Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindi Nr. 244 - 17. desember 2007 Terji Sigurðsson, semingsmaður, dugir ikki at meta um útlitini, nú partarnir aftur eru farnir til samráðingarborðið, men hann leggur dent á, at ein loysn á trætuni skal finnast fyrr enn seinni SáttmálaStríð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Klokkan 13 í dag fóru umboð fyri Føroya Fiski­ mannafelag og Føroya Reiðarafelag á fund saman við semingsmonnunum, Terja Sigurðssyni og Sím­ uni Absalonsen. Fundurin er á Hotel Hafnia, og Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at ætlanin er at halda fram, til úrslit spyrst burtur úr. Nakrar dagar Hann sigur, at so leingi, sum samráðst verður, verð­ ur flotin ikki lagdur, tí siðvenja er, at friður valdar undir samráðingum. Terji dugir ikki at meta um útlitini, nú partarnir aftur hava sessast við sam­ ráðingarborðið, men hann vísir á, at ein loysn skal finnast fyrr enn seinni. ­ Eg vænti, at samráðing­ arnar fara at taka nakrar dagar, og vit kunnu bara vóna, at ein loysn er á borð­ inum, áðrenn partarnir fara hvør til sítt. Spurdur, um hann sum semingsmaður áður hevur havt eina so trupla uppgávu at loysa sum hesa, sigur Terji Sigurðsson, at flestu samráðingar eru truplar. Hann ásannar kortini, at fundirnir, sum higartil hava verið millum partarnar, hava víst, at langt er ímillum feløgini í spurninginum um eftirløn og oljuútreiðslur. ­ Eg vænti ikki, at nakað semingsuppskot kemur á borðið í dag. Terji sigur, at tíðin hjá feløgunum at finna eina loysn á trætuni gongur út á midnátt mikukvøldið, men sita partarnir tá framvegis við samráðingarborðið, verður hildið fram, so leingi vón er um loysn. Er optimistur ­ Fyrr ella seinni skulu fel­ øgini semjast. Eg eri optim­ ist og vóni sjálvsagt, at vit koma undir land uttan verk­ fall í fiskiskipaflotanum. Tað hevur onkuntíð sæð líka so svart út sum hesa­ ferð, sigur semingsmaður­ in. Bæði semingsmaðurin Terji Sigurðsson og umboð fyri fiskimenn og reiðarar vóru við til framløguna hjá Rasmussen & Weihe um gongdina hjá fiskiskipa­ flotanum, sum var í síðstu viku. ­ Vit vóru við á hesum fundi fyri at fáa eitt neyvari innlit í gongdina, og tað fekk eg eisini á hesum fundi, sigur semingsmað­ urin. Lýsing eftir pedagogi til Vípuna Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 2 peda­ gogum 30 tímar og 1 pedagogi 32 tímar, at byrja 1. febuar 2008, ella eftir nærri avtalu. Vípan er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum frá 2­8 ár. Ein stova í aldrinum 2­5 ár og ein stova í aldrinum 6­8 ár. Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.30­17.00. Vit bjóða eitt áhugavert starv: • hvar náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og hvar spæl fyllir nógv • hvar virðing og trivnaður hjá barninum er í hásætið • við opinleika og ein jaligum hugburðið • við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan • hvar vit eru byrjaði at arbeiða við ”Den integrerende baggrund” Vit vænta av tær: • At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og fagliga vitan • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • At tú ert opin fyri broytingum • At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri børnum, foreldrum og starvsfelagum • At tú sært fyrimunir fram um vansar Um pedagogur ikki søkjur, verður hjálparfólk sett í starvið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535 Umsókn saman við avriti av prógvum og við­ mælum, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi 19. desember 2007 Vípan Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn Tlf. 317535 / 287535 bg­vipan@post.olivant.fo Onkuntíð hevur sæð líka svart út - Siðvenja er, at so leingi, sum samráðst verður, verður flotin ikki lagdur,å sigur semingsmaðurin, Terji Sigurðsson Mynd: Vilmund Jacobsen Bæði semingsmaðurin Terji Sigurðsson og umboð fyri fiskimenn og reiðarar vóru við til framløguna hjá Rasmussen & Weihe um gongdina hjá fiskiskipaflotanum Mynd: Vilmund Jacobsen Stuðul til gransking Lesiførleikin hjá føroyskum børnum, íverksetan og sáð­ góðskan hjá føroyskum monnum eru millum granskingar­ økini, sum Granskingarráðið hevur valt at stuðla í játtanini fyri 2007. Talan er um 10 verkætlanir innan raðfestu økini mat, samfelag og fólkaheilsu. Tilsamans eru 6.803.901 kr. latnar 21 verkætlanum, sum allar snúgva seg um antin mat, samfelag ella fólkheilsu. Tilsamans komu 24 umsóknir inn, og søkt varð um tilsamans 22 mió. kr. Innan raðfestu økini vóru 21 umsóknir, og søkt varð um 17 mió. kr. Lættari at vera foreldur í Havn Tórshavnar kommuna samtykti á býráðsfundi hóskvøldið, at broyta systkinaavslátturin soleiðis, at foreldur, sum hava fleiri børn á stovni, framyvir skulu rinda fult gjald fyri bíligasta plássið og 75 prosent av dýraru plássunum. Í verandi skipan rinda foreldrini fult gjald fyri dýrasta plássið og 75 prosent fyri hini. Umframt broytingina í foreldragjaldinum hevur kommunan eisini í hyggju at rinda 75 prosent av rakstrinum á dagstovnunum. Hetta merkir, at foreldrini rinda 25 prosent og at foreldragjaldið fer niður við 5 prosentum. Ætlanin er at henda skipan skal koma í gildi 1. januar 2008.