Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 35 Heidnu jólini jólini eru upprunaliga ein heiðin høgtíð. Tá var fagnað, at ljósari tíðir nú vóru í væntu, og at sólin nú fór at venda aftur. Í Norðurlondum var henda høgtíð hildin fyrst í januar, men í syðri londum var høgtíðin hildin 25. desember. Tað elsta, vit vita um jólahald í Norðurlondum, er umleið ár 875, tá orðið er nevnt í samband við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jólini hava verið hildin, fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at “drekka jólini”, t.d. innan kvæðaheimin: “Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól.” Ketan við jólaperum yvir 100 ár á baki Í 1895 uppfann ein amerikanskur maður, sum arbeddi á einum telefonsentrali, klassisku hvítu jólaperurnar, sum vit kenna í dag. Ljósketan var upprunaliga gjørd til at lætta um arbeiði við umstillingarborðið, ið maðurin dagliga starvaðist við, men tá hann á fyrsta sunni tendraði smáu perurnar, fekk hann hugskotið at vevja ljósketuna um jólatræið. Gleðilig jól Jólasálmurin Gleðilig jól var yrktur í 1818. Tað var ein prestur úr Eysturríki, nevndur Joseph Mohr, sum yrkti hann. Søgan handan sálmin er, at tollaksmessudag brotnaði orglið í kirkjuni og kundi ikki gerast í stand til jóla. Joseph Mohr var sera harmur um hetta, og hann kundi ikki hugsa sær eini jól uttan sang. Tí gjørdi hann ikki mætari enn at yrkja ein sálm, sum lættliga kundi syngjast antin uttan ljóðføri ella bert við gittara. Sálmurin var liðugur stutt fyri jólagudstænastuna, og sama kvøld ljóðaði “Stille Nacht” fyri fyrstu ferð. Sálmurin varð týddur til føroyskt í 1891 av Frederik Pedersen próvsti og fekk heitið Gleðilig jól. Hann var fyrstu ferð at síggja á prenti í føroyingatíðindum í desember 1891. Johs. Andr. Næs skrivar í “Jólaklokkan aftur ringir”, at hetta allarhelst er elsti jólasálmur á føroyskum. Hetta er framvegis ein av best umtóktu og mest sungnu føroysku jólasálmunum. Undir fyrsta heimsbardaga kom eina náttina brádliga steðgur í skjótingina frá týsku skotgrøvunum. Hetta var á miðnátt jólaaftan í 1914. Eitt hornorkestur loysti ljóðið av skotum og deyða av, og byrjaði at spæla jólasangir. Tíðliga jólamorgun komu týsku soldátarnir upp úr skotgrøvunum, og ímeðan teir gingu fram ímóti fíggindunum ynsktu teir “gleðilig jól!”. Í fyrstuni hildu teir allieraðu, at hetta var eitt slag av fellu, men so við og við vóru teir fleiri, ið eisini komu upp úr sínum skotgravum og endaðu við at taka í hondina á týsku soldátunum og ynsktu teimum gleðilig jól afturímóti. Friðurin vardi í nakrar fáar dagar, og hermenninir góvu hvørjum øðrum gávur. M.a. sigarettir og ”puddings”, eins og teir sungu jólasangir saman. Teir spældu enntá fótbólt. Kendi amerikanska countrystjørnan, Garth Brooks, hevur yrkt ein sang um júst henda jólafriðin í 1914, nevndur Belleau Wood. Sangurin er á fløguni Sevens. Bretsku jólini bannað í 13 ár Í 1647 viðtók enska parlamentið eina lóg, sum bannaði øllum hátíðarhaldið á jólum, bæði jólastákan og jólastási. Tað var puritanski leiðarin Oliver Cromwell, sum metti, at einki átti at vera gjørt burturúr jólunum, tí tey skuldu haldast heilug. Og meirilutin av parlamentinum var samdur við Cromwell í hesum. Alt jóla”fjasið” var sæð sum sera amoralskt, og tí vóru øll, sum vórðu fangað í at hátíðarhalda jólini, handtikin. Forboðið ímóti at hátíðarhalda jólini var galdandi í 13 ár, inntil 1660, tá puritanararnir mistu valdið. Jólanátt undir fyrsta heimsbardaga Siðurin við at heingja eina hosu upp til jólamannin stavar heili 400 ár aftur. Siðurin byrjaði í Hollandi, har børnini settu aðra tufluna fram til jólamannin um kvøldið 5. desember, sum í Hollandi er dagurin fyri, at Santa Claus kemur. Í tufluna løgdu tey okkurt etandi til jólamannin, umframt ein hoysopp til asnan, sum dragsaði allar gávurnar. Afturfyri legði jólamaðurin ein lítla gávu til børnini í tufluna, t.d. kaku ella frukt. Enn í dag fáa hollendsk børn gávur frá jólamanninum 6. desember. Koyr okkurt í mína hosu... Stuttligt er um jólatræ… Onkur vil vera við, at siðurin við jólatrænum byrjaði við Martin Luther, sum tók eitt granntræ inn í stovuna og pyntaði tað við kertuljósum. Men tað fyrsta, sum er skrivað um jólatræið, er dagfest í 1605. Ein ókendur høvundur skrivar tá, at í suðurtýsklandi er siður at fólk reisa eitt granntræ í stovuni jólaaftan. Har verða so pappírsrósur, súrepli, oblatir, ymiskt skart og skreyt, umframt sukur hongd á. Hesin siðurin breiddi seg spakuliga um alt Týskland og víðari út í heim. Í Danmark var fyrsta jólatræið sæð fyrst í 1800 talinum. Siðurin við jólatræið kom so eisini til Føroya, men av góðum grundum vóru ikki granntrø nýtt. Ístaðin eru frágreiðingar um bæði kustaskaft og stólar, klødd við lyngi, og síðani pyntað. Heimsins best seljandi jólastakfløga Tann jólastakfløgan, sum hevur selt mest nakrantíð, er “White Christmas” hjá Bing Crosby frá 1954. 1975: 2 cm í Havn, 3 cm á flogvøllinum 1985 1 cm í Havn 1993 2 cm í Havn, 1 cm á flogvøllinum 1995 10 cm í Havn, 30 cm á flogvøllinum 2000 1 cm í Havn 2001 1 cm í Havn 2004 6 cm Í Havn Hvít jól Eingin gjøgnumførdur statistikkur er fyri hvussu nógv hvít jól vit hava havt, men vit hava fingið hesi tølini frá DMI. Hesar máting­ arnar eru bert úr Havn og av flogvøllinum í Vágunum, og ganga bert aftur til 1975. Mátingarnar eru gjørdar jólamorgun kl 06.00. um jólini