fríggjadagur 14. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
4
”Det er sjovt med dig, Kári, sagde
hun. – Faktisk tænker jeg slet
ikke på dig som færing”
Tá orðini hjá ríkisumboðsfrúnni
fella í seinnu helvt av skald-
søguni Færøblues, er tað ikki bara
høvuðspersónurin, 16 ára gamli
Kári, ið hveppur seg við. Eisini
lesarin veit, at annað og meir
enn bara samleikin hjá Kára er
uppi til kjak í hesum brotinum í
nýggju skaldsøguni eftir Lisbeth
Nebelong.
Hvat vil tað í grundini siga at
vera føroyingur? Ella enn trup-
lari: Hvat vil tað siga at vera
føroyingur, tá stóri parturin av
søguliga viðførinum á onkran hátt
er danskur?
”Typiskt danskt”
Meðan svarið flytur seg millum
bókasíðurnar, fær ein hug
at halda tað vera dekan ov
næsadjarvt av eini donskum
kvinnuligum rithøvunda at billa
sær inn, at hon veit, hvussu
tað var at vera ein 16 ára
gamal havnadrongur í 60 unum.
Tíansheldur hvussu tað er, at vera
føroyingur.
Lisbeth Nebelong smílist,
meðan hon ristir við høvdinum.
- Nei, eg billi mær als ikki inn,
at eg veit, hvat tað vil siga at
vera føroyingur. Mín uppgáva
sum rithøvundur er at ímynda
mær tað og síðani lata tað til
høvuðspersónin, Kára, at fortelja,
hvussu tað kennist. Í Færøblues
eri eg ein eyðgleiðari á kan-
ningarferð í hesum serliga føro-
yska/danska universinum, sum
altíð hevur hugtikið meg – og
sum eg í ávísan mun kenni meg
aftur í, sigur Lisbeth Nebelong og
sipar til, at hon sjálv hevur búð í
Føroyum í fleiri umførum.
Í bókini koma mentanarligu
samanstoytirnir einamest til sjón-
dar í vinarlagnum millum Kára og
Erik, sonur danska ríkisumboðs-
mannin. Men Erik hevur eisini ein
annan týðandi leiklut. Høvundurin
er nevniliga rættiliga sannførd
um, at tað er, tá vit hitta fólk frá
øðrum mentanum, at vit síggja
okkum sjálvi í einum klárari ljósi.
Um vit also eru opin fyri tí.
Hendan møguleikan fær Kári í
ríkiligt mát í vinarlagnum við Erik,
sum er hamrandi troyttur av ”un-
dirlutakenslaðum” føroyingum, ið
allir sum ein langt síðani høvdu
verið deyðir, um øvundsjúka var
ein deyðilig sjúka.
Men er slíkt ein ”sannleiki”,
Kári ella aðrir føroyingar kunnu
brúka til nakað?
- Tað má vera upp til lesaran
at meta um. Sjálv haldi eg, at
tað sigur meir um Erik, enn
nakran annan, at hann gongur
og fýrir sovorði av. Tað er jú ikki,
tí hann er óndur, men hansara
situatiónsfatan sum danskari í
Føroyum er onki at reypa av, sigur
Lisbeth Nebelong.
Og tað veit Kári eisini. Skjótt
lærir hann at geva aftur av somu
skuffu og letur Erik vita, at hann
er deyðatroyttur av ”typiskum”
danskarum, sum koma dragandi
til Føroyar við teirra normum og
virðum, uttan at geva sær far um
landið, teir eru komnir til.
Møguleika at velja
Orðadráttir, sum hesir, gera ofta
Færøblues rættiliga stuttliga at
lesa, men tað er ikki bara fyri
teirra undirhaldsvirði, at teir hava
fingið pláss í bókini.
Sambært Lisbeth Nebelong er
hetta ein roynd at vísa, hvussu
tápulig og útlitaleys, hendan
uppbýtingin í danir og føroyingar,
”okkum” og ”tykkum” í grundini
er. Um vit ikki læra at hevja ok-
kum upp hendan bólkahugburðin,
kann onki konstruktivt spyrjast
burturúr mentanarliga sambandi-
num millum Føroyar og Danmark.
Og tað er stórt spell, heldur hon.
Sjálv heldur hon tað ikki vera
bláoygt at trúgva, at okkurt slag
av sameining millum mentaninar
kann fara fram, hóast Føroyar ikki
er ein sjálvstøðug tjóð.
- Færøblues er fyrst og fremst
ein lýsing av sambandinum mil-
lum menniskju. Erik og Kári kunnu
velja, um teir síggja hvønn annan
sum ”danskari” og ”føroyingur”
við øllum teimum eintáttaðu og
avmarkandi hjátýdningunum, tað
hevur við sær. Ella teir kunnu
velja at síggja hvønn annan sum
persónarnir Erik og Kári, sum jú
eru so nógv annað eisini, sigur
Lisbeth Nebelong.
Eftir hennara tykki er tað
sostatt í stóran mun upp til men-
niskju sjálvi, um tey lata seg stýra
og avmarka av ytru umstøðum,
Føroyska fólkasá
Við bókini Færøblues gevur
høvundurin Lisbeth Nebelong eitt
boð uppá, hvussu tað kennist at
vera føroyingur, fangaður millum
tað gamla og tað nýggja, og í
samanstoytinum millum føroyska
og danska mentan
Bókaprát
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Færøblues
Bókin snýr seg um Kára, sum veksur upp í Havn í seksti- og sjeytiárunum.
19 ára gamal fer Kári til Norra at útbúgva seg til selloleikara, og vitjar
hann ikki aftur í Føroyum fyrr enn 25 ár seinni, tá hann skal spæla á eini
konsert í Norðurlandahúsinum.
Vitjanin í Føroyum fær minnini um dreingjaárini í Havn at skola inn
yvir Kára: minnini um kærleikan til donsku Lisu og vinarlagið við beiggja
hennara Erik; tónleikaspælið saman við pápabeiggjanum Árna, heitu
ástarløturnar saman við italsku Novella; túrin til skips við Bjørtu og ikki
minst pínufullu uppgerðina við mammuna.
Myndaliga verður royndin hjá Kára at finna sítt pláss í lívinum samstun-
dis ein lýsing av tvídráttinum millum føroyska og danska mentan og av
lívinum í Føroyum millum siðvenju og modernitet.
Færøblues er onnur bókin í ætlaða tríverkinum hjá Lisbeth Nebelong um
føroyska-danska mentanarsambandið.
Fyrsta bókin hevur heitið Når engle spiller Mozart, og kom hon út í 2003