Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 20. desember 2007 39 tíðindi Stutt Sagt Minni dálk­ andi bilar Eitt nýtt uppskot hjá ES- nevndini sigur, at aftan á 2012 skal eingin bilur lata meiri enn 120 gram av CO2 út ígjøgnum útstoytið fyri hvønn kilometur, sum hann koyrir. Stavros Dimas, umhvørviskomm- iserur, heldur, at uppskotið er gott, men tað halda ikki øll. Í Týsklandi bera politikarar ótta fyri, at upp- skotið fer at raka landsins bilar meinari enn bilarnar í øðrum londum, tí í Týsklandi eru lutfalsliga nógvir tungir bilar. Hinveg- in halda umhvørvisverndar- felagsskapir, at uppskotið er ikki nóg avmarkandi og verjir tí ikki umhvørvið so væl, sum felagsskapirnir kundu hugsað sær. Fýra tiknir av døgum Ein maður, sum var funnin sekur í at hava neyðtikið 15 ungfólk, varð í gjár avrættaður í einum fongsli í Iran. Hann varð hongdur, og somu revsing fingu tríggir aðrir menn, sum vóru dømdir til deyða fyri dráp, skrivar iranska tíð- indastovan ISNA. Eygleið- arar siga, at tað er vorðið alt meiri vanligt í Iran at døma fangar til deyða og at fullføra revsingina. Sambært ISNA skuldu trý onnur fólk takast av døg- um í gjár, men tær av- rættingarnar vórðu útsettar fyribils. Brúka minni orku Í Danmark hava myndug- leikarnir fleiri ferð skipað fyri átøkum, sum skulu fáa fólk at spara orku í gernadisdegnum, og nú er líkt til, at átøkini hava havt sína ávirkan. Í hvussu er vísir tað seg, at danir brúktu munandi minni orku níggju teir fyrstu mán- aðirnar í ár enn sama tíðarskeið í fjør. Minking- in var 6,3 prosent. Úrslitið er, at danir hava brúkt væl minni nátúrgass og kol í ár enn í 2006, meðan oljunýtslan er lítið mink- að. Ein orsøk er, at árið í ár hevur verið væl lýggjari enn árið í fjør, sigur Orku- stýrið í einari frágreiðing um orkunýtsluna hjá dønum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tað er sera gott at frætta, at Time hevur valt Putin til Ársins Persón. Tað er ein stór viðurkenning (russiskur talsmaður) útlond Hillary Clinton og tey, sum standa fyri valstríði hennara, eru ikki so vís í at vinna uppstillingina longur Fyri fáum mánaðum lá Hillary Clinton á odda í statinum Iowa, har upp- stillingarval verður tann 3. januar. Men soleiðis er ikki longur. Nú siga kanning- arnar, at Barrack Obama fær 33 prosent av atkvøð- unum har og Hillary Clinton 29. Triðja valevnið, John Edwards, fær 20 prosent. Tey, sum hava gjørt kann- ingina, siga, at ein ávís óvissa er, og at tað í veru- leikanum merkir, at tað stendur á jøvnum millum Obama og Hillary Clinton. Fyri Hillary Clinton merkir tað, at hon hevur mist nógv- ar stuðlar í Iowa í seinastuni, og tey, sum fyrr í ár søgdu, at eingin kundi vinna á henni, eru ikki so vís í tí longur. Eygleiðarar siga, at tað hevur stóran týdning at vinna tað fyrsta uppstilling- arvalið, tí tað ávirkar velj- ararnar í teimum statunum, sum koma aftaná. Longu tann 8. januar verður upp- stilling í New Hampshire, og tey, sum leggja valstríðið hjá Hillary Clinton til rætt- is, royna longu nú at benda orðaskiftinum tann vegin, at tað er ikki tann stóra vanlukkan, um hon tapir í Iowa. Sjálvt maður hennara kennir seg ikki so sigurs- vísan longur. - Eg helt ongantíð, at hon var veruliga á odda í Iowa, og eg væntaði ongantíð, at hon fór at vinna har. John Edwards kann vinna í Iowa, segði Bill Clinton í gjár. Taparin tapir Amerikanskir valserfrøð- ingar siga, at fyri Hillary Clinton er tað ikki av- gerandi, at hon tapir í Iowa, men tað skal bara helst ikki vera Barrack Obama, sum vinnur. Tí vinnur Obama, kann hann gerast ein størri hóttan enn John Edwards, tá saman um kemur. - Vinnur Barrack Obama í Iowa, fer sigursbarometrið hjá Hillary Clinton í botn. Eftir mínum tykki er tað ikki avgerandi, hvør vinnur í Iowa, men hvør tapir, sigur professarin Andrew E. Smith á lærda háskúlanum í New Hampshire við blaðið The Examiner. Ein 27 ára gomul kvinna skuldi takast av døgum í Iran í gjár, men sleppur at liva tvær vikur afturat Tann 27 ára gamla Rahele Zamani er dømd til deyða, tí hon drap mann sín. Hon stóð á listanum yvir tey, sum skuldu avrættast í einum fomgsli í gjár, men í síðstu løtu varð navn henn- ara tikið av listanum. Tað merkir, at hon væntandi sleppur at liova 14 dagar afturat, sigur mannarættind astíðsmaðurin Mahmood Amiry-Moghaddam við norsku tíðindastovuna NTB. Undir rættarmálinum kom fram, at maður Rahele Zamani fór illa við henni og bukaði hana javnan, og at hon sá sær eingi onnur ráð enn at beina fyri honum. Kortini bleiv hon dømd til deyða. Í síðstu viku prentaði iranska blaðið Etemad eitt bræv frá teirri deyðadømdu kvinnuni, har hon bað um at fáa avrættingina útsetta, so hon kann vera saman við børnunum, sum eru trý og fimm ára gomul. Nú hevur hon fingið 14 dagar afturat saman við teimum, men Mahmood Amiry-Moghad- dam sigur við NTB, at deyðadómurin stendur við. Hillary slept teimum stóru orðunum Deyðadømd mamma fekk 14 dagar afturat saman við børnunum Hillary Clinton er ikki so sigursvís nú sum fyri bara fáum mánaðum síðani (Mynd: AP)