Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 21. desember 2007 53 Jól í Ukraina Tá Jólini verða hildin í ukrainsku heimunum, er tað “Sviata Vechera” – Hin Heilaga Kvøldmáltíðin – sum hevur størst týdning. Tíðum er hálmur partur av borðdúkinum, hetta fyri at minnast hálmin í fjósinum, í Betlehem. Tá ukrainsku børnini síggja tað fyrstu stjørnuna - sum ímyndar komuna hjá Teimum Trimum Vísmonnunum - á tí eystara hválvinum kann Sviata Vechera byrja. Í landbúnaðarøkjum tekur húsbóndin nakað av hveiti inn í húsið. Hetta fyri at staðfesta tann stóra týdningin hveiti hevur havt fyri ukrainska fólkið, í nútíð og fortíð! Hendan siðin nevnar ukrainar “Didukh”. Didukh merkir beinleiðis týtt: “Andi Abbans”, so Didukh er ein ímynd av forfedrunum í familjuni. Í nógvum ukrainskum heimum hava tey koyrt hveitið í ein vasa. Ein bøn verður søgd, og húsbóndin sigur tað siðbundnu jólaheilsuna. Jólaheilsanin verður nevnd “Chrystos Rodyvsya”, sum merkir “Kristus er føddur”! Familjan, sum situr við borðið svarar einmælt aftur: “Slavite Yoho!”, sum merkir “Gevið honum dýrd”. Í summum familjum verður gamla slaviska máliskan “Chrystos Rozhdayetsya” nýtt. KBI sp/f · Klingrugarður 2 · FO-700 Klaksvík · Tel: 470 200 · Fax 470 201 · kbi@kbi.fo Luftlykil KraftverK luftlykil ½” við toppum einans kr. 3.375,- Øll tiltøk síggjast á www.kunning.fo Heimasíðan hjá okkum er www.visittorshavn.fo Kunningarstovan Gleðilig Jól Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Rein føroysk ull! Brá Klædnahandil 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna   Tú og — vinna hvørjaferð! Les meira á www.ekort.fo