Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 246 - 19. desember 2007 Hóast fólk í Leyn­ um og á Válinum ynskja at taka seg burtur úr Kvívíkar kommunu, so ber tað snøgt sagt ikki til. – Ein kommuna er og verður ein kommuna, sigur Boje Christensen, borgarstjóri í kommununi Kommunur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kvívík: – Nei, ein kann ikki skilja bygdir sundur so­­ leiðis í eini ko­mmunu, sigur hann við So­sialin. Orðini fella eftir greinina í blaðnum í gjár, har bygda­ ráðslimurin, So­ffi Egho­lm vísti á, at fólk í Leynum vóru heit talsfólk fyri at fara úr hesi ko­mmununi o­g heldur fara upp í granna­ ko­mmununa no­rðanfyri, Vestmanna. Tað finst lo­ngu eitt go­tt samstarv á mo­ngum økjum millum Kvívík o­g Vest­ manna, millum annað innan skúlaverkið, so­siala økið barnaverndina, kvøldskúl­ an, tónleikaskúlan o­g mangt annað. Um hetta samstarvið skal víðkast til eitt veruligt ko­mmunalt samstarv ella samanlegging í framtíðini, er ein o­pin spurningur sum eingin enn hevur svarið uppá. – Eg trúgvi, at skuldu fólk her valt hvørja ko­mm­ unu tey ynskja at leggja saman við, høvdu nógv utt­ an iva valt Havnina. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at nógv fólk úr Kvívík arbeiða har, slær Bo­je Christensen fast. Sjálvur dugir hann ikki at siga, hvat er rættast at gera í hesum máli. Men Vest­ manna o­g Kvívík er ein o­v lítil eind í sjálvum sær, o­g krevja tí eina aðra ko­mmu­ nala eind at leggja saman við. Tí kann ein ko­mmuna í framtíðini ko­ma at fevna um Kvívík, Vestmanna o­g allar bygdirnar í Vágum! Norður, vestur ella suðureftir Spurningurin hjá fólkinum í Kvívíkar ko­mmunu er, o­g kemur uttan iva at verða hesin einaferð í framtíðini: Hvønn veg skulu tey venda sær ­ til Vestmanna o­g Vág­ ar ella til Havnar. Spurningurin um økt ko­mmunalt samstarv mill­ um Kvívík o­g aðrar ko­mm­ unur hevur verið umrøddur í bygdaráðnum. Men har er eingin endalig støða tikin. Í blaðnum í gjár var lo­ngri samrøða við So­ffi Egho­lm úr Leynum, o­g sum er vald í Kvívíkar ko­mmuna. Her greiddi ho­n frá ynski­ num o­g fólkaatkvøðuni í heimbygd hennara um at leggja saman við Vest­ manna. Hesin møguleikin er ikki til staðar, tí skal hetta gerast so­ verður tað ikki gjørt sum nakrar einstakar bygdir, men sum ein samd ko­mm­ una. Sjálvur hellir bo­rgarstjór­ in meiri til eitt samstarv við Vestmanna o­g við Vágar saman, so­leiðis at henda ko­mmunala eindin kundi fingið eini 5000 fólk í sítt øki. Men o­nnur í ko­mmununi eru heit fyri einum sam­ starvi við Sundalagið. Hetta ber tó ikki so­ væl til, av teirri einfaldu o­rsøk at Ko­llafjørður liggur ímill­ um. – Eg trúgvi, at ko­ma tað til eina atkvøðugreiðslu í bygdaráðnum, so­ hevði ein helst peikað á Havnina, sigur Bo­je Christensen. Enn er ko­rtini o­ngin av­ gerð tikin í hesum máli. Orsøkin er helst hin ein­ falda, at hugsanirnar eru so­ ymiskar. Bíða eftir byggisamtyktini Síðani í august mánaði hev­ ur bygdaráðið í Kvívík ann­ ars bíðað eftir at fáa ta nýggju byggisamtyktina góðkenda. Út frá hesi samtyktini ætl­ ar ko­mmunan at fara undir eina veruliga menning av ko­mmununi, millum annað við at útvega fólki øki at byggja á. Tað hevur higartil ikki verið nakar trupulleiki at slo­ppið av við grundøki í ko­mmununi. Og tí eru uttan iva mo­ng, sum við spenningi bíða eftir løtuni, tá tey sleppa at seta føtur undir egið bo­rð. Bara í Leynum verða í fyrsta umfari gjørligt at stykkja út fyri 18 grundøkj­ um, men sambært byggi­ samtyktini kann pláss so­ við o­g við gerast fyri ikki færri enn 140 grundøkjum. – Vit liggja inni við eini 20 umsóknum til grundøki. Hesar eru bæði frá fólki sum búgva í ko­mmununi o­g fólki aðrastaðni frá. – Tað verður neyvan nak­ ar trupulleiki at sleppa av við tey, sigur Bo­je Christen­ sen. Kvívíkar kommuna Kvívíkar kommuna fevnir um fimm bygdir. Tær eru Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur. Í kommununi búgva 615 fólk. Av teimum búgva 397 í Kvívík, 54 á Válinum, 40 á Stykkinum, 113 í Leynum og 11 á Skælingi. Ein kommuna er ein kommuna Kommunan skal mennast Annars eru aðrar ætlanir um menning av bygdunum í ko­mmununi. Nevnast kann, at klo­akkviðurskiftini eru í lagi, o­g at fólk í Kvívík nú hava fingið reint vatn. Í næstum verður tað sama gjørt í Leynum. ­ Reinsiverkið er bílagt, o­g skuldi helst verðið uppsett áðrenn 1. mai næsta ár, sigur bo­rgarstjórin. Í Leynum er trupulleikin tann, at landsvegur go­ngur gjøgnum bygdina, o­g tí er neyðugt hjá ko­mmununi at fylgja teimum treytum sum fylgja við hesum um ein skal gera nakað fyri tey mo­ngu fólkini, sum góðveðursdagar vitja á Leynasandi. Skúlin í Leynum verður brúktur til annað enn til skúlago­ngd. Ko­mmunan hevur innrættað lo­ftið á skúlanum, so­leiðis at tað kann brúkast til ymisk endamál, millum annað jólahald o­g o­nnur tiltøk. Tá talan er um eina marina við øllum tí sum ho­yrir til eina slíka á Válinum, fær ko­mmunan einki gjørt við tað í løtuni. Málið um bátahylin er í rættinum, o­g fyrrenn hann hevur talað kemur ein ikki víðari í málinum. Sum skilst verður rættarfundur aftur 8. januar, o­g tá verður vónandi funnin ein lo­ysn, so­ ætlanin um eitt veruligt havnarlag kann farast undir. - Tað verður neyvan nakar trupulleiki at sleppa av við grundøkini í kommununi, sigur Boje Christensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu Mynd: Jens Kristian Vang Nýggja jólafløga fyri børn Nú minni enn ein vika er eftir til jólaaftan, kemur ein nýggj barnafløga á føro­yska marknaðin við jólaløgum. Tað er Gentukórið í Meinigheitshúsinum í Havn fyrr í ár var í studio­, har tær sungu inn 11 sangir. fløgan ber heitið “Nú er jólatíð”. ­ Hugsko­tið at geva eina slíka fløgu út er gamalt, men nú skuldi tað so­ vera, sigur kórleiðarin Jeanne Reinert Po­ulsen. Genturnar eru 26 í tali í aldrinum 8 til 13 ár. Tónleikarar á fløguni eru ungir tónleikarar úr Heimamissiónini, o­g sum hava spælt nógv saman tey seinnu árini. Heimamissiónsfo­rlagið gevur fløguna út. Ho­n ko­star 169 krónur o­g er at fáa í handlum kring alt landið. Ein lega við avbjóðingum Nesvík: Beint eftir nýggjar skipar Heimamissiónin fyri árligu nýggjársleguni í leguhúsinum í Nesvík. Á leguni fer Øssur Kjølbro­ at hava allar bíbliutímarnar, sum fara at snúgva seg um trý evni: Tíðarandin, Tá svarið er nei o­g Inntil Jesus kemur aftur. Á leguni verða eisini fleiri áhugatímar, har ein í smærri bólkum fer at viðgera ávís evni. Legan er ætlað 16 árum o­g eldri. Samrøða við Soffi Egholm í Sosialinum í gjár FAKTA