Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 21. desember 2007 5 Tórshavnar kommuna Leiðari til Snarskivuna Søkt verður eftir leiðara til Snarskivuna. Snarskivan Uppgávan hjá Snarskivuni er fyrst og fremst at veita eina góða tænastu til borgarar og starvsfólk. Snarskivan er avgreiðsla hjá fyrisitingunum, tað er Miðfyrisitingin, Tekniska fyrisiting og Trivnaðarfyrisiting. Í Snarskivuni er telefonmóttøka, avgreiðsla, journal, fólkayvirlit, byggitekniska økið og barnaansing. Arbeiðsuppgávur Sum deildarleiðari hevur tú dagligu leiðsluni um hendi. Tín uppgáva er eisini at menna Snarskivuna soleiðis, at Snarskivan fylgir við tíðini og broytist samsvarandi uppgávubroytingini í kommununi. Tín uppgáva er eisini at vera við til at førleikamenna starvsfólkini. Tórshavnar kommuna bjóðar eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum deildarleiðara við 3 til 5 ára útbúgving (á bachelor- ella kandidatstøði) við viðkomandi royndum. Góð samskiftisevni og góðir samstarvseginleikar eru ein fortreyt, eins og opinleiki fyri avbjóðingum og nýggjum møguleikum. Eisini er neyðugt við einum motiverandi leiðslustíli. Vit hugsa okkum at tú dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og munnliga á enskum, er framsíggin og framsøkin. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt í 35. lønarflokki sambært Tænastumannaavtaluni (uttan at vera tænastumannastarv) ella sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi týsdagin 8. januar 2008 kl. 15.00. Merkið umsóknina „Deildarleiðari til Snarskivuna“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, telefon 28 00 20 ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, á telefon 21 03 30. lýsingar