Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 245 - 18. desember 2007 - Tað er ikki rætt, at okkara fiskavirkisvin­- n­a ikki hevur havt virðisvøkstur í fram- leiðslun­i. Vit hava havt ein­ virðisvøkstur í upsaframleiðslun­i, sum helst er ein­ hin­ størsti í heimin­um. Vøksturin­ hevur verið líka stórur, sum upsin­ er verdur. Men­ vøksturin­, sum verið hevur, klárar ikki at ”matcha” vøksturin­ í kostn­aðin­um, sigur Mein­hard Jacobsen­, stjóri í Faroe Seafood Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin í Faroe Seafood er als ikki samdur við teimum, sum halda upp á, at føroyska fiskavirkisvinnan ikki hev­ ur havt virðisvøkstur í fram­ leiðsluni seinastu árini. Tað var á framløgufundi hjá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe í síðs­ tu viku, at orð fullu um, at føroyska fiskavirkisvinnan ikki hevur megnað at skapt nakrar virðisvøkstur í síni framleiðsluni seinastu árini. Púrasta skeivt ­ Virðisvøkstur er tað meir­ virði, tú skapar, tá ið tú virk­ ar eitt kilo av ráfiski, og tað er als ikki rætt at siga, at eingin vøksturin hevur ver­ ið her. Tað er púrasta skeivt. Tað sigur Meinhard Jacob­ sen, stjóri í Faroe Seafood. ­ Eg trúgvi, at tann virðis­ vøkstur, sum vit hava havt í upsaframleiðsluni – tað, sum hvørt kilo er vorðið meira vert í framleiðsluni – nærkast tí mesta, sum nakar í heiminum yvirhøvur hev­ ur at vísa á. Vøksturin hevur verið á leið tað sama, ið ups­ in sum ráfiskur verður keyptur fyri. Hann leggur soleiðis dent á, at virðisvøksturin í fram­ leiðsluni av eitt nú upsa ongantíð hevur verið størri enn nú. Kostnaður veksur ­ Men eitt er sjálvur virðis­ vøksturin. Annað er teir útreiðslupostar, sum eru knýttir at okkara viirksemi. Her siggja vit, at virðis­ vøksturin als ikki megnar at ”matcha” vøksturin í kostnaðinum, sum er vaksin uppaftur skjótari. Stjórin í Faroe Seafood vísir á, at størsti posturin á útreiðslusíðuni er lønir, og síðan kemur alt tað, tú keyp­ ir og tær tænastur, tú noyðist at hava í slíkum virksemi. ­ Tað er hesir kostnaðir, sum eru so nógv øktir og eru øktir lutfalsliga skjótari enn sjálv virðisøkingin, leggur hann aftrat. Smáir marginalar Stjórin í Faroe Seafood ásannar, at tað hevur verið torført hjá føroysku fiska­ virkisvinnuni at tjent pening seinastu árini, tí marginalar­ nir eru so ógvuliga smáir, sum hann tekur til. Kostnað­ irnir eru nógv øktir, og ráfiskurin hevur verið lut­ falsliga dýrur. At dollarin hevur verið so lágur, hevur eisini havt negativa ávirkan á gongdina. Tað er so nógv, sum ávirk­ ar gongdina í fiskavirkis­ vinnuni. ­ Bara eitt 10 oyra upp á hvørt kilo av ráfiski, kostar okkum einar 4 miljónir krónur um árið. Smáar broytingar kunnu soleiðis hava stóra effekt, sigur hann. Nøkur trupul ár Meinhard Jacobsen ásannar, at seinastu árini hava verið trupul, og nógvar orsøkir eru til tað. ­ Føroya Fiskavirking og Virðisvøksturin hevur Meinhard Jacobsen ásannar, at seinastu árini hava verið trupul, og nógvar orsøkir eru til tað. - Føroya Fiskavirking og Fiskasølan vórðu løgd saman, og seinnu vórðu bæði feløgini seld undir einum. Vit hava brúkt nógva orku upp á at strukturera okkum, og vit hava eisini keypt fleiri skip, sigur stjórin í Faroe Seafood Løkir nýggja heimasíðu Framtaksfelagið P/F Løkir, sum P/F Tjaldur, P/F Krúnborg og P/F Føroya Banki stovnaðu í 2006, hevur fingið nýggja heimasíðu. Seinasta stóra íløgan hjá felagnum var íløgan í Statoil Føroyar, sum Løkir gjørdi saman við fleiri øðrum føroyskum vinnufyritøkum. Løkir gjørdi eisini í januar í ár íløgu í Farodane, sum síðan er lagt saman við Com­Data og Reproz í samtakið NEMA. Nevndarformaður í Løkir er Petur Háberg Jacobsen. Hinir nevndarlimirnir eru Bergur Poulsen og Líggjas í Bø, sum eisini er stjóri. Ølklubbin Kaggin fingið mø- nustingin Ølklubbin Kaggin í Havn verður nú lýstur til sølu. Seinastu mánaðirnar hevur ølklubbin Kaggin í Havn verið afturlatin. Nú hevur gamli ølklubbin, sum varð stovnaður í 1969, eftir øllum at døma fingið mønustingin, tí í bløðunum í morgion verður bygn­ ingurin hjá Kagganum á Svínaryggi í Havn lýstur til sølu. Bygn­ ingurin er 454 fermetrar til støddar í trimum hæddum. Húsið, sum nú stendur har, varð bygt í 1989, eftir at eldur kom í gamla Kagg­ an. Kortini er niðasta hæddin munandi útbygd í 1998. Bygningur­ in, sum er bygdur til veitslu­ og náttklubb avirksemi, kann hýsa 275 fólkum og hevur góðkendan ídnaðarkøk