fríggjadagur 21. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 248 - 21. desember 2007
Fyribyrgingarráðið
skipar í næstum
fyri kanning av
føroyingum millum
40 og 70 ára aldur.
Endamálið er at gera
føroyingar meiri
tilvitaðar um egna
heilsu
HEILSUKANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
MARK eitur verkætlanin,
sum
fyribyrgingarráðið
komandi mánaðirnar fer at
skipa fyri. Styttingin stend
ur fyri Motión, Alkohol,
Royking og Kost, og er ein
umskriving av somu donsku
kanningini, sum er stytt
KRAM.
Fyribyrgingarráðið hevur
sett Maluna Egholm at
standa fyri kanningini, og
hon sigur, at gransking
hevur víst, at lívsfaktorar
sum royking, ov lítil motión,
vánaligur kostur og stór
nýtsla av alkohol kunnu
elva til álvarsligar sjúkur og
fyri ov tíðligan deyða.
Í okkara grannalondum
er gransking innan hesi øki
vanlig, og í Danmark eru
tey í ár farin undir eina
umfatandi kanning um livi
mátan hjá dønum. Hesa
kanning kalla tey KRAM,
sum eisini er ein stytting
fyri tað sama sum í MARK.
Føroyska kanningin er í
smálutum gjørd eftir sama
leisti sum hin danska, sigur
Malan Egholm.
Kanningin verður skipað
um alt landið, og byrjar í
januar 2008 og heldur fram
út á heystið. Eitt tilvildarligt
úrval av fólki millum 40 og
70 ár verða boðin at luttaka.
Tey, sum taka av, skulu
svara einum spurnarblaði
og verða likamskannað á
ymsan hátt, eins og blóð
roynd verður tikin.
Spurnarblaðið roynir at
lýsa tey meginumráði, sum
henda kanning hevur fyri
eygað, nevniliga kostin, lik
amsvirknið, roykivanar og
rúsdrekkanýtslu.
Harum
framt verður spurt um sjálv
upplivaða heilsu og um
heilsustøðuna hjá tí einstaka
í høvuðsheitum. Ætlanin er,
at tey luttakandi sjálvi
kunnu svara spurnarblaðn
um á internetinum, men av
tí at hendan skipanin ikki er
tøk enn, verður byrjað við
einari vanligari pappírs
útgávu, sum vit síðani gera
teldutøk,
sigur
Malan
Egholm.
Serlig játtan
Likamskanningin fatar um
mátan av blóðtrýsti og
pulsi, likamsvekt, feittpros
ent og hædd, miðju og
mjadnamát, lungafunktión,
vøddastyrki, balansu og
konditión.
Ein blóðdropi verður
tikin úr oyranum og kannað
ur á staðnum fyri blóðsuk
ur, triglycerid, kolesterol,
LDL og HDL. Til hesar
royndir skulu fólk verða
fastandi fyri at fáa besta
úrslitið,
sigu
Malan
Egholm.
Kanningin varar áleið
hálvanannan tíma og endar
við, at tann einstaki fær síni
úrslit skrivað á serligt
oyðiblað, sum eisini inni
heldur serliga frágreiðing
um markvirðið, og um hvat
tey eiga at gera, um teirra
úrslit
eru
uttan
fyri
normalvirðini.
Fyribyrgingarráðið hevur
fingið serliga játtan frá
Almanna og heilsumála
ráðnum til hetta átak, og
eftir ætlan verður peningur
eisini settur av til verk
ætlanina komandi fíggjarár.
Fyribyrgingarráðið hevur
sett sjúkrarøktarfrøðingin,
MPH Maluna Egholm í
starv at standa fyri hesi
verkætlan.
Verkætlanin
verður
framd í samstarvi við Apo
teksverkið og við kommun
urnar í Føroyum. Eisini
liggur í verkætlanarfrymlin
um, at kommunurnar skulu
hava ein virknan leiklut í
hesum fólkaheilsuátaki. Til
dømis hevur Fyribyrging
arráðið verið í samband við
Tórshavnar
Kommunu,
sum hevur lovað at húsa
verkætlanini fyri kommun
una í Heinesens Húsi. Eis
ini hevur kommunan lovað
at hjálpa til við hóskandi
starvsfólkum, sum skulu
leiðbeina borgarunum um
hvørjar hentleikar kommun
an ræður yvir, tá um likams
venjing roykiavvenjing og
líknandi
viðvíkur,
sigur
Malan Egholm.
Tilvildarlig nøvn
Ætlanin er í fyrsta umfari at
kanna 2000 fólk. Tey eru
býtt soleiðis út um landið:
Tórshavnar
Kommuna
1000, Suðuroy 200, Sandoy
100, Vágar 100, Eysturoy
300, Norðoyggjar 200 og
Norðurstreym 100.
Verkætlanin er góðkend
av Vísindasiðsemisnevnd
ini og av Dátueftirlitinum.
Landsfólkayvirlitið
hevur
tilvildarliga
drigið
úr
skránni nøvn, bústað og føð
ingardag hjá fólki millum
40 og 70 ár, soleiðis at býtið
verður sum omanfyri nevnt
kring landið.
Av tí, at roknað verður
við, at bert helvtin vil
luttaka, verða í alt 4000
nøvn drigin úr skránni.
Upplýsningarnar verða
goymdar á teldu og við
gjørdar á Deildini fyri
Arbeiðs og Almannaheilsu.
Tær verða goymdar við
navni og ætlanin er ikki at
forkoma teimum, tá verk
ætlanin er av, bæði tí hendan
verkætlanin við tíðini kann
gerast afturvendandi og fyri
at møguleiki skal verða hjá
granskarum í framtíðini at
fylgja upp um heilsustøðana,
sigur Malan Egholm.
Á tíðindafundinum meld
aði Heðin Mortensen seg
sum sjálvboðín royndar
kanin. Hann fegnaðist um
átakið og segði, at tosað
varð nógv um hetta millum
starvsfólkið hjá kommun
uni, tí fleiri teirra høvdu
verið við til at royndarkoyrt
skipanina.
Borgarstjórin helt fyri, at
har vóru 40 ára gomul fólk
farin niðan í Heinesens Hús
og komin út aftur sum 70
ára gomul. Og hinvegin
eisini.
Hetta er eitt kærkomið
tiltak, og kommunan vil
fegin hjálpa til á allan hátt
vit kunnu, segði Heðin
Mortensen.
Heilsustøðið skal hækka
Borgarstjórin var sjálvboðin royndarkanin á tíðindafundinum í Heinesens Húsi gjáramorgunin.
Her tosa verkætlanarleiðarin, Malan Egholm, og Heðin Mortensen úrslitið, sum var »beint undir
miðal«
Mynd: Jens Kristian Vang
Úlvur á barr
Barrgestirnir í italienska býnum Viletta Barrea fingu
eina heilt øðrvísi náttúruupploiving, tá ein villur úlvur
frá nærliggjandi tjóðarlundini smoygdi sær inn á barr
ina og nápaði sær eina tvíflís av einum borði. Barr
eigari Giacinto Lorenzo heldur, at svongd í vetrarkuld
anum hevur ført til undarliga atburðin hjá úlvinum, og
meðan óbodni gesturin tók tað púra róligt, vóru kund
arnir í barrini um at gera í buksurnar av ræðslu. – Øll
vóru so rædd, at vit stívnaðu í einar fimm minuttir,
men úlvurin spákaði bara avstað aftur, sum var einki
hent, sigur italski barreigarin, sambært bt.dk
14 mia upp á subprime
Subprimelán hava seinastu mánaðirnar verið einstýðandi við
risatap, men fyri fleiri íleggingarfeløg hevur tað hinvegin merkt
óhoyrdar inntøkur. Fíggjarblaðið Bloomberg Markets hevur gjørt
lista yuvir størstu inntøkurnar av subprime kreppuna, og á einum
greiðum fyrsta plássi er stjóraparið John Paulson og Paolo
Pellegrini, sum eftir níggju mánaðum hava forvunnið 14,4 milliardir
krónur. Strategiskt góð viðmæli til íleggjarar hjá íleggingargrunnum
um frammanfyri standandi kreppuna á amerikanska
bústaðarmarknaðinum í 2006, hevur hækkað virðið í grunnunum í
Paulson & Co við 340% í meðal frá ársskiftinum fram til 28.
september, skrivar Børsen.