Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 43 eisini høvdu visjónir, og sum seinni høvdu víst tað í verki. Hvat hevði hann víst? Einki. Men hvussu kundi hann tað? Hann hevði sett seg einsamallan á ein áarbakka úti í oyðuni. Hvør skuldi hoyra hann her? Og hvat skuldi spyrjast burtur úr hesum? Nei, hann skuldi heldur sitið við áarbakkan á Tigris ella Nilen og sogið ta gomlu fornaldar­ mentanina í seg. So hevði hann uttan iva blivið til ein ella annan frøðing líka sum teir gomlu skúlafelagarnir. Nei, hann hevði rikist uttan mið og mál. Var farin til Íslands bara fyri at læra íslendskt, tí hann hevði fingið brell ta ferðina, lærarin í bygdini hevði biðið hann lesa eina søgu hjá Laxness. Søgan var góð, men tað var málið, sum hugtók. Hann mátti læra tað. Nú dugdi hann tá, næstan í hvussu er, men hvat skuldi hann brúka tað til? Rætt var tað, at Laxness var vorðin kendur víða um lond, hóast hann skrivaði á íslendskum, men hann var eingin Laxness. Ella Gunnar Gunnarsson. Ella Steinn Steinarr. Hann var tann sami, sum tá hann kom higar. Ella var hann? – Pínadoyð, situr tú og svevur? Far nú og ger teg kláran! Fróði vaknaði sum við kaldan dreym. Tað var vinmaðurin. Hann hevði latið seg í pussið, tað síða, ljósa hárið lá oman á herarnar, og angin av honum minti um alt annað at rossa­ og neytalortin hjá bóndanum eysturi í sveitini. Fróði reistist, rætti ryggin, lat seg úr klæðunum og smoygdi sær inn undir brúsuna. Teir báðir høvdu gjørt av at fara á Ríkið at keypa okkurt gott til kvøldið. Maðurin innan fyri diskin á einkar­ søluni var hávaksin og illbrýntur og bað um at sleppa at síggja aldursprógv. Vinmaðurin hevði aldursprógv frá myndugleikunum, og maðurin lat hann sleppa at keypa tað, hann vildi hava. Sum útlendingur hevði Fróði einki aldursprógv, so hann lat mannin hyggja í passið. Jú, hann nikkaði blídliga og gjørdi tekin um, at Fróði kundi sleppa at keypa. Útafturkomnir samdust teir báðir um at fara niðan aftur á hotellið at ringja til nakrar av floksfeløgunum, so teir kundu hittast, áðrenn teir fóru í dans. Dansistaðið var eitt av teimum, sum kravdi, at gestirnir skuldu vera væl ílætnir. Tað vistu floksfelagarnir hjá Fróða, so teir høvdu latið seg í pussið og høvdu slips um hálsin. Fróði var ikki vanur við slík krøv frá teimum árunum, hann plagdi at ganga í Losjuna ella Sjónleikarhúsið. Ikki tí, hann helt seg vera væl ílætnan, men slips hevði hann ikki. Tað lá í Føroyum. Floksfelagarnir hildu, at tað mundi fara at ganga kortini, og kamarsfelagin lovaði at føra orðið. Hann greiddi duravørðinum frá, at vinmaðurin var føroyingur, og at hann visti ikki, at dansistaðið setti krøv til klædnabúnaðin. Duravørðurin spurdi Fróða, um tað passaði, at hann var føroyingur, og Fróði royndi at svara soleiðis, at hin skuldi hoyra, at íslendingur var hann í hvussu er ikki. Tað vísti seg at vera nóg mikið. Tað var fult av fólki í dansihølinum. Fróði og floksfelagarnir fóru fyrst í barrina og settust síðani við eitt borð at njóta drykkin. Hetta var ikki tann fyrsti drykkurin, sum fór niðurum, og lagið var longu gott. Floksfelagarnir sótu ikki leingi, men funnu sær konufólk at dansa við. Fróði sat eftir. Hann hevði ongantíð lagt nakað í at dansa. At síggja vaksnar menn liða seg sundur, til sveittin rann av teimum. Nei, høvdu teir sligið ring, skuldi hann verið skjótur upp á gólvið. Kanska var hetta eitt upplagt høvi til at skipa Grettis vísu, men so hevði hann kvøðið einsamallur – sjálvt millum íslendingar. Hvat høvdu Njál, Skarpheðinn, Gísli Súrsson og aðrir góðir menn sagt, høvdu teir sæð sínar eftirkomarar á dansigólvinum? Og Gunnar á Líðarenda hevði neyvan havt størri álit á hesum síðhærdu kvinnunum enn á henni, sum sveik hann, tá á stóð. Nei, tá vóru tey føroysku konubrotini øðrvísi, hugsaði Fróði og kom at hugsa um eitt av hesum konubrotunum í heimbygdini. Hon sópaði og bar tøðini á bøin, slerdi og hoyggjaði og gekk á fjall og roytti sjálv. Tað vóru konubrot. Hesar høvdu ivaleyst sum vinmaðurin lopið undir brúsuna, fingu tær deymin av neytalorti í nasarnar. – Nú, hvat fjandin situr tú nú og hugsar um? Tað var vinmaðurin og kamars­ felagin. Hann segði seg hava fingið nóg mikið niðurum og vildi sleppa á hotellið. Kendi seg ikki væl. Fróði hevði heldur ongan hug at verða sitandi, so hann tók undir armin á vinmanninum. So fóru teir stetlandi út, róptu á ein hýruvogn og bóðu hann koyra seg til hotellið. Tá teir komu inn á kamarið, vildi vinmaðurin spýggja. Fróði hjálpti honum inn á wc’ið, og vinmaðurin legði seg á knæ og hongdi seg á kummuna. – Forbannað, hugsaði Fróði. Og so kalla teir okkum sjóveikar íslendingar. Hann setti segt á ein stól yviri við vindeygað at bíða eftir vinmanninum. Tað var klárt í veðrinum og mánalýsi. Hann dró eina hálva fløsku undan koddanum, skonkti eitt sindur upp í ein vatnglas og eitt sindur av sodavatni afturvið. Nei, einki var sum Wybrowa. Hann festi sær í eina Winston og blásti roykin út í vindeygað. Mánin. Mundu Armstrong og Aldrin veruliga vera á mánanum ta ferðina? Og um so var, at teir vóru har, hvat skuldu teir har uppi? Hevði tað ikki verið betri at brúkt pengarnar til okkurt skilagott her niðri á Jørðini? Hvussu mong svong kundu ikki fingið mettuna fyri teir pengarnar, ella hvussu mong børn kundu ikki lært at lesa og skriva fyri allar pengarnar, sum mánaferðirnar kostaðu? Er tað løgið, um ein hungurs­ stungin afrikanari situr og starir at mánanum og ímyndar sær, hvat vit á norðaru jarðarhálvu brúka pengarnar til? Í hansara verð er mánin tann sami sum frammanundan, og sum forfedrar hansara eisini sóu hann, so í hansara verð eru pengarnir spiltir burtur. Nú kom vinmaðurin útaftur og sá út til at vera komin fyri seg. – Eg eri pínadoyð samdur við hasum afrikanaranum, segði Fróði heldur ilskur á málinum. – Afrikanari? Hvat fanin møsnar tú nú um, spurdi vinmaðurin. – Nei, sama ger, svaraði Fróði. Tað mundi ikki loysa seg at kjakast við ein amerikaniseraðan íslending um slíkt. Vinmaðurin vísti seg heldur ikki at hava stórvegis áhuga fyri afrikanaran­ Hótel Esja í Reykjavík, soleiðis sum hotellið sá út, áðrenn tað bleiv útbygt