fríggjadagur 21. desember 2007síða 50
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
Í lívsins skiftandi forløgum leita vit
mangan eftir einari lagaligari løtu. Nær
er tað hóskandi at siga tað, sum sigast
skal? Nær er hin lagaliga løtan at gera
tað, sum gerast skal? Nær er ein
hóskandi løta til sátt og semju, at fáa alt
tað í rættlag, ið líkasum tyngir og
darvar.
Eisini tá talan er um andalig
viðurskifti leita vit eftir einum hóskandi
høvi. Skriftin er greið í hesum máli, og
tosar um dagin í dag. Dagurin ígjár er
farin, morgindagurin er ikki komin, -
men í dag er Harrin at finna. »Í dag,
um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið
ikki hjørtu tykkara, eins og í
beiskleikanum freistingardagin í
oyðimørkini” (Hebr. 3,7). Sjálvt um
skriftin talar um farnar dagar, upphav
heimsins, skapan og endurskapan.
Sjálvt um hon sigur søguna um Jesus,
og talar um komandi tíðir. Sjálvt um
skriftin bæði hyggur aftur í tíðina og
lítur frameftir, - so er tað tó altíð talan
um tíðina nú og dagin í dag.
---
Tað er ein lítil søga við heitinum “Nær
eiga vit at venda um?” Søgan er ein
samtala millum ein eldri mann og ein
ungan drong. Hin eldri maðurin hevði
livað saman við Jesusi í nógv ár, og
hvíldi í trúnni á Kristi fullgjørda verk.
Hin ungi maðurin var søkjandi, leitað
eftir eini hvíld, ið kundi skapa frið í eitt
bivandi hjarta. Ein dagin møtast hesir
báðir, og samtalan byrjar líkasum av
sær sjálvum.
- Nær heldur tú, at tað er hóskandi at
venda um?, spurdi unglingin hin gamla
mannin.
- Tað kann gerast dagin fyri at ein
doyr!, svaraði hin gamli.
Unglingin gjørdist ikki sørt bilsin.
Minst av øllum hevði hann væntað eitt
slíkt svar frá hesum gamla trúgvandi
manninum. Undrandi spurdi hann
uppaftur: - Men hvør veit og hvør
kennir tíðina, tá vit skulu doyggja?
- Tað kann meiri enn so henda í
morgin, svaraði hin gamli.
- Íðan, so skuldi eg altso vent um í
dag, segði hin ungi og hugsaði djúpt og
álvarsamt.
Hin gamli svaraði kærleiksfullur og
sáttliga: - Ja, vinur mín. Ein so
týdningarmikil avgerð eigur ikki at
verða útsett. Í morgin kann tað gerast
ov seint!
--
Sjálvt um søgan er einføld, er hon í
stuttum ein neyv lýsing av evangeliska
veruleikanum. Vit hoyra gleðiboðskapin
um frelsu og ævigt lív. Vit fáa høvi at
ganga yvirum frá deyðanum til lívið.
Vit eiga ein frelsara, ið er deyður fyri
alla synd heimsins. Tað ber til at ogna
sær tað æviga lívið, alt vegna Jesu
miklu náði og fullgjørda verk hansara á
Golgata.
Náðitíðin
At seta út, er sjáldan gagnligt. Tað kann
henda seg, at tað tímiliga er ein
vinningurin at vera tolin og bíða, bíða í
dagar og ár. Andaliga er tað øðrvísi.
Tað er ongantíð ov skjótt at koma til
Jesus. Jú fyrri vit koma, tess størri
innihald fáa dagarnar á jørðini. Jesus er
ein dýrgripur, sum bara veksur í virði.
Hann er hin sami í dag, sum í gjár og til
ævigar tíðir. Og tó er Jesus størri og
dýrari fyri hvønn dag, vit fáa náðir at
fylgjast við honum. Hann er ein
undurfullur frelsari og menniskjans
besti vinur.
Nú er lagaliga løta,
hirðans rødd her kallar teg
opin stendur lívsins gøta
- atgongd frí á himnaveg
Náðitíðin – hetta ríka og álvarsama
orðið. Tíðin, tá Guds náði streymar
móti menniskjum. Fyrigeving syndanna
og ævigt lív. Ein frið á jørðini, sum
hesin heimur ikki eigur at geva. Ein
gleði, reinari enn øll onnur.
Náðitíðin – hetta ríka og álvarsama
orðið. Einaferð vóru tað 10 moyggjar,
sum tóku lampur sínar og fóru út at
møta brúðgóminum. Men við tað at
brúðgómurin dvøldi við at koma, kom
tyngd á tær allar og tær sovnaðu.
Tær 10 moyggjarnar livdu í
náðitíðini, og tær sovnaðu, meðan
náðitíð var. Eingin kann vakja ævigt her
niðri á jørðini, og neyðugt er at sova.
Náðitíðin fevnir yvir bæði likamliga
vøku og svøvn.
Men náðitíðin er meira enn vøka og
svøvnur. Talan er heldur um, hvussu vit
Tær 10 moyggjarnar
Tekstur: Matteus, kap. 25, ørindini 1-13: v1 Tá skal himmiríkið verða líknað
við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta
brúðgóminum. v2 Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar. v3 Tí at
hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; v4 men hinar
hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum. v5 Men við tað
at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.
v6 Men um midnátt kom róp í: »Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at
møta honum!« v7 Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera
lampur sínar til. v8 Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: »Latið okkum
fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.« v9 Men hinar
hygnu svaraðu og søgdu: »Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá
tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.«
v10 Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar
vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur. v11
Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: »Harri, harri, lat
okkum upp!« v12 Men hann svaraði og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum, eg
kenni tykkum ikki.« v13 Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!
Í dag
hjálpir
Harrin
– Tað er ongantíð ov skjótt at koma
til Jesus. Jú fyrri vit koma, tess størri
innihald fáa dagarnar á jørðini. Jesus er
ein dýrgripur, sum bara veksur í virði,
segði Jógvan Fríðriksson, biskupur í
prædiku síni í Oyndarfjarðar kirkju
2. sunnudag í advent. Vit prenta her
prædikuna:
- Náðitíðin er meira enn vøka og svøvnur. Talan
er heldur um, hvussu vit liva teir tímarnar vit
vakja, og hvussu vit leggja okkum at sova
Mynd: Jens Kristian Vang