mikudagur 19. desember 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 19. desember 2007
43
LÝSINGARTORGIÐ
Lýsingartreytir fyri ókeypis
lýsingar:
Privatar lýsingar í mesta lagi 40
orð, bert ein lutur í hvørjari lýsing,
hægsta søluvirði 20.000 kr.
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
Frá fyritøkum og virkjum.
Lýsingar undir teigunum:
»Dansur«, »Fundir« og »Matur«
Bill. merktar.
Minsta gjald fyri lýsingar:
70 kr. við MVG hvørja ferð.
Akfør
TOYOTA HIACE VØRUBILUR
til sølu, árg. 1996, km 216000. Sær
gott út.
Tlf. 222326
MAZDA PICK-UP
4 x 4, árg. 2001, vælhildin, til sølu
fyri 95.000,-
Tlf. 507056
VOLVO V70 TIL SØLU
2.4 diesel, 167 HK, model 2004, km
155.000 við nógvari eyka útgerð,
sær heilt gott út innan og uttan. Er
í sera góðum standi.
Tlf. 222326
SUZUKI SWIFT
bíliga til sølu, árg. 2006, koyrt 9000
km.
Tlf. 283904
KIA PRIDE TIL SØLU
Kia Pride árg. 97, bíliga til sølu,
píkadekk á felgum fylgja við.
Tlf. 423078- 270478
TOYOTA CARINA E 2.0 TD
Sera gódur bilur til sølu, hann
hevur koyrt 225000 km og er frá
1996. Skift kamreim, dynamoreim
og akkomulator fyri 2 mðr sídani.
Sýnaður jan. 2007.
Ring 590631
TIL SØLU
Ein hvitur toyota corolla 1,6 frá
14.02.86. Hann koyrir gott og
startar sum klokkan, ein fínur bilur,
4 nýggj píkadekk á felgum fylgja
við i keypinum, hann verður seldur
sera sera bíliga.
Tlf 250057
BMW 320I
Frá 1991 til sølu. Hevur nýggj dekk
og sportfelgur. Krevur ymsar ábøtur.
Kann síggjast og roynast í viku 52.
Prísuppskot: 3000 kr.
Tlf. +45 31951940
TIL SØLU
Suzuki Swift frá 2006, koyrt 9000
km, bíliga til sølu.
Tlf. 283904
MORRIS MINI BILUR TIL
SØLU
Er frá 1979 og er í sera góðum
standi. Nógvir nýggir lutir fylgja við.
Gev eitt boð á
www.loppan.fo
VW POLO 1.9 TIL SØLU
diesel, árg. 99, nýggja kamreim og
kølivatnspumpu. Koyrt uml. 128.000
km.
Tlf. 593603
TIL SØLU SUM EYKALUTIR
Mazda 929, árg. 88, til sølu sum
eykalutir. Motorurin hevur koyrt
34.000 km og 4 nýggj heilársdekk
eru á.
Tlf. 312041
FORD ESCORT TIL SØLU
Ford escort stationsvognur til sølu
fyri 5000,- frá 1998, bensinmotor,
koyrir, men krevur ábøtur.
Ring 318526/514765
TOYOTA HIACE
Árgang 2000, 2,4 diesel. Koyrt
120.000 km. Hevur krók og tak-
boylar. Til sølu fyri 64.000 kr + mvg.
Tlf. 215877
PEUGEOT PARTNER 1.9
DIESEL
árg. 9/2001 til sølu. Setur aftan og
píkadekk á felgum fylgja við.
Tlf. 447469
YNSKIST
Ein eldri Mitsubishi lastbilur 3500
kg. Hevur tú ein, so vinarliga ring
tlf. 332203/221866
TOYOTA TIL SØLU
Toyota Corolla 1.3, er í góðum
standi, hevur sóltak, vel, er
nýlakeraður, til sølu fyri 15.000 kr.
Tlf. 220004
Alt til akfør
HYGG HER
ein mazda 626 árg 08/97 til sølu
sum eykadeilir. Ring og gev eitt boð.
222227
HYGG HER
4 ikki meir enn 1/2 ára gamlar
felgur við heilársdekkum 195/65/
R15 til sølu fyri 4000 kr (lítið brúkt/
felgur hava 5 hol).
RING 222227
FELGUR
4stk felgur 14" hol 4x100til sølu
fyri kr 600
213773
ALUFELGUR
4 stk alufelgur 15" hol 4x100til
sølu fyri kr 800
213773
SUMMARDEKK
Lítið brúkt Michelin Energy dekk á
felgum, ið passa til Peugeot 406 til
sølu fyri einans 2.200 kr.
Tlf. 214166
Amboð
vøraa
Lítið, fitt sveisiaparat: Jobby 215
OT-CU Blumaster 180 amp, 4,0
mmø 230<->400 V. 1200 kr.
Tlf. 228407
Arbeiði
vøraa
timburarbeiði verður gjørt.
Tlf. 223231
SØKT VERÐUR EFTIR
fólki til stoypiarbeiði í
Sundalagnum.
Tlf. 212090
Barnaútgerð
BARNAVOGNUR
til sølu fyri 2.000,- Vognurin er
svartur við myrkagráum detaljum.
Regnslag, flugunet og voksiposi
fylgja við.
Tlf. 517072
REOL TIL BARNAKAMAR TIL
SØLU
Litrík reol (reyð, gul og blá) til
barnakamar til sølu fyri 400 kr.
Donsk framleiðsla, hevur tríggjar
skuffur og 10 hyllar, stødd
(h=1,83m b=1,60m d=0,45m).
Áhugað ringið 284863
STÓLUR YNSKIST
Trip Trap ella annar høgur stólur
ynskist bíliga til keyps
217475
BILSTÓLUR
Ein bláur Carena bilstólur 0-13 kg.
til sølu fyri 500 kr.
Tlf. 274464
BRIO BARNASTÓLUR
BRIO Barnastólurtil sølu fyri kr300
213773
YMISKT BARNAUTGER
ämmupúta blá vid luft í. Keypt í
ergo 200kr. Simo koyriposi til sølu
300kr. Kremfarva seingarrond til
sølu 250kr. Gangiselar til børn til
sølu 150kr.
Ring ella sms´a 215630
TVILLINGAKLAPPSTÓLUR
emmaljunga tvillingaklappvognur
til sølu. Hann er sera lættur og sær
gott út. Hann er svartur og hevur
gummidekk. Hondtaki kann stillast
og ryggleni (men ikki hvør sær).
Verður seldur fyri 2600 kr.
mob 215630
Bátaútgerð
VOLVO BÁTAMOTORUR
2 stk volvo typa md-11-c 23
hkverða seldir bíliga.
Vinarliga ringið 229875
OLJUTANGI
Rustfríður oljutangi à 200 l til bàt
til sølu og ein hytralik tangi við
pumpu til sølu.
Vinarliga ring á 317651
Bingo
GOTT JÓLABINGO
Gott jólabingo verður í Pálsstovu
hóskvøldið 20. desember kl. 19. At
vinna: Dunnur, steikir, karamellur
o.m.a. Á lutaseðli: m.a. baljur fullar
av mati.
Stuðulsfelagið hjá AB
Burturm. /funnið
BURTURMIST
Hevur nakar funnið ella tikið við
óvart ein svartan klædningsjakka
av merkinum STONE hjá mær
leygarkvøldið 15/12 uppi á Hotel
Føroyum. Har skuldi verið koyrikort,
trukkkoyrikort og eitt visakort í
innaralummanum.
Vinarliga ring á tlf. 599994
ella 233372
H&M FRAKKI HORVIN Á REX
Mín H&M frakki hvarv á REX
leygarkvøldið 15.des. Jakkin er
svartur uttan og vínreytt silki innan.
Tú sum tók hann, verður vinarliga
biðin um at koma aftur við honum.
Billyklar og mynd av soninum liggja
í lummanum.
503636 - Sjanna
Býli í Føroyum
TIL LEIGU
Hús í Sørvági til leigu frá februar/
mars.
Tlf. 283904
PÁPI VIÐ TVEIMUM BØRNUM
sóknast eftir húsum ella íbúð í
Havn. Vónandi er onkur, ið kann
hjálpa okkum.
Tlf. 215214
HÚS Í SALTNESI
til leigu frá 1. januar 2008. Húsini
eru 180 kvm. til støddar. Hava allar
hentleikar.
Tlf. +45 51336524
ÍBÚÐ TIL LEIGU Í VÁGI
Tvey kømur, stova og køkur í einum,
wc og gongd.
Ring 424787/511255 e. kl. 18
ÍBÚÐ Í HAVN TIL LEIGU
Uml. 125m2, friðarligt øki mitt í
býnum. 4 kømur-2 størri og 2 smærri.
Vaskimaskina og turkitrumla. Til leigu
frá 1.jan ella 1.feb. Leiga 7.100,-kr +
2 mán. depositum-hiti íroknaður.
Tlf. 311243
BÝTA UM? KBH/TÓRSHAVN
Hugnalig hús mitt í Havn, til leigu
frá mars 2008. Stór stova, stórur
køkur við spísiplássi, 3 sovikømur,
tvær altanir og stórur suðurvendur
havi. Gótt útsýni yvir Tinganes og
fjørðin frá loftinum. Vit leita sjálvi
eftir leigu-íbúð í kbh, helst min 3 v.
Hug at býta um? Áhugað skrivið til
kbh.torshavn@gmail.com
HÚS ELLA ÍBÚÐ YNSKIST TIL
LEIGU
Hús ella íbúð ynskist til leigu frá
1 febr. 2008.Ynskist í Streymoy og
hava min 2 kømur.
Vinarliga ring +47 95839152
TIL LEIGU
2 kømur til leigu í miðbýnum
í Havn, Tlf. 217150, e-mail
peturjuul@hotmail.com
Tlf. 217150
KAMAR TIL LEIGU
í eysturbýnum. Hevur atgongd til
køk, wc/bað og vaskimaskin.
Tlf. 212090
LEJLIGHED I TORSHAVN
SØGES
Vi er et ungt par i 20´erne der er
lige har afsluttet vores uddannelse
og har valgt at flytte til Tórshavn.
Vi søger derfor et sted at bo på
max 5500 kr./md i Tórshavn gerne
møbleret.
ring på +45 23961339ell.
laksafos@hotmail.com
Høgni
ÌBÚÐ Í EYSTUROY YNSKIST
Er tað nakar sum kann hjálpa
okkum. Vit eru eini hjún, sum
mangla eitt stað at búgva eftir jól.
Er tað onkur ið kann hjálpa okkum?
Vinarliga ring
258720/270257
EG YNSKI ÍBÚÐ ELLA HÚS TIL
LEIGU
Eg ynski íbúð ella hús til leigu í Havn,
max prísur við øllum 5000-6000 kr.
Fari væl um og gjaldi til tíðina.
210126
HUS TIL LEIGU
Er tad nakar sum hevur eini hús til
leigu í Vági? Helst hava 3 kømur og
vera í góðum standi.
581644
ÍBÚÐ YNSKIST TIL LEIGU
Vit eru eitt par, ið flyta heim til
Føroyar pr. 1. februar 2008, og
ynskja í hesum sambandi eina íbúð
í Tórshavn frá jan./febr. 2008. Bæði
hava fast arbeiði og vit roykja ikki.
Tlf. +45 20 67 94 73
ÍBÚÐ Í HAVN
Uml. 60 fermetrar, stova og køkur í
einum, soviverilsi, kamar og wc/bað
við vaskimaskinu og turkitumblu.
Nýliga gjørd av nýggjum.
Sp/f Íbúð, tlf. 211192
TIL LEIGU/SØLU
Hús í Sørvági til leigu ella sølu.
Tlf. 332884/283904
Býli uttanlands
TIL FRAMLEIGU
Góð 2. vær. íbúð í centrum í
Aalborg, við góðum útsýni. Nýtt
baðirúm, nýggjur køkur, 2 altanir. Til
framleigu í 1 ár við møguleika fyri
framhaldandi leigu. Kostnaður 4900
+ ca. 400 í forbrúk/md.
+45 61857747
Bøkur
YNSKIST
Tey Byggja land 1-5 ynskjast til
keyps.
Vinarliga ring 317949 e.
509555
Dansur
EYSTUROYAR DANSIFELAG
2. jólakvøld er eingin dansur,
men nýggjárskvøld halda vit 300-
áradagin fyri Norsku løvu í Hæddini
frá kl. 19.00 til 1.00 við føroyskum
dansi, fyrilestri og onkrum til
matna. Kostnaður kr. 50,-.
Nevndin
FØROYSKUR DANSUR
verður í Jómsborg 2. jólakvøld. Hús
ið letur upp kl. 23. Øll er vælkomin.
Nevndin
OYGGJARDANSUR Í
SANDVÍK
Annað jólakvøld verður oyggjar-
dansur í Ranhøll í Sandvík. Byrjað
verður kl. 22.00. Harmonikan luttek-
ur, og lutaseðlar verða seldir.
Dansifelagið í Suðuroyar
norðaru helvt
TRETTANDAKVØLDSTILTAKIÐ
Á KELDU Í SKÁLAVÍK
Trettandakvøldstiltakið verður á
Keldu í Skálavík 12. január 2008.
Nærri kunning verður seinni.
Dansifeløgini í oynni
Dansigaman
Stígum Fast
Leikum Fagurt
FØROYSKUR DANSUR Í
TØKUM LÆTT
2. jólakvøld verður dansað í Skansa-
stovu, Djóni í Geilsgøta 1. Øll eru
vælkomin. Byrjað verður kl. 22.
Tøkum Lætt
Dýr
HUNDAHVØLPAR FÁAST
við at avheinta teir. Teir eru 3
blandaðir colli hundar, teir eru í
Tórshavn. Áhugað vinarliga ringið
tlf. 223980