mikudagur 19. desember 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 246 - 19. desember 2007
Glas Goggomobile
T400 var ein lítil
microbilur, sum varð
gjørdur í Dingolfing í
Týsklandi frá 1955 til
1968. Leif Lamhauge
í Havn keypti ein
Goggomobile fyri
8.000 krónur um
somu tíð sum hann
keypti eitt grundøki
fyri 5.000 krónur
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í eini spurnarkapping hjá
Gunnari Nolsøe í Kring
varpinum herfyri var ein av
seinastu skjótt søgdu spurn
ingunum um Goggomobile
var eitt bilmerki, og luttak
ararnir í kappingini svaraðu
nei hendan spurning.
Goggomobile, ella rættari
sagt Glas Goggomobile,
var ein bilur sum varð gjørd
ur á týsku bilverksmiðjuni
»Hans Glas GmbH« í Ding
olfing frá 1955 til 1968.
Okkum vitandi var bert
tann eini Glas Goggomobile
í Føroyum. Tað var ein
T400 hjá Leif Lamhauge í
Havn, sum arbeiddi hjá Tele
fonverki Føroya Løgtings.
Leif Lamhauge keypti
bilin í 1959, og hann kostaði
tá 8.000 krónur. Til saman
beringar kann nevnast, at
Leif um somu tíð keypti eitt
800 fermetra stórt grundøki
á Heiðavegi í Havn fyri
5.000 krónur.
Áðrenn
Leif
keypti
Goggomobilin, var ætlanin
at keypa eina motorsúkklu
ella skutara sum kostaði
umleið 4.500 krónur. Men
tá Kissa Christiansen, sum
umboðaði
Goggomobile
saman við Peturi Háberg
frætti um hesa ætlan, yvir
talaði hann Leif til heldur at
keypa ein bil, sum hann í
øllum førum kundi sita turr
ur í – ikki heitur, tí bilurin
hevði ongan hitablásara.
Vit kunnu í hesum sam
bandi
nevna
at
Kissa
Christiansen
og
Petur
Háberg, sum áttu bilasøluna
Norrøna, seldu bilar í øllum
støddum, alt frá tí lítla
Goggomobile
til
stórar
amerikanskar Plymouth.
Unglingar bóru bilin
Lítli guli Goggomobilurin
hjá Leif Lamhauge vigaði
ikki meira enn 415 kg, so
nakrir unglingar høvdu til
fragd at lyfta bilin og flyta
hann, meðan hann stóð
parkeraður. Einaferð høvdu
teir lyft og borið bilin, so
hann stóð uppi á gongu
breytini uttan fyri Hotel
Hafnia á Áarvegnum. Fyri
at loysa hendan trupulleikan
bjóðaði Leif gerningsmonn
unum ein koyritúr við bilin
um út til Landssjúkrahúsið
og heim aftur í býin. Frá tí
degi fekk bilurin frið.
Glas bilverksmiðjan, sum
áður framleiddi landbúnað
armaskinur, bleiv kend fyri
at framleiða fyrsta týska
skutarin, Goggo Roller, í
1951. Goggomobile var
teirra fyrsti bilur, sum kom
á marknaðin í 1955 og fekst
við 2 syl. 2takts motori við
400 kubikkum (ccm) og 20
hk. Glas gjørdu fleiri ymisk
bilmodell sum t.d. ymisk
sløg av Goggomobile og
teir størru Glas 1300 og
Glas 1700 umframt tann
størsta Glas 2600 við V8
motori.
Í mun til tað sum vit í dag
kalla minibilar var Glas
Goggomobile T400 næstan
ein mikrobilur, hann var
minni enn Austin/Morris
Mini. Umleið somu stødd
sum gamli Fiat 500 frá
1957.
Í 1967 varð Glasverk
smiðjan yvirtikin av BMW,
og árið eftir var bilmerkið
niðurlagt.
Goggomobile hevði motorin aftan og varð drivin av bakhjólunum
Glas bilverksmiðjan bleiv kend fyri
at framleiða fyrsta týska skutarin,
Goggo Roller frá 1951-1956
Her eru tey trý
Glas Goggomobile
modellini: Fremst
Goggomobile Coupé,
Goggomobile T400
og Goggomobile
Transporter. Leggið
til merkis hvussu
lítlir bilarnir eru
Ein lítil
Gogga
Leif Lamhauge (1926 - 2005) við dóttrini Sigrun (av Reyni) og Goggomobilinum
Glas 2600 við V8 motori
bilar