Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 244 - 17. desember 2007 tíðindi Trolarar liggja Nú tað fer at styttast til jóla, hava summi reiðarí gjørt av at leggja skipini hetta til jóla. Millum teirra, sum liggja, eru partrolararnir Vesturtúgva og Grønanes, sum landaðu 300.000 pund seinasta fríggjadag. Hetta hevur verið eitt gott ár hjá teimum báðum trolarunum. Sørvágstrolararnir Vesturleiki og Vesturskin landaðu 200.000 pund fríggjadagin, men teir fóru aftur til fiskiskap seinnapartin í gjár og koma ætland inn tollaksmessudag. Heilivágur oyðileggur kjøt Inuittaveiðimenn har norðuri í Kanada fýlast á framferðarháttin hjá vísindafólkum, sum kanna djóralívið í tí arktiska økinum. Veiðimenninir vilja vera við, at kanningarhátturin hjá vísindafólkunum órógvar ísbjarnir, hval og roysning, og at vísindafólkini geva djórunum doyvandi heilivág, sum ger, at kjøt og tvøst eru ikki egnað sum mannaføði. Veiðimenninir hava tí biðið kanadisku myndugleikarnar steðga fleiri vísindaligum kann­ ingum. Doyvandi heilivágur ger, at djórini kunnu ikki etast. Tveir átjan ára gamlir sum leikaðu í uttan fyri Glitnir skiltu ikki boðskapin frá løgregluni, og vórðu settir í brummuna at sissast í leygarnáttina LøgregLutíðindi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Enn eitt vikuskifti við jólafro­ kostum fór rumblandi fram­ við. Hetta eyðkennir sjálv­ andi eisini arbeiðið hjá løg­ regluni, sum varð boðsend til eitt sindur av hvørjum. Tá vakthavandi kom til arbeiðis leygarmorgunin, svóvu tríggir mans í kjallaranum. Tann eini hevði fingið somikið væl upp í høvdið, at hann kundi hvørki “gå eller stå”, sum vakthavandi málbar seg. Maðurin hevði gjørt eitt sindur um seg í miðbýnum, og varð noktaður atgongd til eitt skonkistað. Tá hann ikki orkaði at stríðast longur, legði hann seg at sova uttan­ fyri. Men fólk hildu ikki, at tað var ráðiligt at lata mannin liggja, so hann varð tikin við á støðina, har hann svav rúsin av sær. Endaði sjálvur í geglinum Uttanfyri Glitnir var bardagi í umbúnað, tá løgreglan varð boðsend. Tann eini átjan ára gamli drongurin skilti eftir øllum at døma ikki boðskapin og endaði í brummuni. Hetta góðtók vinmaður hansara ikki, og troppaði upp úti í Bronx, har hann kravdi vin­ mannin útflýggjaðan. Eftir øllum ikki serliga diplomat­ iskt, tí hann endaði eisini í kjallaranum. Báðir teir 18 ára gomlu, sum vóru úr somu bygd, svóvu øðina av sær á støðini og verða ákærdir fyri brot á politiviðtøkuna. Mamman ringdi til politiið Leygarnáttina var eisini ein maður í 20unum tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vestur­ býnum. Hann blásti í ballón­ ina, sum vísti eina promillu. Hann missir helst kortið. Eisini var ein tilburður av húsaófriði í Vesturbýnum, har ein ungur drongur mill­ um annað hevði knúst eitt spegl. Støðan var somikið álvarslig, at mamman ringdi eftir løgregluni at koma út at sissa drongin. Um áttatíðina sunnumorg­ unin var politiið boðsent niðan í Statoil­støðina á Hoydalsvegnum, tí har lá ein fullur maður væl ball­ aður og svav úti í kuldanum. Maðurin, sum hevði verið í býnum í Havn, varð fingin á føtur aftur, og fór at finna sær ein bil heim aftur. Full kona Eisini sunnunáttina vóru bardagar uttanfyri onkur skonkistøð. Ein kvinna hevði drukkið seg so fulla uppi á Hotell Føroyum, at hon varð send á Lands­ sjúkrahúsið. Í Klaksvík kom ein maður so illa fyri uttan fyri Barokk, at hann breyt beinið, og ein var tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn. Tunlarnir økja um arbeiðs­ byrðuna hjá polit­ inum Politiið hevur nógv meira at gera um vikuskiftini, eftir at undirsjóvar­ tunlarnir eru komnir. ­ Tað er sum á Ólavsøku hvørt vikuskiftið, sigur vakthavandi LøgregLutíðindi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Av politistøðini verður sagt, at nú tunlarnir binda stóran part av land­ inum saman, er arbeiðs­ byrðan munandi økt. ­ Hvørt vikuskiftið er sum Ólavsøku. Fólk úr øllum landinum valfarta til Havnar og aðrastaðni at ballast, og hetta gevur nógv eyka arbeiði. Tað er sum um, at tey skikka sær pent heima, men úti hjá øðrum leika tey í, sigur vakthavandi. Og hon reksar nøkur dømi upp frá vikuskiftin­ um sum fór, har tveir 18 ára gamlir endaðu í brummuni, tí teir ikki dugdu sær hógv. Um teir tríggir, sum fóru spill­ naknir til gongu gjøgnum tunnilin til Klaksvíkar, og um ein triðja, sum legði seg at sova við Hoy­ dalsvegin, tí hann fekk ongan fart heim aftur. Sunnumorgunin komu fólk fram á tríggjar spillnaknar mans, sum høvdu sett sær fyri at ganga gjøgnum Norðoyartunnilin til Klaksvíkar LøgregLutíðindi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Um áttatíðina sunnumorg­ unin ringdi ein kona á politi­ støðina, tí hon hevði sæð tríggjar spillnaknar mans til gongu mitt inni í Norðoyar­ tunlinum. Vakthavandi á politi­ støðini greiðir frá, at menn­ inir vóru ísakaldir, tí miðal­ hitin inni í tunlinum er altíð umleið 5 hitastig. Teir trígg­ ir høvdu verið á veg úr Havn í hýruvogni, men høvdu síðani biðið um at verða settir av við tunnilsmunnan, tí teir vildu ganga síðsta teinin til Klaksvíkar. Ein fjórði maður, sum var við teimum, bar klæðini hjá øllum. Eftir øllum at døma høvdu teir veddað um at ganga gjøgnum tunnilin. Løgreglan í Klaksvík varð send eftir monnunum, sum síðani vórðu koyrdir til hús. Søgan sigur onki um, hvør vann veddingina ­ men konan, sum kom fram á teir, er kanska eitt gott boð. Naknir menn í Norðoyar­ tunlinum Enn eitt ballingarvikuskifti fór framvið Teir tríggir naknu menninir høvdu eftir øllum at døma vedda um at ganga nakin gjøgnum tunnilin. Kanska konan sum meldaði teir kann siga okkum hvør hevði uppiborið at vinna?