fríggjadagur 21. desember 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
Kirkjufólkið í Oyndarfirði
hava verið sera fegin um at
hava havt Jógvan Fríðriksson
sum sóknarprest. Nú hann er
vorðin biskupur, fara tey at
sakna hann. – Jógvan hevur
allar teir eginleikar, sum
ein biskupur skal hava, siga
oyndfirðingar
Oyndarfjørður: Tað er rættiliga kalt í
veðrinum, henda 2. sunnudagin í
advent.
Hann hevur boðað frá hálku og kava
á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki
einki um tað, tí hitamálarin á bilinum
vísir 0 stig.
Klokkan er farin at nærkast middegi,
og runt í fleiri heimum eru fólk farin at
gera seg klár at fara í kirkju í dag.
Hetta eru tey so von við, men í dag er
ein serstakur dagur uppá mangar mátar:
Í fyrsta lagi skal fyrrverandi
sóknarpresturin og núverandi biskupur
prædika. Í øðrum lagi skulu tveir av
konfirmantunum fyrstu ferð til altars.
Og í triðja lagi, er altíð gott at koma
saman í Gudshús at hoyra, hvat Hann
vil siga við tann einstaka júst henda
dagin.
Tá prestur ikki er við gudstænastuna,
verður lestur lisin. Tá kemur eitt
rættiliga fast tal av fólki í kirkju, men tá
prestur er, koma altíð fleiri.
- Eg vænti enn fleiri fólk í dag, nú
hann er vorðin biskupur og skjótt flytur
til Havnar. Vit koma at sakna hann
nógv, sigur ein kvinna, sum hevur havt
sítt fasta pláss í kirkjuni.
Eitt gott prát
Kirkjutænararnir eru komnir í kirkjuna,
og um eina løtu kemur ein bilur oman
fjøllini og setur kós móti kirkjuni.
Úr bilinum kemur Jógvan við kufferti
í hondini, og fer beina leið innar í
kirkjukórið. Hann heilsar blídliga uppá
kirkjutænararnar og teir fáa eitt prát
saman.
- Hann dugir so væl at práta við fólk,
sigur ein teirra.
Hóast klokkan er farin at nærkast 12,
verður prátað saman eina løtu aftrat.
Umsíðir fer biskupur inn í sakristi’ið at
lata seg í prestakjólan og heingja
bispakrossin um hálsin.
Klokkarin fer upp í tornið og byrjar
at ringja til gudstænastu. Løtu seinni
tekur urguleikarin yvir og síðani lesur
deknurin inngangsbønina.
Ein av seinastu gudstænastunum hjá
Jógvani í Oyndarfirði er byrjað. Hann
verður kortini aftur at hoyra 4. sunnu-
dag í advent, tá ein dópur er á skránni.
- Tað er langt síðani, at hesin dópurin
var planlagdur. Og so komi eg eisini
higar jólakvøld kl. 6, eins og siður
hevur verið, sigur Jógvan.
Dagsins prædika, um tær fimm
hygnu og fimm óhygnu moyggjarnar
kann lesast aðrastaðni í blaðnum.
Gleði og harmur
Kirkjufólkið í Oyndarfirði og Sjóvar
prestgagjaldi mugu so smátt venja seg
við, at Jógvan kemur ikki so ofta at
prædika her sum áður.
1. desember tók hann við sum
biskupur Føroya, og millum jóla og
nýggjárs fer hann at flyta inn í
bispagarðin í Havn.
- Ja, vit vita ikki rættiliga, hvat vit
skulu siga: Vit eru sera fegin um at
hann verður biskupur, men samstundis
eru vit sera hørm um at missa hann
sum prest, sigur ein maður.
Hann veit um onkran kirkjuráðslim,
sum ivaðist nógv í, um tey skuldu
atkvøða fyri Jógvani sum biskupi.
- Fekk hann atkvøðuna, so merkti tað
tað sama, sum at missa ein góðan
sóknarprest!
Hóast henda ivan, varð Jógvan valdur
við sannførandi meiriluta av
kirkjuráðslimum kring oyggjarnar.
Álvari og gaman
Prestar er ójavnir til sinn og skinn, og
tað er Jógvan sjálvandi eisini. Men fyri
oyndfirðingar er eingin ivi um, at
Jógvan hevur serstakar eginleikar sum
menniskja, prestur og nú biskupur.
- Tað er næstan sjáldsamt at hitta ein
og sama persón, sum hevur so nógvar
góðar eginleikar.
- Samstundis sum hann er fólksligur
og skemtingarsamur, er hann eisini sera
andaligur og álvarsamur. Ein maður tú
kanst tosa um øll lívsins viðurskifti við,
sigur eitt annað av kirkjufólkunum.
- Ja, eg haldi eisini, at tað góða við
honum er, at hann altíð minnist til tey
minni mentu í bønum sínum, sigur ein
eldri kona.
Tað er skilligt, at tey koma at sakna
sín sóknarprest seinastu mongu árini.
Tey ynskja honum nú blíðan byrð og
Guds vælsignilsi í nýggja starvinum.
Ikki leypa avstað
Jólamánaðurin er tann tíðin, har
prestarnir hava úr at gera.
Teir skulu passa sínar kirkjuligu
skyldur í sóknini, vera við tá jólatrø
verða tendrað og hava andaktir á
ymiskum støðum, bara fyri at nevna
nakað. Samstundis við hetta skulu teir
skriva ein hóp av jólaprædikum.
Jógvan er einki undantak í so máta.
Umframt ein hóp av fundum og
samrøðum í sínum nýggja starvi, skal
hann eisini røkka runt til allar
kirkjurnar í sóknini at siga farvæl og
takka fyri tíðina.
Tað er skilligt, at henda partin ætlar
biskupur at geva sær góða tíð til.
- Ein kann ikki bara leypa avstað,
uttan at hava vitjað kirkjurnar og
kirkjufólkið. Ein kann ikki vera prestur
í ein sókn í dag, og so knappliga boða
kirkjufólkinum frá, at hann fer í annað
prestastarv dagin eftir.
- Nei, hetta krevur sína tíð, og
soleiðis skal tað vera, slær Jógvan fast.
Tá hann í síni tíð søkti av Viðareiði
og út á Gjaranes sum prestur, fór ein
fráboðan um hetta til allar fimm
kirkjurnar í sóknini sama dag sum
umsóknin fór avstað!
Altíð Jógvan
Gudstænastan í Oyndarfjarðar kirkju er
liðug. Hon var nakað longri enn aðrar,
tí altargongd við nógvum altargestum
eisini var á skránni.
Útgangsbønin er lisin, biðisløgini eru
liðug og urguleikarin spælir eitt vakurt
stykki. Jógvan fer fyrstur oman eftir
kirkjugólvinum, tí hann vil fegin heilsa
uppá kirkjufólkið og ynskja teimum
Guds signing yvir dagin.
Fólk takka fyri, og ynskja Jógvani
sjálvum góðan arbeiðshug í nýggja
starvinum. Jógvan og kirkjufólkið eru á
somu bylgjulongd.
- Tá Jógvan kom her, høvdu vit stóra
virðing fyri honum. Tá tosaðu vit altíð
um Prest. Seinni bleiv tað til Jógvan
prestur ella bara Jógvan.
- Hetta fara vit í øllum førum at halda
fram við. Hóast hann nú er vorðin
biskupur, fer hann altíð at vera Jógvan í
okkara eygum og hjørtum, sigur ein
eldri kona.
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Lesið prædikuna á síðu 50-51
Jógvan fer altíð at
verða Jógvan
Kirkjufólkið í Oyndarfirði hava havt manga góða løtuna saman við Jógvani presti, men
mugu helst bíða til út á várið fyrrenn nýggjur prestur kemur í hansara stað
Mynd: Jens Kristian Vang