mikudagur 23. februar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 23. februar 2000
13
Jákup Bogi Joensen
Tað er ikki at taka munnin
ov fullan, tá sagt verður, at
fótbólturin er tjóðarítrótt
Føroya.
Og tað skert ikki burtur,
at tá talan er um føroyskan
fótbólt, so eru Havnarfeløg-
ini bæði, HB og B36, ofta
ovast á breddanum.
Og tað er kanska ikki so
løgið. Bæði hava tey nógv
til felags. Bæði eru tvey
vælvirkandi feløg, hava góð
úrslit at vísa á seinastu ár-
ini, og bæði liggja í høvuðs-
staðnum. Í Tórshavn. Hetta
ger so aftur tað, at HB og
B36 hava nógv flestar limir,
og eru uttan iva millum
størstu ítróttarfeløg í landi-
num.
Men hvat er tað, sum ser-
merkir HB og B36?
Dystirnir eru altíð nakað
heilt serligt millum hesi
bæði feløg, og verða skírdir
mangt og hvat. Slagið um
Havnina. Og tað er heldur
ikki at gera ov nógv av, tá
sagt verður, at júst hesir
dystir millum HB og B36
eru millum mest tíðandi
fyri bæði feløgini í øllum
kappingarárinum.
Leikararnir geva alt hvat
teir eiga og kanska meira
aftrat, og áskoðararnir orka
ikki gronina í hvørjum øðr-
um - undir dystinum væl at
merkja.
Jú, tað er so púra vist, at
bæði leikarar og áskoðarar
taka dystirnar í størsta álv-
ara.
Men tað slepst ikki und-
an, at trupulleikar hava
stungið seg upp millum HB
og B36 gjøgnum árini, og
hesum hava bløðini gjørt
sær dælt av. Hvør minnist
ikki, tá Norðlýsið visti at
siga, at grannaklandrið í
Gundadali millum HB og
B36 var nú so álvarsamt, at
tað kundi samanberast við
rockarastríðið
millum
Hell´s Angels og Bandidos.
Nei, hevur man vitað so gal-
ið.
Væl vita vit, at HB og B36
eru arvafíggindar so tað
baskar, men at fara so langt
sum at siga, at tað kann
samanberast við rockara-
stríðið í Danmark, tað er at
fara ov langt.
Sjálvur hevur undirritaði
gingið nógv í Gundadali tey
seinastu árini og má siga, at
tað eru ikki so fáar skemti-
søgur, ein kann skava sær
saman har uppi. Vit fara
her
at
endurgeva
tvær
teirra. Og hóast tær ikki eru
nýggjar, so kunnu tær væl
brúkast hóast alt.
Hvat hava B36 og Nuuk
til felags?
Bæði hava 12 stig í juli
mánað.
Hvat hava HB og kvinnu-
húsið til felags?
Tey bukað ongan.
Jú, nógvar eru søgurnar.
Sat annars við einum V4
seðli í hondini herfyri. Og
tá okkara kæri útvarps-
stjórið var liðugur við at
lesa tølini upp, kundi eg
staðfesta, at eg hevði onki
vunnið. Men eg kom kortini
til tað niðurstøðu, at onkur
B36´ari mátti havt vunnið
hetta kvøldið. Tølini eg
sjálvur hefti meg við í hes-
um sambandi vóru 19-36-
62-97. Jamen, hetta eru jú
perfektu tølini til ein rætt-
an B36´ara.
Hvussu tølini hjá HB
skuldu verið sett inn í ein
V4 seðil, tað má so vera upp
til tann einstaka at taka
støðu til.
HB og B36 hava altíð ver-
ið arvafíggindar. Torført er
at ímynda sær, at tað kem-
ur at vera stórt øðrvísi. Men
hví skal tað tað.
Men at verða skírd Hell´s
Angels og Bandidos, tekur
neyvan nakar HB ´ari ella
B36´ari undir við.
HB og B36
- Hell’s Angels og Bandidos
Stóru fótbóltsfeløgini í Havn,
HB og B36, hava altí› veri›
arvafíggindar. Ø›rvísi kemur
ta› nokk ongantí› at ver›a,
men at feløgini ver›a skírd
Hell´s Angels og Bandidos,
tekur neyvan nakar HB´ari
ella B36´ari undir vi›
Nr. 7 - 23. februar 2000
12
Tí›indabla›i› Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Tlf: 311820
Fax: 314720
Teldupostur:
yngd@sosialurin.fo
Ábyrgdarbla›stjóri:
Jan Müller
Bla›stjórn:
Jákup Bogi Joensen
Uppseting:
Karis Olsen
Yngd er ein partur av Sosi-
alinum mikudag.
Evsta-
mark er á middegi fríggja-
dag
Í farnu viku skriva›u vit, at ta›
bla›i› gjørdist ta› seinasta undir
hesu lei›slu á Yngd. Hetta vísti seg
tó ikki at vera heilt satt. Men nú
kunnu vit vi› vissu sta›festa›, at
hetta bla›i› gerst ta› allar seinasta
undir hesu lei›slu.
Nakrar av gó›u gomlu kreftu-
num á Yngd hava gjørt bart, og eru
nú komnar aftur í húsi›. Hetta er
bara at frøast um. Sjálvandi. Her-
vi› fari› eg at ynskja gamla/-
n‡ggja bla›fólkinum á Yngd, um
vit kunnu siga ta› á henda hátt,
væl afturkomnum og gó›an byr› í
starvinum.
At ta› hevur alstóran t‡dning at
skriva tilfar til ungdómin, man lít-
i› vera at ivast í. Ungdómurin er
framtí›in ver›ur sagt, og rætt er
ta›. Tí hevur ta› stóran t‡dning at
skriva mergja tilfar til ungdómin.
Mi›larnir hava stóra ávirkan á
ungdómin. Tí eigur ta› at vera
uppgávan hjá mi›lunum at gera so
gott og seriøst tilfar, sum til ber.
Vit á Yngd settu okkum fyri fyrr
í ár, at fara undir at skriva um út-
búgvingar og útbúgvingarmøgu-
leikar hjá ungum í Føroyum. Men,
sum nú fráfarandi bla›stjóri› á
Yngd, má eg bert ásanna›, at vit
ikki gjørdu okkara arbei›i hesum
vi›víkjandi til lítar. Og tíverri
kunnu vit siga. Onki hev›i frøtt
okkum meira enn at geva ungdóm-
inum innlit í, hvørjar útbúgvingar-
møguleikar tey hava.
Men av ymsum orsøkum komu
vit ongantí› so langt sum at skriva
slíkar greinar. Tíverri.
Men her eigur Útvarp Føroya
rós uppibori›. Í Ungdómssending-
ini Geykn ver›ur nógv gjørt burtur
úr at grei›a frá útbúgvingarmøgu-
leikum hjá ungum í Føroyum.
Hetta er eitt stórt arbei›i› og eiga
teir bá›ir vertirnir í sendingini
stórt rós uppibori› fyri ta› megnar
arbei›i teir gera.
Fyri at fara til naka› heilt anna›,
so hava vit sum vant nógv anna› at
bjó›a kræsna lesaranum í dag. Vit
hava í dag eina grein vit kalla›
“HB og B36 - Hell´s Angels og
Bandidos”. Her ver›ur hugt eitt
líti› sindur nærri at, hvat ta› er,
sum ger HB og B36 til ringastu
arvafíggindar. Nor›l‡si› skírdi, í
hvussu so er fyri nøkrum árum
sí›ani, HB og B36 fyri Hell´s
Angels og Bandidos.
Eisini hava vit gjørt eitt sindur
burturúr føroyska tónleikabólki-
num Kjølar.
Føstu tættirnir eru sum vant vi›
okkum í dag. Hitlistarnir eru á
tremur vi› gó›um fløgum og í
teiginum “Svara So” hava vit
hesafer› fingi› unga stjørnuskoti›
í B36, Jákup á Borg, at svara 20
spurningum Yngd hevur sett til
hansara.
Fløguummælari okkara,
The
one and only, Dagfinn Olsen, hev-
ur aftur hesa vikuna veri› og leita›
sær tríggjar spildur n‡ggjar fløgur
fram at ummæla. Hvat hann hevur
fingi› burturúr hesum n‡ggju
fløgum, síggja tit sum vant á bak-
sí›uni.
Ta›, sum vit tó eru mest fegin
um, er, at vit hesafer› hava fingi ›
brøv sendandi til okkara kæru
brævbumbu. Hetta eru vit fegin
um, og takka vit mangar fer›ir fyri
brøvini.
At enda fari eg bert at takka fyri
meg á hesum sinni, og ynski eg
hervi› Yngd og bla›fólki tess alt
ta› besta og gó›an byr› framyvir.
Sjálvgjørt er vælgjørt - Ella hálvgjørt
Vinn eina fløgu
Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at
vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum
eru á marknaðinum. Fyri at lesararnir eisini
skulu hava høvi at koma fram at, hava vit
sjálvsagt rúm fyri einum brævkassa, har
lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan
um líkt og ólíkt.
Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um
okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt
heilt annað, so er bara at finna pennin ella
telduna fram, og skriva til okkum. Antin til
Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn,
merk brævbjálvan „Yngd“. Ella send okk-
um teldupost á yngd@sosialurin.fo
Hvørja viku verður so drigið lut ímillum
innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina
spildurnýggja fløgu sendandi frá 3‘aranum
í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur,
seta vit onga treyt um at innkomið tilfar
verður undirskrivað við fullum navni. Navn
og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd,
soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga
skal sendast.
Send inn
inn og vinn
letur
eina
fløgu
um
vikuna
til teg,
sum
hevur
besta
inn-
slagi›
í Yngd.
Les
í Sosialinum
Sosialinum
hvønn mikudag