Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 21. desember 2007 19 tíðindi har alt kulmineraði við líð­ ing hansara og deyða. ­ Eg biði bara um, at mín kristna trúgv ongatíð verður innkapslað í ein ævintý­r­ heim ella í eina romansu, men altíð má vera ítøkilig og hava jørðforbindilsi, sig­ ur Jógvan. Svár og trupul støða Tann eina dagin tey vitjaðu í Betlehem, vitjaðu tey á tí kristna universitetinum. Hóast kristin fólk kring all­ an heimin kenna bý­in, er als ikki at meta sum nøkur glæstriborg, hóast mong kanska halda tað. Her fingu tey eitt gott prát við rektaran á skúlanum og fingu eyguni upplatin fyri viðurskiftunum millum jødar og arábar, og eitt heilt annað innlit í støðuna hjá teimum kristnu, sæð við palestinskum eygum. Rektarin vísti á tý­dningin av, at vit kristnu eisini máttu duga at síggja støðuna hjá palestinum: Tey hava mist sítt land og síni rættindi, og liva á mangar mátar sum flóttafólk. ­ Fyri hann var tað sera umráðandi at vísa á, at tað er altíð ein trupul støða at vera flóttafólk í egnum øki, og so var líkamikið hvør ið eigur ella átti landið. Eitt flóttafólk er altíð eitt flótta­ fólk, og ein slík støða er altíð svár hjá teimum. ­ Hansara ynski var tí at fáa í lag ein dialog millum palestinar og teir kristnu jødarnar. Hesin boðskapurin og henda áheitanin hóskaði sera væl til ta høgtíðina, sum nú stendur fyri framm­ an – henda boðskapin um frið á jørð og í menniskjum góður tokki, slær biskupur fast. Eitt annað stórt upplivilsi hjá føroyska ferðalagnum var at vitja tann so vælkenda Grátimúrin. Bíðan ella fagnan Grátimúrurin ella Vestur­ múrurin er at finna í gamla bý­arpartinum í Jerusalem, og verður á mangar mátar mettur sum heilagasta stað­ ið í jødadóminum. Navnið sjálvt vísir til klagurnar hjá jødunum við múrin um oyðingina av templinum. Fyri mong er hetta eitt stað, har fólkið hevur kunnað grátið og kært sína neyð upp gjøgnum tíðirnar, men hetta er somu­ leiðis eitt stað har fólk kun­ du koma fyri at veita tøkk. ­ Tað var ein sera stór løta at standa her við Grátimúrin, sigur Jógvan. – Her kundi ein líkasum trína inn í ein størri samanhang og verða ein partur av trupulleikunum í Miðeystri og í bíbilska heiminum. ­ Her stóðu jødar sum framvegis bíða eftir Messi­ asi. Her stóðu fólk úr fremmandum londum og við aðrari trúgv enn okkara. Og her stóðu samstundis 40 føroyingar sum fagnaðu hesum sama Messiasi. ­ Vit vóru komin higar, júst tí at Jesus longu var komin til jarðar sum heims­ ins frelsari. Å, den munur!! Hetta var kortini ikki einasta ný­ggja hugsanin sum føroyska ferðalagið mátti taka støðu til – ella kanska taka upp til ný­ggja viðgerð. Katólsk fobi Innan kristindómin hevur ein verið sera varin við at tosa ov nógv um tý­dningin av Mariu, móður Jesus. ­ Ein kann siga tað so, at av berum ótta fyri katolikk­ um hava vit nærum sett Mariu til viks eitt sindur. Trupulleikin er bert tann, at hava vit fyrst parkerað Mariu, so verður alt tað sum eitur Mariu­teologi so óviðkomandi og sekunder, slær Jógvan fast. Hann er sjálvur sannførd­ ur um, at ein í teirri kristnu fjøldini átti at steðgað eitt sindur á og veruliga sæð tý­dningin av teirri tradi­ sjonellu myndini við Mariu og Jesus­barninum í fangi­ num. Henda myndin ella ikonin var rættiliga nógv at síggja í Ísrael, og í Bíbliuni verður eisini sligið fast, at hon var sæl og at hon var útvald av Gudi sjálvum til hesa tænast­ una. ­ Vit eiga ikki at hava eina katólska fobi, men eiga heldur at lata eyguni upp fyri tí veruleika, at Maria er meiri enn aðrar kvinnur, av teirri einfaldu orsøk at hon var móðir Jes­ us. ­ Hetta hevur tý­dning fyri okkum, og hevur ikki minst tý­dning fyri Jesus og hansa­ ra samleika: At hann var sonur eina jødiska kvinnu og at hann tí sjálvur er jødi. ­ Hugsa vit so víðari til deyða hansara á Golgata 33 ár seinni, tá hann sigur við Jóhannes at “sí, har er móð­ ir tín”, so verður tann intima móðurrollan víðkað til við­ urskifti millum móður og son á heimsstøði. ­ Tí skalt tú hava eina heimsmissión so má hon byrja onkustaðni. Kristin­ dómurin er nevniliga ikki bert ein hugsan ella ein lívs­ áskoðan, men eisini ein per­ sónlig relasjón og ein per­ sónur – Jesus – sum vit kun­ nu hava okkara persónligu viðurskifti við. Út frá hesum persónligu relasjónunum kunnu fólk eisini fáa ella hava persón­ ligar relasjónir mótvegis øðrum fólkasløgum. Hetta gjørdist føroyska ferðalagið vitni til, tá tey vitjaðu Holo­ caustsavnið í Jerusalem. Flógv hjørtu Hetta savnið lat upp í 2005, og við hetta høvið vóru statsleiðarar úr mongum ymiskum londum við til hátíðarhaldið, millum ann­ að danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen. Á savninum var tý­ðiligt at síggja, at mong fólk kring allan heimin hava og hava havt eitt stórt hjarta fyri ísraelska fólkinum. Millum hesi fólkini teljast danir. Her var tý­ðiligt at síggja, hvussu stórt arbeiði danir gjørdu til tess at bjar­ ga flý­ggjandi jødum til Svøríkis undir krígnum. Dømi vóru um, at danir stúvaðu eini 10 fólk í eina lítla jollu og flutt tey til frælsið hinumegin Oyrar­ sund. Hetta var eitt ótrúligt bragd, sum nógv eru sera takksom fyri enn í dag. ­ Á hesum savninum var serliga ein setningur sum talaði nógv til mín: “Summi hjørtu eru sum steinar, men roynast kortini flógv. Men tað finnast eisini tey hjørt­ uni, sum tykjast flógv, men sum roynast sum steinar tá á stendur”. Hetta eru sera djúp og viðkomandi orð. ­ Júst hetta fingu jødarnir eisini at sanna undir seinna heimsbardaga. Hetta var eisini eitt fullgott prógv um at ein kann verða “ladt i stikken” av sínum egnu, meðan ein fær størstu hjálp­ ina frá teimum, haðani ein minst væntaði tað! Amerikanska vápna­ lógin herd Fyri fyrstu ferð í meiri enn tíggju ár eydnaðist tað at fáa meiriluta í amerikonsku Kongressini fyr at herða vápnalógina. Men broytingin er heldur ikki stór Hóast fleiri ungfólk og lærarar eru skotin á ameri­ konskum lærustovnum í ár, hava amerikanskir politika­ rar sera ilt við at avmarka rættindini hjá fólki at eiga skotvápn. Teir flestu vísa á tann grundlógartryggjaða rættin hjá fólki at eiga skotvápn. Men í gjár samtykti Kongressin eina lógarbroyting, sum skal forða fyri, at sinnissjúk fólk kunnu keypa sær vápn. Samtyktin er beinleiðis avleiðing av tilburðinum í vár, tá ein næmingur skjeyt 32 fólk á Virginia Tech­ skúlanum, áðrenn hann beindi fyri sær sjálvum. Aftaná kom fram, at ein dómari hevði sagt mannin vera vanda­ miklan, men at hetta ongantíð bleiv skrásett í tí yvirlit­ inum, sum vápnasølur skulu hyggja í, áðrenn tær selja vápn. Í dag eru umleið 250 milliónir skotvápn í USA, og á hvørjum ári doyggja 30.000 amerikanarar av skotsár­ um. úr klettinum Føroyska ferðalagið fekk nógv burtur úr ferðini. Nógv kend støð vórðu vitjað á ferðini í oktober mánaði í ár - Vit eiga ikki at hava eina katólska fobi, men eiga heldur at lata eyguni upp fyri tí veruleika, at Maria er meiri enn aðrar kvinnur, av teirri einfaldu orsøk at hon var móðir Jesus, sigur Jógvan Fríðriksson