Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 21. desember 2007 37 Tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 22. november 2007 samtykti broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Ætlaða broytingin er, at eitt økið uppá uml. 3.800 m² á Argjaboðagøtu verður broytt frá B3-vinnuøki til C3-øki til miðstaðarendamál. Broytingin fevnir um matr. nr. 43h, 43i, 43m og part av litra a, Kirkjubø. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 27. desember 2007 til og við 28. januar 2008, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 27. mars 2008. Kunngerð Tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 13. desember 2007 samtykti broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Ætlaða broytingin er, at uml. 360.000 m² av landbúnaðar- øki á Glyvursnesi verður lagt til D2 ítróttarøki í sambandi við golfvøll. Broytingin fevnir um part av matr. nr. 2, Kirkjubøur. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 27. desember 2007 til og við 28. januar 2008, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 27. mars 2008. Kunngerð Tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 13. desember 2007 samtykti broyting í setstøku byggisamtyktini fyri Nólsoy. Ætlaða broytingin er, at uml. 6.000 m² av landbúnaðarøki verður lagt afturat A-sethúsaøkinum undir Bøbrekku, og uml. 200 m² av D-økinum eystan fyri skúlan, verður broytt til A-sethúsaøki. Broytingin fevnir um partar av matr. nr. 108a, 159e, 107a, Nólsoy. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 27. desember 2007 til og við 28. januar 2008, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 27. mars 2008. Kunngerð Vilt tú hava ávirkan á el-trygdina? Eitt starv sum eftirlitsfólk í Vestmannaøki­ num er leyst at søkja til setan skjótast til­ ber. Starvið Tú kemur at samskifta við elinnleggjarar og hava eftirlit við nýggjum elinnleggingum, umframt skráseting av hesum í Norðurstreymoy, Vágum og Suðuroy. Ein partur av arbeiðinum verur framhaldandi dagføring av 5Amper mátianleggum kring landið, og at veita tekniska kundatænastu. Eisini kemur tú at gera stakroyndir av elmálarum og umsita málara­ goymsluna hjá SEV. SEV hevur økisskrivstovur í Tórshavn, Vestmanna, Skálabotni, Klaksvík og Vági. Førleikar Umsøkjarar skulu hava prógv sum elinnleggjari, maskinmeistaraútbúgving við starvsroyndum innan eløkið ella samsvarandi útbúgving.Vit vænta at tú hevur góðar førleikar innan krøv og gerð av elinnleggingum, góð evni at sam­ skifta og samstarva og ert fyrikomandi. Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Vinaliga send umsókn saman við prógvum og møguligum ummælum til: Elfelagið SEV Postrúm 319 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er týsdagin 15. januar 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dánjal Jógvan Hansson á telefon nr. 346800. Vit ynskja limum okkara við húski, og viðskifta fólki annars, eini góð og hugnalig jól, og eitt eydnuberandi nýttár, við tøkk fyri gott samstarv í skjótt farna ári. Havnar Arbeiðskvinnufelag Skrivstovan er stongd frá og við 21. desembur til og við 6. januar 2008 Havnar Arbeiðskvinnufelag lýsingar