fríggjadagur 21. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 21. desember 2007
15
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fremad
Amager
hækkar
kapitalin
Sum partur av vakstr
arætlanini hevur
Fremad Amager økt
um partpeningin
við 3,5 milliónum
krónum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er føroyska felagið,
Fremad Amager Invest,
sum stendur handan megin
partin av kapitalinnspræn
ingini, sum felagið hevur
fingið.
Í
tíðindaskrivi
sigur
Todi Jónsson, nevndarfor
maður, at kapitalhækkanin
er liður í vakstrarætlanini.
Har er endamálið í fyrstu
atløgu at fáa felagið upp í
donsku 1. deild. Og innan
fá ár skal ein sessur í sup
erliguni gerast til veru
leika.
Tveir nýggir til
Fremad
Í royndunum at
styrkja enn meira
um hópin hevur
Fremad Amager fing
ið fatur á tveimum
spælarum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Týsdagin kundi felagið
boðað frá, at teir hava gjørt
tvey ára sáttmála við Jacob
Josephsen, sum áður hevur
spælt við Lyngby og HIK.
Talan er her um ein
spælara, sum helst verður
nýttur á miðvøllinum, men
sum eisini er førur fyri at
røkja fleiri onnur pláss á
liðnum.
Og í dag var greitt, at
enn ein spælari kemur til
felagið. Hesin eitur Krist
offer Wichmann, og hevur
hann fyrr spælt í Køge og
AB.
Stjórin í Fremad Amager,
Nicolaj Kaas Heilmann, sig
ur,
teir
framhaldandi
arbeiða við at styrkja um
hópin, sum ætlandi er partur
av donsku 1. deild komandi
kappingarár. Í løtuni er
Fremad Amager á odda í
sínum bólki í donsku 2.
deild.
Jákup í Stórustovu
kann væl fáa langar
arbeiðsdagar
komandi tíðina. Tí
útlendski áhugin
fyri føroyskum
fótbóltsspælarum er
alsamt veksandi.
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í vikuni stóð greitt, at Rógvi
Jacobsen komandi kapping
arár fer at royna síni fót
bóltsevni uttan fyri føroysku
landoddarnar. Enn er hann
einasti føroyski spælarin,
sum hevur skrivað undir
eitt skifti til komandi trans
fervindeygað. Hóast tað
ikki eru eins nógvir leikarar,
ið skifta felag í vetrar trans
fervindeyganum,
so
er
sannlíkt, at aðrir spælarar
eisini
sleppa
at
royna
eydnuna
uttanlands
í
næstum.
Tað eru fleiri fyrispurn
ingar frá eins og samráð
ingar við feløgum í sam
band við fleiri føroyskar
spælarar í løtuni. Hvat
ítøkiliga fer at spyrjast
burtur úr hesum, ber ikki til
at siga í løtuni. Men eg fái
sagt somikið, at tað sær
sera spennandi út, sigur
Jákup í Stórustovu, sum er
spælaraumboðsmaður.
Meðan Rógvi við sínum
28 árum telist millum teir
meira royndu føroysku spæl
ararnar, so tykist útlendski
áhugin í aðrar mátar fyrst
og fremst at snúgva seg um
ungar spælarar. Og her hev
ur Jákup merkt eina stóra
broyting seinnu árini.
Tað eru serliga tveir
lutir, sum hava ávirkan í so
máta.
Tað at vit nú eisini hava
eitt U21landslið er ein
stórur fyrimunur hjá spælar
unum. Tað gevur teimum
trý ár afturat í altjóða høpi,
har spælarin kann búnast
nógv. Tekur tú seinastu und
ankappingina sum dømi, so
fingu okkara tvær ferðir
møguleika at spæla móti
spælarum, har fleiri spæla í
Seriu A, og tað er sjálvandi
við til at menna spælararnar.
Og tá úrslitini eisini hava
verið somikið góð, økir tað
sjálvandi
um
útlendska
áhugan.
Hartil haldi eg, at før
oysk feløg í dag eru nógv
meira tilvitað um týdningin,
sum tað hevur at geva egn
um spælarum møguleikan.
Tey vilja nógv heldur hava
fatur á einum ungum evna
ríkum føroyingi, heldur enn
at royna eydnuna við einum
útlendskum spælara, sum
tey ikki veruliga kenna. Og
tað kemur aftur føroyskum
fótbólti tilgóðar. Brúka vit
aftur U21landsliðið sum
dømi, so vórðu 30 spælarar
nýttir í ár, og við einum und
antaki vórðu hesir knýttir at
annað hvørt einum For
mulahópi
ella
einum
útlendskum felag. Og tað
fær ikki verið annað enn
positivt, sigur Jákup, áðrenn
hann eisini biður feløgum,
venjarum
og
sjálvandi
spælarum eini gleðilig jól.
Metstórur áhugi
Sjálvur fæst Jákup ikki at
siga nakað um, hvørt áhugin
føroyskum spælarum í dag
er størri, enn hann nakran
tíð hevur verið. Men við
eitt sindur av hepni og hegni
kann væl verða, at Føroyar
í februar mánaði hava fleiri
spælarar uttanlands, enn vit
nakran tíð hava havt áður.
Verður Rógvi Jacobsen
roknaður við, so umboðar
Jákup í Stórustovu í løtuni
17 spælarar, sum royna seg
uttanlands. Tá telur listin
bæði Adrian og Lucazs
Cieslewicz, men ikki Sylla
Amed Davy og Paul Clap
son, sum helst ikki verða í
føroyskum fótbólti komandi
kappingarár. Sjálvur vónar
Jákup, at tað talið kann líkj
ast 20, tá transfer vindeygað
letur aftur, í februar. Og
somikið nógvar spælarar
hava føroyingar ongan tíð
áður átt uttanlands.
Útisetatalið nærkast 20
Jákup í Stórustovu, sum í nøkur ár hevur rikið NAFA, hevur sjáldan – um nakrantíð – havt so nógv at gjørt, sum
hann hevur júst í løtuni