fríggjadagur 14. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
Frálíku húsini standa væl fyri við sera
góðum útsýni inn yvir Havnina og út á
fjørðin.
Fyrsta fatanin
Tú koyrir niðan til húsini eftir friðarliga
vegum í náttúruvøkrum umhvørvi, og
tá tú kemur í túnið, kanst tú velja at
koyra beint inn í garaguna. Pláss er
fyri fleiri bilum uttanfyri. Húsini standa
í veðurgóðum, náttúruvøkrum og
friðarligum umhvørvi við blindan veg, og
garður / urtagarður er uttan um húsini.
Ljós og luft í umhvørvinum
Tú kanst anda lættan, tá ið tú kemur
niðan í ljósið, tí her er opið fyri, og tú
hevur stóran part av Havnini, Nólsoynna
og fjørðin framman fyri tær. Fert tú
aftur um húsini, hevur tú eitt frálíkt
útigólv (terassu), har tú kanst njóta
ljósið, sólløturnar og friðin, tí útigólvið
vendir beint móti sólini seinnapart og
út á kvøldið. Her lívir væl, og omanfyri
sært tú beint niðan í hagan. Gøta er
niðan á Hamaran, og stutt er til skúla og
barnagarð og bussleið. Fert tú omaneftir,
gongur tú teg beint í handilin og frálíku
bátahavnina á Argjum. Har er lív og
hugni.
Innrætting og standur
Í neðra er inngongd, durur, hall,
wc, vaskirúm / ítrivsrúm við egnari
inngongd, kamar og stórt fýrrúm /
goymslurúm. Í erva er repos / hall við
útgongd til stóra terassu / urtagarð,
stova, matarkøkur, strúkirúm / kovi,
baðirúm (kar og brús) og 3 kømur. Húsini
er dagførd so við og við. Innrættingin
er góð, og alt er væl hildið og í góðum
standi. Lætt er at koma út í garðin og
útigólvið, so tú ert inni hjá tær sjálvum,
men samstundis er frítt fyri at hava
samband við útiumhvørvið.
Niðara hædd og garagan
Beint við síðuna av turru og góðu
garaguni, ið kann nýtast til mong
endamál, er inngongdin, durur og ein
frálík hall at koma inn í, og ein góð
trappa er til ovaru hædd. Í niðaru hædd
er stórt kamar, men eisini ítrivsrúm /
vaskirúm / vásarúm við egnari inngongd,
og her eru møguleikar fyri at gera íbúð,
um tú ynskir tað.
;g{a`]h{6g\_jbk^
eVcdgVbVihc^
Fakta
Heiðatún 3, Argir
Byggiár: 1982
Hæddir: 2 á 125 fermetrar
Gólvvídd: 250 fermetrar
Kømur: 4
Grundøki: 504 fermetrar
Bilhús: Ja
Prísuppskot: kr. 2.350.000,00