Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 246 - 19. desember 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Í sambandi við nýggja essay-savnið „Kross- vegir“ verður kjak- tiltak um kristindóms- ins leiklut í føroyskum politikki í Miðla- húsinum hóskvøldið kl. 20. Fýra kjakarar mannað panelið, og undir tiltakinum fer Hanus G. Johansen at syngja og spæla Miðlahúsið Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hvønn leiklut skal kristin­ dómurin hava í føroyskum politikki? Hesin spurningurin verð­ ur snúningsdepilin undir kjaktiltaki í Miðlahúsinum hóskvøldið kl. 20, tá Kristi­ anna Winther Poulsen, Sjúrður Skaale, Rúni Ras­ mussen og Bill Justinussen fara at kjakast um hendan spurning. Undir tiltakinum fer Hanus G. Johansen at spæla og syngja. Tiltakið verður hildið í sambandi við nýggja essay­ savnið „Krossvegir“, sum kom út fyri nøkrum vikum síðani, har fimtan føroyskir høvundar skriva um viður­ skiftini millum átrúnað og politikk í Føroyum, og sum Páll Holm Johannesen og Heini í Skorini hava rit­ stjórnað. Trý av teimum fýra, sum mannað panelið hóskvøldið, hava eisini skrivað hvør sítt kapittul í essay­savninum. Tey eru Kristianna Winther Poulsen, Sjúrður Skaale og Rúni Rasmussen. Kristianna er cand.mag. og var partur av tí bindiklubbanum, sum tók stig til at savna saman undirskriftir fyri at broyta § 266b til eisini at fevna um kynsliga orientering. Rúni Rasmussen er stjórnmála­ frøðingur og fyrrverandi skrivari í Stjórnarskipanarn evndini, og Sjúrður Skaale er eisini stjórnmálafrøðingur og valevni fyri Tjóðveldi. Fjórði luttakarin í panelin­ um er Bill Justinussen, sum situr á tingi fyri Mið­ flokkin. Hólmgonga um politikk og átrúnað í Miðlahúsinum Steinbjørn, ikki Tummas Í blaðnum í gjár stóð grein um Menningar­ deildina hjá SamVit, og har pástóð blaðmaðurin, at tað var Tummas í Dali, sum arbeiddi við íverk­ setarum har. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Eftir­ navnið passar, men mað­ urin, sum hjálpir og stuðl­ ar undir íverksetarar, er sjálvandi Steinbjørn í Dali. Umberingar kundu verið førdar fram um trongt evstamark og tíðar­ trýst, men sannleikin er jú, at tað finst eingin um­ bering fyri slíkt tanka­ loysi. Vónandi vilja bæði Tummas og Steinbjørn í Dali bera yvir við blað­ manninum og hansara dølskni í hesum máli. (leo) Frá 1. Januar 2008 verður nýggj skipan sett í verk, sonevnda klippikort skipanin. Hetta er eitt hent amboð í stríðnum móti endurtøkusyndarum í ferðsluni, eins og tað stuðlar undir 0- hugsjónina FERðslUTRYGD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Á tíðindafundi í morgun varð løgd fram nýggja ferðslulógin, sum inniheldur sonevndu klippikortskipan­ ina. Hetta er ein skipan, ið serliga vendir sær ímóti bilførarum, sum ferð eftir ferð fremja álvarssom brot á ferðslulógina. Eisini styðjar skipanin undir 0­ hugsjónina, tí hon víðkar revsiskipanina, og gevur løgregluni eitt kort á hond­ ina aftrat. Talan verður sostatt ikki um at nøkur revsing fellur burtur, men hinvegin kemur meiri aftrat. Tað nýggja í skipanini er, at nú verður hvørt ferðslu­ brotið skásett hjá løgregluni, og tá ein bilførari hevur fingið tríggjar skrásetingar – ella klipp, sum tað verður nevnt – innan fyri trý ár, verður hann frádømdur koyrikortið treytað. Er talan um nýggjar bil­ førarar, verða bert tvey klipp givin, áðrenn tað gev­ ur treytaða frádøming av koyrikortinum. Sett er inn í lógna ein rúgva av ferðslubrotum, sum framman undan bert góvu bøtur, men sum nú eisini geva klipp í kortið. Hetta er alt ætlað fyri at fólk skulu hugsa seg serliga væl um, tá tey hava fingið eitt ella tvey klipp, tí tá vita tey, at eitt klipp aftrat kostar treytaða frádøming av koyrikortinum. Somu skipanir hava verið nýttar í londunum uttan um okkum í eitt áramál, og har hava tey havt góðar royndir, so hetta gevur eisini Akstovuni, fútaqnum og løgregluni vónir um, at skip­ anin eisini her heima hjá okkum fer at verða til stóran bata í ferðsluni. 0-hugsjón við klippikorti Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni. Talan verður ikki um fysiskt at klippa í koyrikortið, men symbolikkurin er eyðsýndur