Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 ✯ Sosialurin 21. desember 2007 um, tí hann legði seg á ta aftaru songina og varð liggjandi. Fróði fekk sær ein slurk úr glasinum og festi sær í eina Winston afturat. Mánin var líka blankur í vindeyganum enn. Hann hugsaði, um tað mundi vera mánalýsi í heimbygdini eisini, og um nakar har mundi sita og eygleiða mánan í nátt. Nei, ivaleyst vóru øll farin til songar, so hann var helst tann einasti bygdarmaðurin, sum sat uppi og hugdi at mánanum. Og hví skuldu hansara bygsarfólk sitið uppi í nátt og eygleitt mánan? Hann høvdu tey sæð so ofta, og hann var tann sami, sum hann hevði verið. Sigarettin var liðug, og Fróði tømdi glasið. Vinmaðurin snorkaði. Nei, best mundi vera at fara at leggja seg eisini. Í morgin skuldu teir og hinir floksfelag­ arnir aftur við bussinum eystur í sveitina. Men vinmaðurin snorkaði so illa, at tað var ikki hugsingur um at sovna. Fróði lá og stardi út ígjøgnum vindeygað, og tankarnir fóru aftur at sveima. Tað kendist, sum at mánin hevði eina løgna atdráttarmegi í nátt, og at hann dró tankarnar hjá Fróða til sín út ígjøgnum vindeygað. Hann fór at hugsa um eitt kvøld heima hjá skúlastjóranum. Skúlastjórin hevði ringt og biðið hann koma heim at vitja seg, tí hann hevði in gest, sum hann fegin vildi, at Fróði skuldi hitta. Tá Fróði kom innar, sá hann ein fremmandan mann sita í teirri djúpu leðursofuni í stovuni hjá skúlastjóra­ num. Fróði fór yvir til hansara, maðurin reistist, og teir tóku í hondina á hvør øðrum og buðu hvør øðrum gott kvøld. Tann fremmandi maðurin settist aftur í sofuna, og Fróði setti seg í ein stól hinumegin borðið. Skúlastjórin, sum sat fyri borðendanum, hevði sitið og eygleitt teir báðar. Kona skúlastjórans stákaðist við eitt ella annað úti í køkinum og kom so inn í stovuna við einum bakka við kaffi og smákøkum og setti á borðið fyri teir. Fróði hevði sitið og eygleitt tann fremmanda mannin. Hann mundi vera um tey seksti, helt hann. Hann var heldur lágur á vøkstri, hárið var grátt og lá ella rættari sagt stóð afturyvir, og maðurin hevði sjáldsama høga pannu. Hann hevði stórar eygnabrýr og djúp eygu. Hetta gjørdi, at andlitið tóktist álvarssamt, og kanska var tað eisini ein mynd av mansins sinnalagi, tí enn hevði hann einki sagt. Hvør mundi hetta vera, hugsaði Fróði. Mundi hann vera føroyingur? Brádliga vendi tann fremmandi sær ímóti Fróða, og eitt lítið bros fór um varrarnar: – Stjórin sigur mær, at tú ert føroyingur? – Jú, svaraði Fróði stutt, men kurteisliga. Nei, maðurin var ikki føroyingur. Tað visti hann nú. – Sig mær, hvussu gongur við at varðveita Múrin í Kirkjubø, spurdi tann fremmandi maðurin. Spurningurin kom óvart á Fróða, men hann royndi sum frægast at greiða tí fremmanda manninum frá, at væl stóð Múrurin enn, men at serkønir væntaðu ikki, at hann fór at standa leingi afturat, um ikki okkurt bleiv gjørt fyri at verja hann ímóti vindi og veðri. Tann fremmandi maðurin tóktist vera nøgdur við svarið. Hann fekk sær eina smákøku og ein kaffisopa, og Fróði helt seg síggja, at hann fyrireikaði seg til næsta spurning. Og rætt hevði hann. – Hvussu er vorðið við kirkjubøstólu­ num? Hava tit fingið teir heimaftur, spurdi tann fremmandi og setti kaffikoppin frá sær. Fróði svaraði, at kirkjubøstólarnir vóru enn í Danmark, tí føroyingar høvdu eingi egnað høli at goyma teir í, og so dittaði hann sær at leggja afturat, at hann helt ikki, at føroyingar høvdu sama ans fyri søguni sum íslendingar. Tann fremmandi maðurin nikkaði varisliga. So setti hann seg afturá í sofuni, eins og hevði hann fingið tað at vita, sum hann hevði ætlað sær. Fróði skilti, at tann fremmandi visti væl meiri um Føroyar enn flestu íslendingar, men hann hevði eisini bitið merki í, at hann hevði bara spurt um slíkt, sum hevði við kirkjuviðurskifti at gera. Mundi hann vera prestur ella kanska embætismaður í kirkjumálaráðnum? Skúlastjórin var ein av hesum, sum taka orðið við at kalla hvørt høvi, men hesaferð hevði hann sitið kúrrur. Tað fekk Fróða at halda, at tann fremmandi mundi hava eina ella aðra tign, sum fekk skúlastjóran at bíða, til hin var liðugur at tosa. So var. Tá tann fremmandi hevði sett seg afturá, vendi skúlastjórin sær ímóti Fróða. – Ja, Fróði. Kennir tú hendan mannin, spurdi hann. – Nei, svaraði Fróði stillisliga og risti við høvdinum. – Hetta er Sigurbjørn Einarsson, biskupur Íslands, segði skúlastjórin brosandi. – So, svaraði Fróði eitt sindur undrandi og samstundis ivandi, tí hann visti ikki rættiliga, hvussu hann skuldi svara. Tann fremmandi maðurin brosaði og nikkaði einar tvær ferðir. So hetta var biskupurin. Fróði hevði hoyrt navnið fleiri ferðir, og hann hevði havt varhugan av, at íslendingar hildu nógv av biskupinum. Nú sat hann so yvir av manninum. Andlit hansara tóktist ikki so álvarssamt longur, og Fróði kendi tað sum ein heiður, at maðurin vildi hitta seg. Helst var hann ein av teimum íslendingunum, sum veruliga kenna føroyingar sum sínar næstu. Tá teir høvdu sitið og prátað um leyst og fast eina løtu, reistist biskupurin. Hann skuldi aftur til Reykjavíkar, og nú var so seint, at hann mátti heldur sleppa sær avstað. Fróði og skúlastjórin reistust eisini. Úti í gongini lat tann fremmandi seg í yvirfrakkan, og Fróði lat seg í sína gomlu, grønu ulpu. Áðrenn biskupurin fór í bilin, tók hann í hondina á skúlastjóranum og konuni og beyð teimum góða nátt. Fróði helt seg eitt sindur aftanfyri. So kom biskupurin yvir til hansara. Hann brosaði, tók í hondina á Fróða og beyð góða nátt. Fróði kendi, at lógvatakið var fast, og at andlitið, sum fyri einari løtu síðani hevði verið so álvarssamt og fremmant, nú kendist kensluborið og vinarligt. Eftir at biskupurin var farin, beyð Fróði skúlastjóranum og konuni góða nátt. So fór hann oman aftur á kostdeildina. Tað var bølamyrkt og kalt at ganga oman, men hetta kvøldið hevði hann ongan skund. Satt at siga var hetta eitt tað besta kvøldið, hann hevði havt, síðani hann var komin higar, og tað kendist, sum hevði hann fingið ein nýggjan vin. Lógvatakið hjá biskupinum og tað vinarliga og kensluborna brosið í túninum hjá skúlastjóranum hevði sannført hann um, at hesin maðurin fór ikki at gloyma seg. Og Fróði var líka sannførdur um, at hann fór ongantíð at gloyma hin. Nú var mánin horvin úr vind­ eyganum, og Fróði snaraði sær á liðina. Vinmaðurin snorkaði ikki longur, so nú mundi fara at bera til. Árni Joensen arni@sosialurin.fo Sigurbjörn Einarsson, sum er føddur í 1911, var íslendskur biskupur frá 1959 til 1981 Hugleiðingar á kamari 707