við THS (Talgild Heilsu Skipan). Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum • røkt og viðgerð til børn í aldrinum 0 - 14 ár Vit kunnu bjóða • innleiðslu • positivt tvørfakligt samstarv • fakliga kompotentar og virknar starvsfelagar • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur við nógvum avbjóðingum Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • góð samstarvsevni • fakligan áhuga innan røkt og viðgerð av børnum Nærri fæst at vita frá Tove Thomsen, deildarleiðara á B5, tlf. 304500, lokal 6055 ella frá Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, lsasapo@ls.fo Umsóknarfreistin er 7. januar 2008 kl. 12.00 Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Yvirlækni til Skurðdepilin (avloysari) Á skurðdeplinum er eitt avloysarastarv í almennari kirurgi leyst at søkja til setan skjótast gjørligt og fram til 1. januar 2009. Yvirlæknin, sum er í farloyvi og sum tú skalt avloysa, er serlækni í plastikkirurgi, ið eisini fevnir um bróst- kirurgi og bróstkrabbakirurgi. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú fevnir um øll økini. Tað hevur stóran týdning, at tú kanst arbeiða í einum almennum kirurgiskum bakvaktstoymi, sum er 3 skift. Forvaktstoymi er eitt 7 skiftis hjálparlæknatoymi. Skurðdepilin fevnir, umframt almen- kirurgi við urologi, gastrokirurgi og plastikkirurgi, eisini um sergreinarnar ortopedkirurgi, gynekologi, obstretik, ONH, eygna- og odontologi. Her starvast í alt 12 yvirlæknar. Vaktarbyrðan er sámulig. Vit vænta, at tú er samstarvshugað/ur og dámar avbjóðingar. Lønin er í samráð við FAS og Fíggjarmálaráðið frá 19. september 2005. Um tú vil vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við leiðandi yvirlækna Jákup Midjord á tlf. 304599, lok. 5100 ella t-post lsjakmi@ls.fo Umsóknarfreistin er 15. januar 2008 Starvsfólk til Køkin Í Køkinum eru trý avloysarastørv leys at søkja til setan skjótast gjørligt. Talan kann verða um økonomaassistent, føðsluatstøðara, kokk ella smyrjibreyðs- jomfrú. • 2 fulltíðarstørv til og við 31. juli 2008 • 1 hálvtíðarstarv til og við 15. september 2008 Førleikakrøv: • útbúgving innan eina av omanfyri nevndu starvsgreinum • áhugi og fleksibilitetur í mun til uppgávurnar • fakligur dugnaskapur • samstarvsvilji • sjálvstøðugleiki • ábyrgdarkensla Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og avbjóðandi arbeiði • eitt arbeiðspláss í menning • at arbeiða saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Karl J. Granz, lokal 1260, teldupostur: lskargr@ls.fo Umsóknarfreistin er 31. desember 2007 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til B7 Vit søkja eftir 4 sjúkrarøktarfrøðingum til føst fulltíðarstørv á B7 í skiftandi vaktum til setan 1. februar 2008 ella eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki. B7 er ein medisinsk deild, sum er ný- umvæld. Sjúklingar og nøkur starvfólk frá med. deild E3 flyta saman við B7 frá 1. februar 2008. Ætlanin er at byrja B7 1. februar 2008 við hesum sergreinum: Lungamedisin, nefrologi, hæmatologi, apoplexi, rheumatologi og onkologi. Faklig menning við undirvísing og skeiðvirksemi innan serøkini byrjaði í vár og heldur fram. B7 er eisini byrjað við tvørfakligari konferensu hvønn morgun. Aðrar áhugaverdar avbjóðingar, sum liggja fyri framman, verður implementering av THS primo 2008. Arbeisðuppgávur í høvuðsheitum: • røkt og viðgerð til sjúklingar innan áðurnevndu sergreinar Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum royndun innan sergreinarøktina og viðgerðirnar innan serøkini á deildini. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja 304500 til Jónu Augustinussen, deildarleiðara á B7, lokal 6067, lsjonau@ls.fo ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, lsasapo@ls.fo Umsóknarfreistin er 7. januar 2008 kl. 12.00 Reingerðarfólk til Reingerðardeildina Til Barnadeildina verður søkt eftir reingerðarfólki á starvsbrøki 0,5916 í skiftandi vaktum til setan 1. januar 2008. Talan er um fast starv. Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Alvildu Samuelsen, deildarleiðara, lokal 1243. Umsóknarfreistin: 28. desember 2007 kl. 12.00 lýsingar