Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 ✯ Sosialurin 21. desember 2007 Hví eru okkara jólasiðir júst sum teir eru? Vit hava sett sjóneykuna á siðirnar, sum vit í dag halda vera størstu sjálvfylgju, og kannað, hvaðani teir í veruleikanum koma Føroysku jólini Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir dagar hildnir sum halgidagar – 25. og 26. desember. Tó er tað jólaaftan, 24. desember, sum serliga børnini gleða seg til, tí tá verða jólagávurnar lætnar upp. Fyrr var jólaaftan arbeiðsdagur, men var roknaður sum halgidagur eftir klokkan 18. Í fleiri ártíggjur vóru handlar o.a. opið jólaaftan inntil klokkan 12, men seinastu árini hevur dagurin verið frídagur burturav, og at kalla allir handlar hava verið stongdir jólaaftan á tamb. Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo myndir: polfoto Kristnu jólini Ár 354 valdi kirkjan at áseta ein fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing. Ògvuliga snildliga valdu teir 25. desember, tá jólini longu vórðu hátíðarhildin. So við og við gjørdust jólini tí alsamt meiri kristin. Nú eru jólini høgtíðin um jesu føðing burturav. Hetta sæst t.d. aftur í enska heitinum Christmas, ið merkir Kristmessa. Í bíbliuni lesa vit um Jesu føðing í Lukasar evangelii, kapittul 2, ørindi 1-20. Hetta brotið verður eisini nevnt jólaevangeliið. Eisini Mattheus sigur frá um Jesu føðing í 2. kapitli í sínum evangelii. Tí er jólamaðurin ein skrøna … Jólamaðurin skal vitja 108 milliónir húski kring knøttin. Til hesa umfatandi uppgávu hevur hann 31 tímar (um vit taka tíðarmunin kring knøttin við), og hann skal tískil náa 969,7 húski um sekundi. Hann hevur við øðrum orðum 1/1000 sekund til hvørt húski. Um vit siga, at hvørt barn fær eina gávu, sum vigar eitt kilo, so skal sleðan kunna flyta 500.000 tons av gávum, umframt jólamannin sjálvan, sum er ein tjúkkur harri. Eitt vanligt reinsdjór kann draga umleið 200 kg. Vit kunnu siga, at eitt reinsdjór, sum kann flúgva, eisini kann draga 10 ferðir so nógv, tað verða sostatt 2000 kg. Við hesum tølunum hevur jólamaðurin tørv á 360.000 reinsdjórum –sum duga at flúgva! Reinsdjór, jólamaður, gávur og sleta viga nú eini 600.000 tons tilsamans. 600.000 tons, sum flúgva við 1000 km um tíman hava eina sera stóra luftmótstøðu, faktiskt so stóra, at reinsdjórini høvdu verið ovurhitað, og endað skjótt sum ein gløðandi meteorur, sum við fullari ferð ferðast ígjøgnum atmosferina. Nógvi hitin frá luftmótstøðuni ger, at øll 360.000 reinsdjórini og tey 500.000 tonsini av gávum –umframt jólamaðurin- høvdu verið futtað av eftir 4,26 túsunddeilum av einum sekundi. Tí er søgan um jólamannin og flúgvandi reinsdjórið Rudolf einki annað enn ein skrøna... Júst hvaðani kleynan stavar, er ilt at siga, men navnið stavar allarhelst úr týskum (klein merkir lítil), og hetta kann kanska geva eina ábending um upprunalandið. Undir øllum umstøðum hoyrir kleynan til eina av allar elstu jólasmákakum. Longu í miðøldini kundu tey kóka kleynur. Og tað er júst orðið kóka, ið er lyklaorðið. Tey kundu jú illa baka smákakur, men júst tað, at kleynur skulu kókast í feitti, gjørdi, at longu í miðøldini kundu tey fáa rætta jólaangan í smátturnar við kleynukóking. Kleynur hava sín uppruna í miðøldini Leyst og fast