fríggjadagur 21. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 21. desember 2007
23
sansir.fo
Kaupthing Bank er ein norðurevropiskur banki, sum veitir munagóðar, fíggjarligar heildarloysnir til fyritøkur, stovnar og privatpersónar.
Kaupthing Bank er slóðbrótari í føroyska fíggjarheiminum innan fyri virkisøkini ráðgeving og handil við virðisbrøvum. Kaupthing Bank er virkin í
12 londum - í øllum Norðurlondunum umframt Luksemburg, Sveis, Stóra Bretlandi, USA, Dubai og Qatar.
Vit bjóða eitt spennandi starv í eini livandi fyritøku
í støðugari menning. Millum starvsfólkini er gott
samstarv og ein góður andi, og tú kemur at virka í
einum fakliga dugnaligum og avbjóðandi umhvørvi.
Er okkurt at spyrja um viðvíkjandi starvinum, ert
tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Otto
S. Holm, deildarstjóra, á 551503 ella jan.otto@
kaupthing.com.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
22. januar 2008.
Kaupthing Bank, Bókbindaragøta 8, Postboks 3090,
110 Tórshavn
Tú kanst eisini søkja starvið á www.kaupthing.fo
Gjaldoyraserfrøðingur
Kaupthing Bank søkir 2 fólk
Gjaldoyraráðgevi
Vit bjóða
www.kaupthing.fo
Vit vilja menna okkara tænastu á gjaldoyraøkinum,
og tí søkja vit eftir einum kundaráðgeva, sum skal
fremja handlar og røkja okkara kundar. Tú kemur
at virka á fíggjarmarknaðunum kring heimin og
skalt tí fylgja við í altjóða fíggjarheiminum.
Vit vænta, at tú ert ágrýtin, framsøkin og dugir
væl við tølum. Tú hevur útbúgving, sum hevur
tilknýti til fíggjarheimin t.d. bankaútbúgving.
Tú dugir sjálvandi væl enskt í skrivt og talu.
Vit vilja vera fremst innan gjaldoyru í Føroyum
og søkja tí eftir einum ráðgeva við royndum á
gjaldoyraøkinum.
Tú hevur royndir við gjaldoyrafutures, -optiónum og
-swaps og dugir sjálvandi væl enskt í skrivt og talu.
Tú fært avgerandi týdning fyri gjaldoyraøkið hjá
Kaupthing Bank og fær yvirskipaðu ábyrgdina fyri
okkara kundum og gjaldoyrastrategi.
lýsingar