Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Barnajól á barnadeildini Myndir:Jan Müller Kring alt landið verður nógv gjørt burtur úr jólunum. Í barnagørðum og skúlum verður klipt og pyntað, og øll gleðast um tilstundandi jólahøgtíðina. So eru tað tey børnini, sum ikki sleppa við til ymsu jólahaldini, eitt nú tey, sum eru á sjúkrahúsi. Barnadeildin á Lands­ sjúkrahúsinum ger hvørt ár nógv fyri at gera tað hugnaligt og jólaligt í desember. Og so var aftur í ár. Nú um dagarnar varð jólahald á Barnadeildini fyri innløgdu børnunum, foreldrum og systkjum teirra, starvsfólkunum og børnum teirra. Og aftur í ár settu næmingar á Musikkskúlanum í Havn sín serstaka dám á jólahaldið. Og sjálvandi einki jólahald uttan jólatræ og jólamann. Kjøtkrókur vitjaði á Barnadeildini eins og hann hevur gjørt tað mongu seinastu árini Jólablaðið 2007 Útgevari: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Ábyrgd: Jan Müller Jólamaðurin er góður við mongu børnini, sum vóru til jólahald á Barnadeildini. Lítli Erik, sum gjørdist heimskendur í fanginum á fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton slapp henda dagin at sita á knøunum hjá jólamanninum Kjøtkróki Lítli fitt Ásbjørn var fegin um at fáa vitjan av jólamanninum Hesi fittu børnini frá Musikkskúlanum gjørdu tað serstakliga jólaligt á Barnadeildini '