Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 247 - 20. desember 2007 expert@expert.fo · Tel 35 35 35 · Fax 35 35 92 · www.expert.fo Endiliga komin aftur.... BOX-settið hjá Frændum fyri bert 299,- Fæst kring landið Tann rætta tónlistarliga jólagávan.... Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Endurlýsing eftir Deildarleiðarum til Heimatænastuna í Suðurstreymoy - øki 1 Heimatænastan í Suðurstreymoy søkir eftir deildarleiðarum. Heimatænastan í Tórshavn er býtt í 3 økir, Vestur-, Eystur- og Miðøkið. Í hvørjum øki er ein tvørfakligur bólkur av starvsfólki við heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Til hesar tvørfakligu bólkarnar sóknast vit eftir 3 deildarleiðarum. Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna av einum tvørfakligum bólki og sam- starvar í toymi saman við hinum deildar- leiðarunum og deildarleiðaranum fyri sambýlini. Deildarleiðararnir eru undir leiðslu av økisleiðaranum. Uppgávan verður, saman við starvsfólkunum og leiðslutoyminum at skipa eina samansjóðaða tænastu, har vit við umsorgan stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá tí einstaka borgaranum. Vit vænta av tær at tú • Hevur útbúgving innan heilsurøkt • Hevur hug og hegni at leiða og fyrisita • Evnar at samstarva við bæði brúkara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • Hevur telduførleika á brúkarastøði • Royndir og útbúgving í fyrisiting og leiðslu er ein fyrimunur Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av • Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdini av veittum tænastum. • At leiða, stuðla og menna starvsfólki • At virka verður innan givnar fíggjarkarmar Vit kunnu bjóða • Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Fakliga og persónliga menning Setanartreytir Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir at vita meira um starvið kann tú venda tær til Ceciliu Vestureið, økisleiðara, ceciliav@naerverk.fo, tlf. 31 72 49 ella 21 72 49 Umsókn Umsóknin skal sendast og stílast til: Nærverkið Meginskrivstovan Argjavegur 26 100-Tórshavn Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari Viðmerkt: umsókn Umsóknarfreist 8. januar 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Bryggjubakki 16 FO-100 Tórshavn Tel 30 82 82 Fax 30 82 81 info@norlink.fo Gleðilig jól og gott nýggjár við tøkk fyri brátt farna ár og vón um gott samstarv í framtíðini Vit ynskja viðskiftafólki, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár og takka fyri gott samstarv í brátt farna ári. Bókhaldsvirkið RannTeld Ulla & Atli Magnus Heinasonargøta 23. 1 Postboks 205 · FO-110 Tórshavn Tel 318903 · Fart. 505300 Fax 318703 · www.rannteld.info rannteld@rannteld.info