Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 21. desember 2007 33 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Endurlýsing eftir Deildarleiðarum til Heimatænastuna í Suðurstreymoy - øki 1 Heimatænastan í Suðurstreymoy søkir eftir deildarleiðarum. Heimatænastan í Tórshavn er býtt í 3 økir, Vestur-, Eystur- og Miðøkið. Í hvørjum øki er ein tvørfakligur bólkur av starvsfólki við heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Til hesar tvørfakligu bólkarnar sóknast vit eftir 3 deildarleiðarum. Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna av einum tvørfakligum bólki og sam- starvar í toymi saman við hinum deildar- leiðarunum og deildarleiðaranum fyri sambýlini. Deildarleiðararnir eru undir leiðslu av økisleiðaranum. Uppgávan verður, saman við starvsfólkunum og leiðslutoyminum at skipa eina samansjóðaða tænastu, har vit við umsorgan stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá tí einstaka borgaranum. Vit vænta av tær at tú • Hevur útbúgving innan heilsurøkt • Hevur hug og hegni at leiða og fyrisita • Evnar at samstarva við bæði brúkara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • Hevur telduførleika á brúkarastøði • Royndir og útbúgving í fyrisiting og leiðslu er ein fyrimunur Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av • Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdini av veittum tænastum. • At leiða, stuðla og menna starvsfólki • At virka verður innan givnar fíggjarkarmar Vit kunnu bjóða • Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Fakliga og persónliga menning Setanartreytir Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir at vita meira um starvið kann tú venda tær til Ceciliu Vestureið, økisleiðara, ceciliav@naerverk.fo, tlf. 31 72 49 ella 21 72 49 Umsókn Umsóknin skal sendast og stílast til: Nærverkið Meginskrivstovan Argjavegur 26 100-Tórshavn Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari Viðmerkt: umsókn Umsóknarfreist 8. januar 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Meginskrivstovan Fíggjarfulltrúi til Meginskrivstovuna Nærverkið søkir við hesum eftir fíggjar­ fulltrúa til Meginskrivstovuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu Nærverkið hevur, umframt Meginskriv­ stovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna av Nærverkinum, fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Samlaða rakstrarjáttanin hjá Nærverkinum er uml. 460 mio. kr. í løtuni og uml. 1400 fólk starvast í Nærverkinum, sum veitir tænastur um alt landið. Arbeiðið hjá fíggjarfulltrúanum er í høvuðsheitum: • At leggja roknskaparhaldið hjá Nærverkinum tilrættis sambært roknskaparreglum landsins og at menna hetta samsvarandi hesum. • At hava mánaðarligt eftirlit við rakstrinum hjá Nærverkinum • At gera mannagongdir og vegleiðingar v.m. og verða við til at seta tær í verk • At fyriskipa fíggjarlógararbeiðið • At tryggja eitt so einsháttað og gjøgnumskygt datagrundarlag sum gjørligt • Árliga at góðkenna roknskapir hjá sjálvsognarstovnum mótvegis leiðaranum • At lýsa og greina fíggjarstøðurnar, virksemið og tænastustøðið hjá stovnunum • At fyrireika og fyriskipa fundir • At vegleiða og ráðgeva leiðarum úti á stovnum og økjum um landið. Førleikakrøv Vit vænta, at: • Tú hevur evni at greina og arbeiða við tølum • Tú dugir væl at samskifta, herundir orða teg bæði í skrift og talu • Tú hevur eina positiva menniskjafatan • Tú arbeiðir skipað og hevur hug at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi • Tú er opin og virkisfúsur • Tú trívist í einum virknum og til tíðir umskiftandi arbeiðsumhvørvi • Tú hevur góð samstarvsevni • Tú hevur eina viðkomandi framhaldsútbúgving og royndir innan fíggjararbeiði • Tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði og evni at leggja aftrat hesum kunnleika Starvsroyndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Lønar- og setanartreytir Lønar­ og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Nærverkið. Tænastustaðurin í løtuni er Meginskrivstovan. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur innan stovnin. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa hjá Mary J. í Garði, stjóra ella Tórhallu Simonsen, fíggjarfulltrúa á tlf. 360000 Umsóknir Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til: Nærverkið Meginskrivstovan Stílað:Mary J. í Garði, stjóri Argjavegur 26 Postboks 3037 FO­110 Tórshavn Umsóknarfreist: 22. januar 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna­ og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Húsasøla frá Spanien www.suninvestmentsl.com Linda Ros · Tel 0034 646 930 757 lýsingar Internet