Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 19. desember 2007 41 lýsingar MB Todnes Ein Selfa Kyst Sjark 28’, 76 hk Perkins. Til sølu um hóskandi boð fæst. Ring 287295 Fráboðan um loyvi til aFtursøkking Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 18. desember 2007, við heimild í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001, um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum, hevur givið Tórshavnar havn loyvi til at økja nøgdina av tilfari, sum kann aftursøkkjast í sambandi við havnagerð á Oyrar­ eingjum. Tilfarið kann aftursøkkjast millum Stong og Eystnes. Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýris­ mannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, 160 Argir. Kærufreistin er úti týsdagin hin 15. januar 2008. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo. Umhvørvisstovan Kom og arbeið hjá okkum Vit hava brúk fyri einum pedagogi, í eitt far­ loyvisstarv frá 15. jan 2008 til 11. juli 2008. Útibarnagarðurin Víkin heldur til í missiónshúsinum í Æðuvík Á stovninum eru 22 børn í aldrinum 5­7 ár. Náttúran um okkum gevur góðar møguleikar og avbjóðingar, bæði í bygd, fjøru og haga. Starvið er 30 tímar um vikuna, í lønarstigi 11­17 Vit ynskja at umsøkjarin: • hevur áhuga í at arbeiða við børnum • dámar væl at vera úti í náttúruni • ert kreativ/ur • hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum • er við til at menna tað pedagogiska arbeiði • hevur góð evnir at samstarva við foreldur og starvsfólk Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Káru Løkin tlf. 449998 ella 214306 Løn smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Skrivlig umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skulu verða Runavíkar kommunu, Postboks 139, 600 Saltangará í hendi í seinasta lagi 03/01­2008. kl 12. Útibarnagarðurin Víkin Æðuvík Runavíkar Kommuna Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo Starv sum stuðul 16 t/viku Eitt tíðaravmarkað starv sum pedagogiskur stuðul, er leyst at søkja. Arbeiðstíðin er 16 tímar um vikuna. Starvið verður at seta sum skjótast tilber. Starvið er tíðaravmarkað til 26. juni 2008. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið frá Maritu Dals­ gaard, skúlastjóra á tlf. 447332 ella 747765. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. januar 2008 kl. 12.00. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum viðmælum! Tofta skúli Postboks 41 · FO­650 Toftum Tofta skúli Heygsveg 28 · FO 650 Toftum Tlf. 447332 · fax 449532 · t­postur: tof@skulin.fo