Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 ✯ Sosialurin 21. desember 2007 Sølva Ford: Nú livi – Hetta seinasta árið hevur verið tað besta í lívinum. Eg havi lagt av at drekka og roykja, og eg latið alt nógv meiri upp í hendurnar hjá Honum har uppi. Sølva Ford virkar glað og væluppløgd sum vit sita og práta í stovuni hjá Jóannesi Jakobsen. Hann hevur nevniliga eisini verið ein partur av broytingini í lívinum, henni hevur verið fyri. Nú syngja og spæla tey saman og hava júst lagt síðstu hond á eina nýggja fløgu. Hon hevur veruliga funnið sang­ gleðina aftur og tað hevur stóran týdning, tí sangurin fyllir so ómetaliga nógv í lívinum hjá Sølvu. – Vit hava altíð sungið í okkara familju, og eg haldi, at tað er eingin, sum ikki dugir at spæla upp á okkurt ljóðføri, sigur Sølva Ford. Men júst familjulívið hevur ofta verið trupult fyri Sølvu. – Fyrstu seks árini fluttu vit ógvuliga nógv runt, serliga í sambandi við arbeiði og lestur hjá pápa mínum. Vit búðu í Noregi, Danmark og Føroyum hvørt um annað, greiðir Sølva frá. Tá tey so endaliga fluttu heim, endaði Sølva og yngra systir hennara á barna­ heiminum, tí mamman megnaði ikki at taka sær av teimum. Og hetta fekk ógvuliga stóra ávirkan á bæði upp­ vøkstur og tannár. – Hetta var ein ógvuliga traumatisk tíð. Eg kendi tað alla tíðina, sum var eg ikki nóg góð til foreldur míni, og tú kanst ætla, at tað er nakað, sum setur síni spor eftir seg hjá einari seks ára gamlari gentu, sigur Sølva. Men hon var ikki einsamøll send á barnaheim, eisini yngra systir hennara fór sama veg við henni. Og tað legði eina eyka byrðu omaná herðarnar á lítlu Sølvu. Traumatisk barnaár, rebelsk tanáringaár og tvey kærleiksleys hjúnabond er tað, Sølva Ford kann líta aftur á. Men tað hava eisini verið glottar, og børnini og trúgvin á Guð hevur hjálpt henni gjøgnum lívið. Nú hevur hon veruliga endurfunnið trúnna, og nú livir hon veruliga lívið