fríggjadagur 21. desember 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 31
Ein ring tíð
- Eg mátti jú ansa eftir systir míni, tað
kendi eg sum eina skyldu. So tú kanst
ætla, at tað var ein øgilig ábyrgd at
leggja á eina so unga gentu, og tað kom
at hava ávirkan á allan mín barndóm og
allan mín uppvøkstur, sigur Sølva.
Tað, at verða avskorin frá sínum for-
eldrum á so ungum árum, hevur eina
álvarsliga ávirkan á ung børn, og tað
hevði tað eisini á Sølvu. Ikki neyð-
turviliga tí hon hevði tað ringt, tí tað
hevði hon jú ikki reint kroppsliga, og
fyri so vítt heldur ikki sálarliga, tí
starvsfólkið á barnaheiminum gjørdi alt
fyri, at hon skuldi kenna seg væl, men
tað var saknurin av forledrunum, sum
gjørdi tíðina ótolandi. Hennara egnu
skuldarkenslur, at tað onkusvegna var
hennara skuld, at hon var endað har,
sum hon var.
Fýra ár búði Sølva á barnaheiminum.
Frá hon var seks til hon var tíggju ára
gomul.
– Hetta eru ár, tá eitt barn hugsar
nógv. Hetta er tíðin, tá tú formast sum
barn, og tað er ein formur, tú tekur við
tær inn í tannárini og inn í vaksna lívið,
sigur Sølva.
Hon minnist ikki so ógvuliga nógv
frá teirri tíðini, men hon er kortini vís í,
at sangurin og sanggleðin hava havt ein
stóran leiklut í hennara lívi longu tá.
– Eg minnist tað ikki sjálv, men
seinni hevur eitt starvsfólk á barnaheim-
inum sagt fyri mær, at eg plagdi at
standa uppi á borðinum og syngja
Elvis-sangir. Og tað sigur væl nakað
um, hvussu sanggleðin tíðliga búnaðist
í mær, sigur Sølva Ford.
Einki sjálvsvirði
Tíggju ára gomul flutti hon so heim
aftur til mammuna at búgva, men hon
fann seg ongantíð veruliga til rættis í
lívinum.
– Longu tíðliga í tanárunum gjørdist
eg rættiliga rebelsk. Var mest at kalla
ein punkari við klæðum og hári, sum
passaði til. Og eg fór eisini at ganga
nógv í býnum, sigur Sølva.
Hóast hon longu so ung gjørdi upp-
reistur móti sínum lívi og verðini sum
heild, so misti hon ongantíð trúnna á
Guð, sum hon hevði fingið inn við
móðurmólkini.
– Trúgvin var har, men eg gjørdi
eisini uppreistur móti henni. Eg hevði
millum annað eina ketu sum gekk úr
nøsini aftur í oyra, og í henni hingu
tríggir krossar, rættiliga symbolskt,
greiðir Sølva frá.
Øll tannárini kendi hon seg minni
verda. Sjálvsálivið var í botn, og hon
trúði ikki, at nakar kundi dáma hana,
fyri ikki at tala um elska hana. Og hetta
ávirkaði alt, sum hon gjørdi, allar
avgerðir, hon tók. Hon hataði lívið og
hataði seg sjálva.
Kenslan frá árunum á barnaheimi-
num, at hon á ein ella annan hátt sjálv
hevði skuldina av, at hon endaði har,
helt við í tanárunum, og hendan
kenslan hevði stóra ávirkan á tær skeivu
avgerðir, hon tók.
– Ja, eg havi sanniliga tikið nógvar
skeivar avgerðir í lívinum, sigur Sølva,
og hugsar í tí sambandi ikki minst um
tey bæði kollsigldu hjúnarbondini, hon
hevur verið ígjøgnum.
Kærleiksleys hjúnabond
Longu á heilt ungum árum bleiv Sølva
gift.
– Eg hugsaði ikki so nógv um tað.
Hann var vilt forelskaður í mær, og eg
var eitt sindur góð við hann. Men bara
góð, ikki forelskað. Kanska tað, at hann
var so forelskaður í mær gjørdi, at eg
gifti meg við honum uttan at vera
ordiliga góð við hann. Eg helt tað vera
synd í honum, haldi eg, sigur Sølva um
hetta fyrsta hjúnabandið.
Men hetta fyrsta hjúnarbandið var
dømt at enda, tí sjálvt um Sølva hevði
hugsað, at hon fór at gerast meiri góð
við mannin við tíðini, so hendi tað ikki.
Eisini var rúsmisnýtsla næstan gerandis-
kostur í hjúnarbandinum, og at enda
hevði Sølva fingið nóg mikið.
– Tað kundi ikki ganga, og vit vórðu
eisini skild at enda, sigur Sølva.
Enn meðan tey vóru gift fluttu tey til
Íslands, og har byrjaði veruliga
sangkarrieran hjá Sølvu.
– Vit vóru nakrar vinkonur, sum
plagdu at fara á karioke-barr at syngja,
og eitt kvøldið koma ein maður at tosa
við meg. Tað vísti seg at vera David
Cassidy, ið er bróður til heimskendu,
men nú deyðu Evu Cassidy. Hann
spurdi, um eg hevði hug at koma at
syngja í einum orkestri, hann hevði, og
tað gjørdi eg so, greiðir Sølva frá
spennandi byrjanini.
Hon var 22 ára gomul, tá hennara
veruliga sangkarriera byrjaði, og í eitt
ár sang hon á einari intimari lítlari barr
soul-tónleik saman við kenda violin-
leikaranum, David Cassidy.
Í Íslandi hitti hon ein amerikumann,
og eins og við fyrru giftuni endaði hon
aftur í einum hjúnarbandi, har hann var
tann, sum elskaði, meðan hennara
partur var at vera tann elskaða – uttan
at elska aftur.
Eisini hetta hjúnabandið endaði í
rúsmisnýtslu – hansara – og at enda
hevði Søvla eisini fingið nóg mikið av
seinna kærleiksleysa giftarmálinum.
Tey vórðu skild.
Endurfann Guð
Heimaftur komin til Føroya, var tað
tónleikurin, ið dreiv verkið. Og tað var
eisini í hesum umhvørvinum, at hon
hitti Georg eystan Á. Hetta var eitt
møti, sum førdi til »Sølva og Berg-
menn«, og sum á mangan hátt domi-
neraði lívi hennara næstu tíggju árini.
Tað var eisini í hesum tíðarskeiði, at
hon var við til at geva einastu fløguna
út – tað vil siga inntil nú.
Seinni stovnaði hon bólkin Shiraz
saman við Ólavi Olsen, Benjamin
Petersen, Brandi Jacobsen og Arnold
Ludvig.
– Hetta var besta orkestrið, eg havi
sungið saman við. Og tað var ógvuliga
gott fyri sjálvsálitið, sigur Sølva.
Og júst sangurin og tað, at standa á
einum palli, hevur styrkt sjálvsálitið hjá
Sølvu ógvuliga nógv. Men hóast tað, so
hevur tað verið strævið at samansjóða
tónleikin og privatlívið við tveimum
børnum. So strævið, at tað til endans
mundi gingið galið fyri Sølvu.
– Fyri góðum ári síðani misti eg
svøvnin. Í fleiri umførum. Ta einu
náttina var eg so niðurundirkomin av
svøvnmangli, at eg stutt sagt bað Guð
hjálpa mær. Eg gjørdi eina avtalu við
Guð: Hjálpir tú mær við lívi mínum, so
skal eg leggja av at roykja og drekka.
Eg sovnaði ikki ta náttina, men kvøldið
eftir var svøvnloysi burtur, og tað hevur
ongantíð plága meg síðani, sigur Sølva
Ford.
Guð helt sín part av avtaluni, og tað
hevur Sølva gjørt eisini. Hon hevur lagt
av at drekka, og hon roykir heldur ikki.
Og sum enn eitt undur hitti hon um ta
tíðina eisini Jóannes Jakobsen, sum
hevur verið ein kelda til íblástur.
– Jóannes hevur veruliga hjálpt mær í
mínum tónleikalívi. Hansara máti at
vera upp á og hansara lætta sinni, alt
hevur gjørt, at eg veruliga havi funnið
meg sjálvan í tónleikinum. Og var tað
ikki fyri hann, hevði avgjørt eingin
fløga verið komin, sigur Sølva Ford.
Tvær sólstrálur
Men hóast Sølva nú hevur endurfunnið
Guð, so leggur hon dent á, at hann á ein
ella annan hátt alla tíðina hevur verið
har.
– Tað er mín kristintrúgv, sum á ein
ella annan hátt hevur hjálpt mær
gjøgnum lívið og teir trupulleikar, eg
havi møtt á vegnum. Men tað er kortini
bara hálvur sannleiki, tí um tað hevur
verið Guðs vilji og hansara máti at
hjálpt mær, tá ringast stóð til, veit eg
ikki, men tá eg átti míni tvey børn,
gjørdust tey eitt vendipunkt í lívinum,
sigur Sølva.
Nýggja lívsgleðin hevur givið henni
mót til nýggjar avbjóðingar, og nú er
hon upptikin á kenda Berkeley College
of Music í Boston, har so mæt tónleika-
nøvn sum Billy Joel og Nathalie Cole
hava gingið – umframt føroyingin
Bjarka Meitil.
Í dag gongur Sølva nógv í Lívdina,
og tað er hon ógvuliga glað fyri. Har
fær hon sálarfrið, sum hon málber seg.
Tað leiðir eisini tankarnar aftur á
hennara bestu barnaminnir, nevniliga
legurnar á Zarepta.
Sølva er eisini ivaleys í, hvat hon skal
brúka restina av lívi sínum til. At hjálpa
øðrum.
– Eg arbeiði á eldrasambýlinum í
Kollafirði, har eg eisini búgvi. Og har
havi eg lært, at eg skal arbeiða við eldri
fólki, hjálpa teimum, sum eru verri fyri.
Og tað samsvarar eisini væl við trúnna
og tað, hon sigur um næstrakærleika,
sigur Sølva Ford.
Sølva er í løtuni í Karibia og ferðast.
Tað gjørdi hon av fyri langari tíð síðani.
Og í mai fer hon yvir til Boston við
soninum, sum í dag er átta ára gamal.
18-ára gamla dótturin gongur í Hoy-
dølum og kemur ikki við.
Útbúgvingina, sum tekur fýra ár,
ætlar hon at brúka í arbeiðinum at
hjálpa eldru, sálarsjúkum og teimum
veiku í samfelagnum sum heild.
Men hon gloymir ongantíð at takka
Guði fyri tað, hann hevur gjørt fyri
hana.
Hevði eg ikki havt trúnna allan vegin,
kundi eg veruliga verið komin út at
skíta. Og hann gav mær eisini tvær
sólstrálur í sváru tíðunum, tvær
sólstrálur, sum veruliga eiga lívið í
mær. Nú kann eg veruliga liva, sigur
36-ára gamla Sølva Ford at enda.
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
eg veruliga lívið